Home VinnaVinna & Samfelag Fiski- & Alivinna

Fiski- & Alivinna

Politiska skipanin á vandakósSamstundis, sum tosa verður um burðardygd á landgrunni, verða ásettar pelagiskar kvotur, sum eru øgiliga langt frá vísindaligari burðardygd. Men tað eru 200 milliónir politiskar orsøkir til tað.

Toskur kann bara goymast í avmarkaða tíð. 20% doyggja árliga sambært brúktum modellum og vit fiska so at siga ongan tosk, sum er eldri enn 7 ár. Søguliga eru 3,6% av veiðuni í tali 8 ár og eldri.

Gamal toskur veksur seint og tí doyr eins nógv og vektin økist og tað gevur ikki fleiri kilo at goyma gamlan fisk í sjónum. Umframt fæst hann heldur ikki í nøgdum sum loysa seg fíggjarliga.

Sostatt kann toskur bara veiðast upp til 7 ára aldur.

Goyma vit 20% av yngstu árgangunum og fiska meira seinni, ber til at rokna uppá tað við veruligum tølum. Eg havi brúkt empiri og ikki teori. Tað er gjørt á sama hátt, sum fiskifrøðin ger við miðal tølum. Úrslitið er tó munandi øðrvísi.

Fiskifrøðin tekur feil ár eftir ár. Kanska tí at manglandi samsvar er millum teori og empiri.

Bláa linjan er í tonsum og reyða linjan er í prosentum.

Vit síggja, at tað so at siga ongantíð loysir seg at goyma fiskin í sjónum. Umframt vísur tað seg, at okkurt ár er skilagott at goyma 2 ára gamlan tosk, men tá sami fiskur, eitt ár seinni, er 3 ár, so loysir tað seg ikki at goyma toskin.

Havi gjørt eitt model, soleiðis at eg kann simulera á leið hvat sum helst. Sum lesarin sær, so vísur simuleringin at árgangirnir 1982,1998 og 2000 geva akkurát sama úrslit, sum veiðan av hesum árgangum í tonsum. Allir árgangir á myndini eru simuleraðir 100% líka.

Tað merkir, at tað kann prógvast, vísindaliga, at ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Tað merkir somuleiðis at frymlar ICES og Havstovan brúka, tá teir verða fóðraðir rætt, visa, at tað ikki ber til at goyma fisk í sjónum.

Annars veit Havstovan í dag at siga, at toskurin á Føroya Banka, sum var væl fyri í mars 2023, ikki er væl fyri í mars 2024. Í September 2023 var hann illa fyri. Somuleiðis er nøgdin av toski minkandi og tann minsta síðan 2019. Helst ov skjótt at gera endaliga niðurstøðu, men tað tíður uppá, at tað ikki ber til at goyma fiskin á Føroya Banka.

Eivind Jacobsen

Granskari

Strendur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin eru, eftir samráðingar síðani í heyst, komnir ásamt um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni.

Tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið røkkur tvørturum valskeið.

Skipanin verður ein tvíliðað skipan, sett saman av ávíkavist tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgunum.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5% og endar á 7,5% í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8% av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnumskygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp.

Alt semjuskjalið kann takast niður her

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Trolarin M/tr SJÚRÐABERG sum hevur verið í samtakinum hjá JFK frá 2020 sambært kvf.fo bleiv fyri nøkrum vikum síðani seldur til P/F Næraberg sum eisini er partur av JFK samtakinum, trolarin er nú seldur til føroyska felagið Thor.

Sum skilst, so er ætlanin at skipið skal fiska við millum annað Afrika, Norðlýsið skrivar at skipið skal seljast til annað útlendskt felag sum Thor er partur av.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

I dag lendi stórt frakt flogfar í Føroyum. Hetta er felag hjá FarCargo ið hevur heimstað í Føroyum. Felagið er serliga ætla til at flyta laks frá Bakkafrost á útlendska marknaðin.

Talan er um eitt Boeing 757 flogfar sum lastar um 35 tons av farmi. Hetta er stórt nýbrrot fyri føroyska farmavinnu og flutningsfeløg sum nú kunnu fáa fríska frukt til landið og skip og framleiðsluvirkir kunnu skjótt og lætt fáa maskindeilir heim so raksturin ikki verður darvaður um okkurt gongur galið.

Móttøka verður á flogvøllinum í morgin.

Felagið skrivar á heimasíðu teirra:

First class product to USA

This is a new chapter in Faroese trade history. The aim is to deliver fresh high-quality salmon both in the USA, Israel and other remote markets a mere day after the fish swims in Faroese fjords. We believe this will significantly strengthen our competitiveness. we will now be able to provide our customers with the freshest product on the market. For many years, we have aimed to make progress in the American market, and along with our US processing plant in New Jersey, this initiative will provide us with the opportunity to provide the customers with the best service possible. This new route will ensure prolonged shelf-life due to shortened transportation and an unbroken cooling chain”.

Regin Jacobsen, CEO at Bakkafrost.

Connecting markets

FarCargo will operate between Vágar airport in the Faroe Islands and Newark Intl. airport in New York via Keflavik Airport in Iceland. The return flight from Newark is via Billund Airport in Denmark, a major cargo hub, before returning to the Faroe Islands.

With a range of 7.000 km (4350 miles) we can offer our customers a wide range of destinations within Europe and even the Middle East with our Boeing 757-200F. Maximum payload is 34 T. (75.000 lbs).

This is a great day for us. We’re pleased to have reached this point and are now looking forward to commencing actual operations. This is also an old dream that is now coming true, in particular for initiators Heðin Krett, Hans Meinhard á Høgabóli, and Andrew Djurhuus”.

Birgir Nielsen, CEO at FarCargo.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fríggjadagin í seinastu viku gjørdu Føroyar og Bretland semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2024.

Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi eru 850 tons av svartkalva, umframt onnur fiskasløg eitt nú hýsa, longa og blálonga.

Bretland heldur fram við sínum rættindum at veiða serliga hýsu og upsa í føroyskum sjógvi, eins og at Bretland fær eina hjáveiðukvotu av toski í hýsufiskiskapinum. Tó eru rættindi at veiða hýsu og tosk í føroyskum sjógvi skerd í ár, nú Bretland valdi at lata sína toskakvotu í NAFO sjógvi til egið fiskifar heldur enn tvíbýtta til Føroyar og Noreg.

Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið ta støðu, at hon hevur stóran politiskan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.

Semjan kann lesast her.

Á myndini eru sendinevndirnar hjá Bretlandi og Føroyum frá vinstru til høgru.

Kelda & mynd: fisk.fo 4 mars 2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Setanarrøða til Aliráðstevnuna 2024 – Høgni Hoydal landsstýrismaður

Góðu tit.

Øll tit, sum starvast í og kring alivinnuna og bera hana framá hvønn dag. Frá at rognið kemur í eyga, til heimsins besti laksur liggur á diskum heimsins. Á sjógvi og landi við tykkara ymsu og fjølbroyttu førleikum og dygdum, har ongin liður kann verast fyri uttan. Hjá hvørjum einasta starvsfólki. Hjá teimum fyritøkum, ið veita tænastur. Hjá myndugleikum. Hjá granskarum. Hjá íverksetum.

Takk fyri, at eg aftur í ár eru boðin við at seta Aliráðstevnuna.

Hetta er ein serstakur dagur. Ein dagur har øll tit, ið starvast í alivinnuni, hittast til álvara og gamans. Í álvara – fyri at fáa verða dagførd um gongdina í alivinnuni, umframt at fáa fakligan íblástur. Og at vera saman til gamans.

Dagurin er eitt gylt høvi at hátíðarhalda alt tað, sum hilnaðist væl. Og at viðgera tær standandi og tær nýggju avbjóðingarnar.

Og at hugsa um og geva sær far um, ta ótrúligu ferð, ið tit hava verið ígjøgnum í føroysku alivinnuni. Frá teimum fyrsti slóðbrótarunum og undangongufólkunum, gjøgnum kreppurnar til í dag okkara hesa mest altjóðagjørdu vinnu, ið setur okkum mitt í verðina og ber so stóran part av okkara búskapi og vinnuligu skapan og fjølbroyttu størvum.

Hvussu gongdin hevur verið alivinnuni, og hvussu nógv er broytt í okkara samfelag og tænastum, fær meg at hugsa um hesa søguna, sum pápi mín, sáli, javnan segði okkum:

Hann starvaðist saman við Andriasi Reinert, sála, Edmundi Joensen og øðrum á Fiskaaling í sjeyti- og áttatiárunum. Og tá vóru samskiftið og sambondini við umheimin av einum munandi avmarkaðum slag. Tað mesta var gjøgnum Danmark. Og tá ið onkur útgerð ella vøra skuldi bíleggjast, varð ringt til okkurt felag í Danmark. Ein dagin hava teir ringt til eina fyritøku í Danmark at bíleggja ein lut. Og teir hava sagt í telefonini: “Ja, goddag. Dette er Fiska-aling i Færøerne. Kan vi bestille nogle reservedele?” Stutt eftir fáa teir eina váttan við telefaxi. Har stendur: “Kære Fisker Erling. Tak for din bestilling…”

Fiskaaling gjørdist grundarlagið undir vaksandi alivinnuni og fekk síðani sínar egnu, mongu bíleggingar.

Framgongdin sum føroyska alivinnan hevur verið fyri seinastu árini, er ein sólskinssøga, sum flestu føroyingar munnu vera ernir av. Men tað er sanniliga ikki tí, at tað bara hevur gingið framá eftir eini vaksandi ás. Dýrtkeyptar lærur og kreppur hava verið søguligu sannroyndirnar.

Tað fær meg at hugsa um orðini hjá Olof Palme, tá ið hann lýsti tað norðurlendska samstarvið, sum hann stríddist so inniliga fyri at skipa sterkari: “Det nordiska samarbetets väg till framgång kantas av grandiosa misslyckanden.” Altso: Vegurin til framstig byggir á stórsligin mistøk.

Tað mugu vit politikarar taka ábyrgdina av. Og fara fram við teirri alneyðugu eyðmýkt mótvegis náttúruni og teimum kørmum og skipanum, vit seta upp.

Umstøður og fortreytir kunnu broytast eftir stuttari tíð. Kappingin harðnar. Eisini frá okkara næstu grannum.

Søgan hevur lært okkum, at alivinnan er ein vinna, sum í øllum hvílir á lívfrøðiligari javnvág og tí samansetta tilfeingi, sum er so sera viðkvæmt fyri sjálvt smáum broytingum. Hóast vit royna okkara allarbesta, so eru fortreytir, sum vit ikki ráða yvir.

Avbjóðingum, størri og smærri, slepst ikki undan, og vit koma ongantíð heilt á mál. Tað sum er avgerandi er, hvussu avbjóðingarnar verða loystar. Her standa tit, hvønn einasta dag og skulu hugsa og handla ítøkiliga og samstundis megna at hugsa langt.

Frá náttúrunnar hond eru Føroyar millum frægastu støð í heiminum at ala í. Og tí má fremsta mál okkara áhaldandi vera at hetta eisini verður galdandi fyri komandi ættarliðini.

Tað eru tí tær umhvørvisligu avbjóðingarnar, ið eru tær størstu fyri vinnuna og altíð mugu standa fremst. Vit mugu seta okkum hægstu og fremstu mál fyri at tryggja og verja umhvørvi, náttúruna, vistfrøðisskipanina.

Heimurin er á einum markamóti, bæði við atliti at syndarligu geopolitisku støðuni, har heimurin letur seg aftur í klubbar, sum vilja verja sítt við valdi og tíverri vápnum, blóði og eldi.

Men heimurin er støðugt á einum markamóti í mun til ovnýtslu og at troyta náttúrutilfeingi burðardygt.

Í Føroyum hava vit ta skipan, at um hægstu lívfrøðiligu og umhvørvisligu krøv eru sett og skjalprógvað, er tað avgerandi fyri biomassan og framleiðsluna. Og harvið er ein stór ábyrgd løgd á vinnuna at umsita og virða náttúrugivnu mørkini á rættan hátt. Og á okkum sum myndugleikar at hava eftirlit og skipanir og váttanir og gransking og vitan.

Í hesum sambandinum kunnu vit læra av Voltaire, sum segði: “With great power comes great responsibility”.

Við ovurstórum valdi, fylgir ovurstór ábyrgd.

Náttúrufyrilitið er okkara størsta ábyrgd og fremsta uppgáva og mál allastaðni og ikki minst í alivinnuni.

Tit hava áhaldandi megnað at tillagað virksemið til broyttar umstøður, framt innovasjón og at seta hægstu mál. Tí havi eg stórt álit á, at alivinnan eisini í framtíðini fer at taka tey tøk, ið kunnu loysa avbjóðingarnar og flyta Føroyar fram í heimsins felags málum um burðardygd. Ikki minst í grøna orkuskiftinum.

Burðardygd má og skal vera okkara felags mál og fortreyt. At vit ikki bara lata okkara samfelag og okkara klótu til okkara eftirkomarar í á leið sama standi, sum vit fingu tey, men í betri støðu.

Burðardygd er sjálvandi fyrst og fremst tann lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygdin.

Men okkara visjón skal eisini vera tann sosiala og mentanarliga burðardygdin. At vinnan skapar vælferð, rættvísari livikor kring landið – og byggir tjóð, virðir og mál og mentan. Og at gjaldið fyri framíhjárættin at ala, gevur okkum møguleika at byggja sosiala vælferð, lækka lønarskattin, byggja heilsuverk, skúlar, barnagarðar, infrakervið, mentan, gransking og list áhaldandi.

Okkara mál og visjón skal eisini vera tann vinnuliga og búskaparliga burðardygdin. At vinnan kastar av sær og kann gera íløgur í framtíðina – og at tann kappingin og tað fjølbroytnið, ið aðrar vinnur og fyritøkur kunnu bjóða og skapa kann liva við rímiligum treytum og nýskapan

Og okkara visjón og skylda má eisni vera tann fólkaræðisliga burðardygdin. At tað vald og tann týdningurin, sum stórar fyritøkur hava í einum samfelag sum okkara, verður støðugt skákað av einum fólkaræði, ið kann seta krøv og reglur.

Umframt at vera ein fortreyt fyri allari aling, so er burðardygd seinastu árini eisini vorðið eitt aðalkrav frá kundum, marknaðum, umheimiminum og íleggarum. Krøvini um gjøgnumskygni í virkseminum og at fyritøkur ikki hava neiliga ávirkan á umhvørvið fyllir og fer at fylla alt meira í hugaheiminum hjá fólki. Eisini á hesum økinum gongur alivinnan undan í sínum virkisætlanum og visjónum og tað fegnist eg um.

Vit sum politikarar og myndugleikar hava sjálvandi størstu skyldu at hugsa langt og visjónert. Fyri at tryggja, at føroyska alivinnan eisini í framtíðini kann hava hægstu burðardygdskrøv, er tað av allarstørsta týdningi at fáa eina greiðari mynd av, hvørja ávirkan alivinnan hevur á samlaðu vistskipanina á onnur fiskasløg og umhvørvið kring okkum.

Hóast nógv er granskað, eru vit ikki komin á mál at lýsa hesi viðurskifti. Tað er tí mín greiða ætlan, at gransking, skjalfesting og vitan innan hesi øki fara at fáa munandi hægri raðfesting.

Í hesum sambandinum kann eg nevna, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við Fiski- og Samferðslumálaráðnum, Havstovuni og Firum, hava tikið stig til at fremja eina  verkætlan, sum vónandi kann greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og fiskastovnarnar undir Føroyum.

Við teimum drúgvu royndum og stóru vitan, ið bæði vinnan og myndugleikar hava tilognað sær gjøgnum árini, umframt ta nýskapan sum er í vinnuni, eri eg vónríkur um at alivinnan eisini í framtíðini verður í fremstu røð altjóða og her heima. Bæði við fyrilitið fyri umhvørvi, fiskaheilsu, samfelagi  og at framleiða dygdarvørur í heimsflokki.

Sjálvur fari eg at gera alt mítt til at tryggja vinnuni góðar karmar at virka undir samstundis sum tryggjað verður at neyðug krøv verða sett. Eg vil við hesum orðum ynskja tykkum øllum ein góðan og gevandi dag við íblástri, vitanarumbýti, vón, samveru og skemti.

Aliráðstevnan 2024 er hervið sett.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Kom nú ein dagin fram á eina grein við heitinum:

Natural mortality in exploited fish stocks: annual variation estimated with data from trawl surveys” og útgivin 23. mai 2022 í ICES Journal of Marine Science, Volume 79, Issue 5, July 2022, Pages 1569–1582, https://doi.org/10.1093/icesjms/fsac063

Hendan greinin snýr seg serliga um natúrliga fiskadeyðiligheit og hvussu hon kan variera. Á enskum eitur deyðiligheit ‘mortality’, og í greinini verður bókstavurin ’M’ brúktur um náttúrliga deyðiligheit. Støddin av M kemur av einum samansettum samanspæli av nógvum náttúruviðurskiftum, men fevnir um fisk, sum doyr ein nattúrligan deyða, m.a. av elli, av svongd, av at vera etin v.m.

M er tí ikki støðugt, men er m.a. bundið av m.a. kappingini millum stovnar um føði, at fiskasløg ikki bara eta hvørt annað, men eisini eru kannibalar, at minni individ eru meira úttsett at vera etin enn størri individ osfr.

Men fiskur doyr eisini, tí at hann verður fiskaður. Skilt verður sostatt millum tvær orsøkir til deyða hjá fiski: náttúrligur deyði, í modellunum kallað (M) deyða grundað á fiskiskap, í modellunum kallað (F).

Líkningin fyri samlaðu deyðiligheitina Z er sostatt: Z = M + F.

https://www.fao.org/3/X6845E/X6845E04.HTM

———-

Greinin staðfestir, at M vanliga verður sett til eitt fast virði 0,2 (20%) fyri fiskastovnar sum verða gagnnýttir, men staðfestir samstundis, at hetta ikki er rættvísandi. Um M altíð verður sett til 0,2 so passar tað ikki við tað, sum hendir í náttúruni. Greinin staðfestir at í náttúruni eru tekin um, at M varierar sera nógv.

Sum dømi um eitt lægri M enn 0,2 verða víst til arktiskan-norskan tosk, har M kann vera ímillum 0,05-0,15 (5-15%).

Sum dømi um eitt hægri M enn 0,2 verður víst til ávikavist Golf of St. Lawrence (Kanada), tá ið hesin var stongur fyri fiskiskapi (M: 0,4 ella 40%,) og til eitt øki á “Eastern Georges Bank”  fyri árini 2005-2010, tá ið toskastovnurin var sera lítið troyttur (M: 0,8 ella 80%).

———-

Neyvan í nøkrum búskapi hevur fiskivinna størri týdning, enn hon hevur fyri føroyska búskapin, og vit hava tí góðar grundir fyri at hava holla vitan um tilfeingið í havinum. Tí hevur tað altíð undrað meg somikið meira, at okkara fiskifrøði altíð arbeiðir út frá teirri fyritreyt, at M altíð liggur rimmarfast á 0,2.

Endamálið við sokallað modellum ella myndlum eru at fáa eina eftirfarandi mynd av veru-leikanum, t.v.s. av:

  • teimum faktorum, sum eru viðkomandi (í hesum føri broyttur sjóvarhiti, nøgd av æti, veiða osfr.), og
  • tí samansetta samanspælinum millum ymisku faktorarnar.

Grundað á hesa vitan kann hvør, sum vil, hava eina meining um støðuna, meðan onnur hava skyldu til at fyrihalda seg til hesa vitan: Havstovan skal gera tilmæli um, hvat er rættast at gera, og avvarðandi landsstýrisfólk/fyrisiting skulu taka avgerðir um fiskiveiðupolitisk tiltøk og møguliga tingfólk eisini.

Fyrisitingin av okkara fiskiveiðu eigur sjálvsagt at vera grundað á m.a. vitan um broyttar fyri­treytir í náttúruni. Men um veruleikin er øðrvísi enn tølini, sum modellið kemur við, so verða ráðgevingin og tilmælini hareftir, og kanska tiltøk sett í verk, sum als ikki ‘raka’ veruliga trupulleikan.

Tá ið M á hvørjum ári verður sett til 0,2, so er ikki vist, at tað er samsvar millum tað, sum Havstovan og myndugleikarnir fyrihalda seg til (tølini, sum modellið kemur við), og veruligu støðuna hjá fiskastovninum.

Tí átti tað at verið ein sjálvfylgja, at vit støðugt útvega okkum kunnleika um broytilig viðurskifti í sjónum. At M er sett til 0,2 eina ferð í tíðini er helst grundað á kanningar, og eftirsum viðurskifti i náttúruni broytast sjáldan frá degi til dags, so hevur 0,2 ókritiskt verið brúkt sum konstantur.

Um M bert ókritiskt verður ásett sum ein konstantur, so hevur tað tí natúrligu avleiðing, at fokus – kanska óneyðugt og kanska av órøttum – altíð verður sett á F sum verandi alt avgerandi fyri hvussu ein fiskastovnur kan gagnnýtast. Broytingar í M – deyðiligheit, sum stendst av øðrum enn fiskiskapi – eiga at vera eitt prioriterað fokus

Seinastu árini hava verið fleiri broytingar, sum geva orsøk fyri at spyrja, um M kann vera broytt, m.a.:

  • hendi eingin broyting í M, tá ið rovfiskurin makrelur gjørdi innrás í føroyskan sjógv?
  • hendi eingin broyting í M er eftir at vit árliga eru farin at ala 80-100.000 tons av laksi?
  • standast ongar broytingar í M av broytingum í veðurlagnum, sum eru farnar fram seinastu árini?

Havstovan um veiðu og tilgongd av toski og upsa
Havstovan er komin við sínum tilmæli um fiskiskap fyri tosk, hýsu og upsa fyri 2024. Sam­bært Havstovuni er støðan katastrofal – í øllum  førum fyri toskastovnin, og sambært Havstovuni er veiðitrýstið alt, alt ov høgt.

Fyri upsa er galdandi, at hóast Havstovan í áravís hevur ført fram, at upsastovnurin hevur ver-ið rímuliga væl fyri og talið av fiskidøgum tískil er hækkað í fleiri umførum seinastu árini, so er upsaveiðan minkað ár fyri ár og er nú í nøgd bert ein brotpartur av tí hon hevur verið.

Sambært Havstovuni hevur tilgongdini av toski og upsa verið sum víst í talvunum niðanfyri. Hóast talvurnar vísa, at tilgongdin er skiftandi og óvissan er sera stór, so sæst, at eftir uml. ár 2000, so hevur tilgongdin fyri bæði tosk og upsa verið greitt fallandi.

Hví hevur tilgongdin áhaldandi svikið seinastu 20 – 25 árini?

Hava vit (fyri ávísar fiskastovnar) í roynd og veru eitt størri M enn tað, Havstovan roknar við? Og stendst eitt møguligt størri M bert av broytingum í náttúruni – nakað, sum vit onga ávirkan hava á – ella kann talan eisini vera um viðurskifti, sum vit beinleiðis hava ávirkan á?

Hvat er broytt seinastu 20-25 árini, sum gevur grundarlag fyri at reisa hesar spurningar?

Seinastu 20-25 árini hava Føroyar við atliti at stødd av havøki fingið eina lutfallsliga stóra alivinnu – ivaleyst tað mest konsentreraðu alivinnuna í heiminum – og sum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini.

Finst eitt manngjørt M, sum vit onga vitan hava um og tí heldur ikki kenna støddina á ?

Omanfyri varð nevnt, at M stendur fyri deyðiligheit av náturligum orsøkum og at hesar kundi vera fleiri (hitabroytinga í sjónum, elli, hungur, etin av øðrum osfr.).

Kann støðan– fyriávísfiskasløg –  í Føroyum verða tann at at M ikki er konstant av tí at mannaskapt virksemi ávirkar støddina á náttúrligt deyðiligheitini M ?

Um so er so má frymilin Z = M + F fyri samlaðan fiskadeyða útbyggjast tí hann er ikki rættvísandi longur. Hann má útbyggjast at taka hædd fyri, at vit so hava vanligu náttúrligu deyðiligheitina og so harafturat deyðiligheit, sum ikki er nátúrlig, men íkomin av mannaávum (øðrum enn fiskiskapi!). Tað vil siga at nú verður M avloyst av tveimum faktorum :

  • natúrlig deyðiligheit (veðurlagsbroytingar, elli, hungur, etin av øðrum osfr.) (MN) og
  • manngjørd deyðiligheit (MN)

Um so er, so er rætti frymilin fyri samlaðan fiskadeyða fyri ávísar fiskastovnar ikki Z = M+F, men skal heldur vera Z = MN + M+ F.

Ábendingin um eitt MM?

Um vit seta ávikavist tøku av alifiski og veiðu av upsa og toski síðani ár 2000 til indeks 100 og rokna hvussu indeks broytist eftirfylgjandi árini, so fáa vit hesar kurvar.

Staðfestast kann, at hesar kurvar svinga í einari ávísari mót-fasu, tvs. at tá ið nøgdin av alifiski fer upp um eitt ávíst, so fer veiðan av upsa og toski niður – og umvent! Samanhangurin sær út til at vera betri millum laks og upsa enn millum laks og tosk.

Er hetta tilvildarligt ella er ein samanhangur ímillum stødd av aling og veiðutølini fyri upsa og tosk?

Upsa- og toskayngul versus laksaaling

Tað er almenn vitan, at bæði upsa- og toska yngul leitar sær inn til lands fyri at vaksa upp. Inni við land liggja alibrúkini, og tí koma bæði upsa- og toskayngul sannlíkt at vaksa upp tætt upp at alibrúkum.

Forsøgnirnar hjá Havstovuni fyri tilgongd – tvs. tal av ávikavist toska- og upsayngli – eru uppá ávikavist 8,601 og 4,917 milliónir individ.

Ein árlig tøka av laksi uppá 80.000 tons við einum árligum felli uppá 5% svarar til eina nøgd á 84.000 tons. Um miðalvektin er 4,8 kg og tíðin í sjónum er 12 mánaðir, so svarar tað til at 17,5 mill. laksar í miðal svimja í alibrúkunum hvønn dag.

Um 17,5 mill laksar svimja kring Føroyar hvønn dag, so er talan um fleiri individ enn saml-aða tilgongdin fyri tosk og upsa (ávikavist 4,9 mill í 2023 og 8,6 mill í 2024).

Meðan laksurin í meðal vigar uml. 2,0 kg, so vigar ynglið helst frá nøkrum fáum grammum upp í 0,5 kg.

Tað sum vit vita fyri vist er:

  • at aling í fleiri førum fer fram, har ið seiður vanliga heldur til
  • at laksur er rovfiskur, ið lættliga etur yngul hjá øðrum fiski
  • at fóðurluktur og restfóður fær annan fisk at amast upp á fóðurøki
  • at avlúsan – fyrr mest við kemiskum evnum, men nú mest við feskum vatni, er ein regluligur partur av alingini, og at yngul hvørki tolir kemisk evnir ella fekst vatn
  • at ljós verður nýtt til at stýra kynsbúgvingini og at ljós dregur livandi verður til sín, herímillum fiskayngul Sí fylgjandi 3 greinar :

Grein 1

https://www.nature.com/scitable/blog/saltwater-science/why_lights_attract_ocean_life/?fbclid=IwAR3tfaET–mRIf1HGCN8jPhTqA2kqt77RLZ0sWh68eqKBMjYjXyCDkqGNvU

Grein 2

https://www.jstor.org/stable/24874352?fbclid=IwAR0XSE0Lus9IIpNZxp2nLeaQorVaeZBIqoQOHt90vDjh8b0tRSIp3ziDZS4

Grein 3.

https://www.fiskeribladet.no/kystens-naringsliv/forskerne-vil-slukke-lyset-pa-havet/2-1-1583119

Ikki ein spurningur um aling ella ikki aling

Endamálið við hesi grein er ikki at seta spurning við, um vit skulu ala ella ikki ala, men at reisa spurningin, um tað er sannlíkt, at alingin – soleiðis sum hon nú fer fram – ávirkar til ­gongdina í ávísum fiskastovnum soleiðis, at bert ein brotpartur av tí, sum annars kundi verið fiskað, verður tøkt at fiska. 

Fyri at fá greiðu á hesum, eigur gongd at fáast á at kanna hesi viðurskifti beinanvegin, partvís fyri at fáa klárlagt, um tað í roynd og veru er soleiðis, at tað eru ávísir botnfiskastovnar (og harvið botnfiskaveiðan), sum verða sera neiliga ávirkaðir av stóra alivirkseminum, men eisini fyri at finna loysnir, har rásarúm er fyri bæði eini lønandi alivinna og ein lønandi botnfiskavinnu.

Hvussu so við hýsuni?

Hýsuyngul veksur upp longri úti á sjónum. Her støðan tí eitt sindur øðrvísi, og mest sannlíkt er ávirkanin frá alivinnuni minni, enn tá tað kemur til tosk og upsa.

Tilgongdin av hýsu er tí helst eisini meira tengd at umstøðunum longri úti á sjónum – m.a. frá makreli og øðrum rovfiskum.

Árini 2007 til 2017, vísa kanningar hjá normonnum, at taå var lítið av reyðæti norðanfyri, og í hesum tíðarskeiði reikaði makrelurin runt í leitan eftir føði. Makrelur var at síggja og fáa allastaðni kring oyggjarnar, eisini á leiðum har í hýsu­yngul veksur upp. Tí er tað sera sannlíkt at makrelurin kann hava ávirka tilgongdina av hýsu.

Eins og fyri tosk og upsa, so setur Havstovan eisini M fyri hýsu til 0,2 óansæð um tað er nógvur makrelur inni á grunnun vatni ella um makrelurin er ytri á sjónum.

Niðurløga

Tað gevur meining at nýta hagfrøðilig modell fyri at fáa eina eftirfarandi mynd av veruleikanum, herundir hvussu ymisku faktorarnir ávirka hvønn annan og harumframt fyri at útvega eitt vitanargrundarlag um, hvussu hesin veruleiki kann ávirkast (t.d. stýra veiðini, minka um deyðiligheit orsaka av alingi osfrv.),

Skipini, sum veiða botnfisk, eru fækkað, og ásettu fiskidagarnir eru meira enn hálveraðir síðani 1996, og bert ein brotpartur av ásettu fiskidøgunum verða brúktir, tí tað búskaparliga í ikki loysir seg at fiska.

Hóast hesi viðurskifti, so tykist framvegis sum at Havstovan – at síggja til – bert hevur fokus á veiðitrýstið uttan at hava eyga fyri um einum broytiligum MN  ella einum møguligum MM, sum sannlíkt kann vera inni í skipanini, men sum ikki verður tikin við, kanska ikki umhugsað heldur.

Tað var greinin “ Natural mortality in exploited fish stocks: annual variation estimated with data from trawl surveys” sum fekk meg til at skriva hesar reglur. Greinin staðfestir, at tað ikki gevur eina rættvísandi mynd at áseta eitt fast M uppá 0,2.

Fyri mær tykist tað, sum um tað er meira ómaksleyst og meira populistiskt at luttaka í hørðum kjaki um ymiskar skipanir, heldur enn at fyri halda seg til, hvat ið gongur fyri seg í havinum, herundir hví tilgongdin av toski og upsa síðani 2010 so at siga er kollapsað.

Heima hjá okkum kjakaðust pápi og eg ofta um føroysku fiskivinnuna. Pápi plagdi, at siga at fiskifrøðingar eru helst teir, sum vita mest um fisk, men trupulleikin kemur av, at samlaða vitanin mest sannlíkt er ov lítil.

Mest sannlíkt hevði pápi rætt, og tí skal tað verða mín vón, at farið verður at kanna og granska nógv meira í hesum viðurskiftum, soleiðis at ávirkan av ymiskum viðurskiftum, herundir av alingini, verður partur av viðgerðini og ráðgevingini framyvir.

Meinhard Jacobsen, fiskivinnuverkfrøðingur.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eg fekk ongantíð svar uppá hesar spurningarnar, tí Havstovan hevði ikki ánilsi av tíð, og nógvum afturat, tildømis hvar kom tann stóri toskurin á bannkanum frá, har var ongantíð nakar yngul ella smáur toskur ella hýsa, ein stovnur sum tekur feil 60 til 70 % av øllum stovnsmetingum teir koma við, gerða meira skaða enn gagn, øll sum fylgja við vita at tað eru nógv fleiri dømir.

Her eru 2 dømir frá toskinum á Føroya banka

https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=826&catid=7&Itemid=180
https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=919&catid=7&Itemid=180

Hvar kom fiskurin frá

Føðin sveik seinast í 80inum, og fyrst í 90inum var ongin toskur, hýsa ella upsi, at fáa við Føroyar, og gýtingar stovnurin, hevði ongantíð verði so lítil tey seinastu 100 árini. Men í 1994 til 97 kom nógvur 50-80 cm toskur inn á Føroysku grunanar.
Fiskifrøðingar søgdu í 95 at tað var nógvur toskur her. Men onga frágreiðing hví ella hvar toskurin kom frá.
Fiskifrøðingar hava síðani 2005 sagt at gýtingar stovnurin av toski er søguliga lítil. Men í 2010-11 bleiv so ónatúrliga nógv av 1 og 2 ára gomlum smáfiski W- og N-fyri, sí kunngerð 94 frá 2011. Har blivu fleiri stór økið stongt í nakrar mánaðir. Tí at útróðrarbátar fingu so nógvan smáfisk har. Tað er einastu ferð, at eitt økið er friða fyri húk, vegna ov nógvan smáfisk. Aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti í 2011, var allur fiskurin burtur.

Á sumri 2015 byrjaðu snellu og trolbátar aftur at fáa góðan og feitan fisk, sum var 50 – 75 cm langur, og nakað av størri fiski. Fleiri útróðrarmenn halda at tað er hesin fiskurin sum er komin aftur nú.
Eitt sum er áhugavert er at nógvur svartkalvi bleiv at fáa á djypri vatni 2-3 ár áðrenn fiskurin kom aftur í 1994 og eisini nú.

Yvurfisking hevur altíð fingið skyldina. Men aftaná at flotin næstan er burtur, byrja fiskifrøðingar at lurta eftir fiskimonnum, og eisini kanna natúr viðurskiftini.
Um man hyggur fleiri 100 ár aftur í tíðina, so sær man ár góð fiskiár og ár við fiskaloysi. Tað vísir seg at, tað eru bert onkrir góðir árgangir, sum koma undan. Kanska 1 – 2 av hvørjum 10. Og tað er sum oftast tá gýtingar stovnurin er sera lítil.

Lítil gítingarstovnur, nógvur fiskur. – 24.fo

Nú mugu frøðingarnis svara, tað skylda teir vinnuni og føroya Fólkið

Nakrir spurningar, ið eiga at verða kannaðir betur.
Vóni at Havstovan kemur einum við svarið

  • Etur makrelurin yngulin. ?
  • Etur sildin eggini. ?
  • Reka egg og yngul við streyminum og blíva burtur. ?
  • Er tað hitin í sjónum, sum er galið við. ?
  • Hvar bleiv smáfiskurin av, sum var her í 2011 ? – Fiskurin er stórur og feitur hvar hevur hann fingið føði ? –
    Er tað føðin sum toskurin nú komin aftur eftir. ?
    Vestmanna 27. 01. 2016
    Eyðun Hansen
  • Tá Vesturfarið kom í toskarok í 1994
    Øll vita av, at fiskaríði hevur verði vánaligt seinastu 10 árini. Nú sær betur út við toska fiskaríðnum og veiðitrýsti er so at siga onki. Meiningin við fiskidagaskipanini var frá byrjan av, at fiskidagatalið ikki skuldi broytast á hvørjum árið, men Havstovan royndi frá fyrsta árið at broyta skipanina.
    Vesturfarið var keypt til Vestmannar í dec 1993. Eftir drúgva umvæling av motorinum, var fari,
    15.04.1994, royndartúr N W úr Mýlingi. Teir vóru einasti trolbátur sum var úti tá, hinir lógu allir inni vegna fiskaloysi.
    Vesturfarið fiskaðu í 11⁄2 døgn 18,5 tons av góðum toski. Royggi á toskinum var myrkt. Tað var ringt at kryvja, av tí at nakað av smásteinum vóru í maganum á fiskinum. Eina viku seinni vóru ongir smásteinar í maganum. Tað er gomul vitan, at tá ið toskur hevur steinar í maganum, er hann komin úr dýpinum ella áðrenn hann fer av grunninum.
    Vesturfarið var fyrsta skip, sum fekk tosk tá ið toskurin kom aftur í 1994. Aftaná fóru allir trolbátanir út og í rokfiskaríð. Síðani fingu eisini partrolarnir rokfiskaríð. Onkur sigur at tað var gott fiskarí N í
  • geiranum dec.93, men tað vigraði illa. Eg kenni ov lítið til línu, men havi hoyrt at tað seinni bleiv gott fiskaríð hjá teimum. Hesi tvey seinastu eri eg farin at kanna meira.
  • Eg havi eisini tosa við ein kendan útróðrarmann, sum segði at í sep 93 settu teir 24 stampar á 5 stk, W, fyri tað vóru 18 hýsur á og nakrir smáfiskar. Teir landðu 44 pund, 1,9 pund uppá stamipin.Tað var ikki fyri agn. Síðani var fari við snellu. Eg fái meira at vita frá honum
  • Havstovan manglar nógva vitan har, og hetta skuldi verði kanna nú av tí at toska fiskaríði er í stórari uppgongd nú. Hvar kom toskurin frá? Og hvar kemur hann frá nú ?
  • Einasti møguleiki fyri at fáa javnt fiskaríð, er at tað er nógv føði altíð.
  • Fyrst í apríl 1994 var ongin trolbátur úti, vegna fiskaloysi
  • Eyðun Hansen
  • Vestmanna 23 07 2015

Eyðun Hansen updated the description.
Fyrisitari
Top Contributor
· 6. August 2014 ·
Eg vil stovna hendan bólkin,fyri at fáa fiskimenn at siga frá tá ið fiskurin kom aftur.
Og hvussu tað riggaði við at kvota var sett á.
Í 2014 stovnaði eg hendan bólin
Í 1992 søgdu fiskifrøðingarnir, at fiskurin ikki kom aftur fyrr um eini 5-6 ár, men hettar fingur teir ikki rætt í, tí fiskurin kom aftur í apríl 94. Tað bleiv nógvur toskur.
Hesin eg havi tosa við sigur, at teir koyrdu út á Nevinum, suður ígjøgnum Eystara kant og vestureftir sunnanfyri kassan, 60 gradir 41, á Munkagrunninum. Hettar var seint á summarinum og teir fingu skít fult av toski. Støddin var 2 og 3-arir. Tað bleiv selt í Schrabster og fingu teir kr. 12 fyri kg.
Í 1995 royndu teir á Suðuroyarbanka, har fingu teir 100 kassar av toski í hálinum og væl av upsa var eisini í.
Tað bleiv fiska á uml. 100 til 200 favnar dýpi og hesin fiskurin var myrkarin enn hann annars plagar at vera.
Spurgdi viðkomandi, um tað er av ovurfisking at eingin fiskur er at fáa í dag? Svarið var klárt og tíðiligt NEI.
Hann meinar at orsøkin er, at alt ov stórur partur av føroyagrunninum er stongdur, tað eru eingi økir at fiska á longur. Og í ́80 vóru nógv fleiri skip sum fiskaðu afturímóti nú. Hann helt, tað mundi vera fiska við eini 70 trolum í senn fyrr, og tað eru bert 9 torl í dag, so illa ber til at samanbera nú og tá. Tað er heldur eingin sum veit um fiskurin veruliga er burtur, tí eingin sleppur inn á tey stongdu økini at royna.
Lurtaði á Norðlýsinum eftir sendingini, sum var frá fiskivinnufundinum á Sjómannadegnum. Har hoyrdi eg fiskifrøðing siga at eingin visti av, at fiskurin kom aftur í 1994. Hettar er ikki rætt sum hann sigur. Í des. 92 var ein grein í Sosialinum við mær og Helga Fossdal, har vit vildu vera við at fiskurin fór at koma aftur skjótt, tí tað var so nógv æti í sjónum. Tað gekk uml. 11⁄2 ár, so var toskurin aftur. Fiskiføðingarnir skrivaðu aftur ímóti okkum, at stovnarnir vóru so nógv niðurfiskaðir, at tað fór at ganga minst 5 ella 6 ár áðrenn fiskastovnurin
kundi koma fyri seg aftur.
Síðst í ́80 og fyrst í ́90 var einki æti at síggja á ekkoloddinum. Tað samsvarar við, at tað var lítið av fiski fáa tá og at í ́92 var nógv æti at síggja og fiskurin kom aftur.
T.v.s. At tað er náttúruviðurskiftini sum hevur støðsta týdning fyri hvussu fiskaríði er.
Eg havi tosa við nógvar menn og teir siga ALLIR at teir vænta at fiskurin kemur skjótt aftur. Allir siga orsøkina til teirra meting vera, at tað er nógv æti og nógvur fuglur er at síggja aftur.
Spurgdi teir eisini, um tað var eitt gott hugskot at goyma toskin, tá nogv er til? Fleiri trektu uppá smílibandi og onkur flenti. Eingin helt at hettar ber til. Teir halda at tað er at fiska toskin tá hann er her, tí vit vita ikki nær æti ikki meir. Toskurin sum alt annað ferðast har har sum æti er.
Ein fortaldi, at hann hevði lisið, at í 1620 høvdu prestar biðji um størri garðar, orsaka av”dårligt fiskeri” Tað hevur neppa veri av yvirfisking.
Tað var lítið av fiski at fáa mitt í ́70 , men onkur hevur sagt mær, at nógvur fiskur kom aftur í ́78. Eg kundi hugsa mær at fingið meiri at vita um hettar, so tað hevði verið gott um fortaldi mær okkurt.

Eyðun Hansen
Vestmanna

0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2024

Føroyar og Noreg hava 12. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024.

Samráðingarnar vóru merktar av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum lækka komandi ár. Tí varð ein niðurskurður gjørdur í kvotunum, sum londini lata hvørjum øðrum.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12%. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 vera eisini broyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.600 tons, og kvotan av brosmu verður 1.300 tons, sum er 200 tons lægri enn í 2023. Kvotan av øðrum fiskasløgum lækkar eisini við 200 tonsum – úr 800 tonsum niður á 600 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvoturnar frá Noreg kunnu føroysk skip eisini fiska tosk og hýsu í norskum sjógvi, sum eru fingin til vega í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.700 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan sjógv at fiska, sum er ein øking á 450 tons í mun til í 2023. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2024 53.600 tons. Hendan atgongdin var 50.000 tons í 2023.

Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Føroyar og Russland hava í dag gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund.

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar. Hetta merkir, at toskakvotan minkar við 20% og hýsukvotan við 18%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.

Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í tráð við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7% lækking fyri norðhavssild og 5,5% lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar við 3.000 tonsum, sum er ein nakað lægri hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.

Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.

Russisk skip hava í 2024 ikki atgongd at fiska í Serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.

0 FacebookTwitterPinterestEmail