Home Uncategorized

Uncategorized

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir miðal.

Hetta skrivar Havstovan

Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024).

Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal.

Sum í vár, vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og eru tað nógv ár síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum.

Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.

Toskur, hýsa og upsi verða stovnsmett seinni í ár í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, og verða hesi úrslit almannakunngjørd 29. november 2024.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Kelda: Havstovan 16/09-2024

Toskur á LandgrunninumHýsaUpsiLonga

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Altjóða Alzheimerdagur er leygardagin 21.september. Í hesum sambandið verður skipað fyri tiltaki í Reinsarínum um demens.

Kunnað verður um tilboð til borgarar við demensi og avvarðandi teirra, og til ber at fáa eitt prát við starvsfólk, sum arbeiða innan demensøkið í Føroyum.

Umboð fyri kommunur, demensklinikkina, Alzheimerfelagið, Almannaverkið og Beran eru til staðar.

Skráin er henda:

11.00 Vælkomin við Eyðfríð L Jacobsen,  stjóra 

11.15 Demensur og útgreinan av demens, Tormóður Stórá, yvirlækni

12.00 Tíð at virka ímóti demens. Tíð at virka ímóti Alzheimer, Naina Túgvustein, forkvinna Alzheimerfelagið

12.15 Granskingarverkætlan, Maria Skaalum Petersen, granskari

13.00  Demenskórið, Sangfuglarnir framføra 

13.30 At vera avvarðandi, Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

14.00 Landsdemenssamskipan við Marjuni Restorff, deildarleiðara

14.30 Kommunal demenssamskipan, Diana og Barbara, Demensdepilin

15.00 Dagtilboð í Almannaverkinum, Súsanna Crooks, leiðari

15.15. Sangur við Lív Michelsen, Fimmboga Lisberg og Atima Feodora

15.30 Takk fyri í dag – Ingun Eidesgaard, eindarleiðari

Fyriskiparar eru Heilsu – og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Norðoya Bú – og heimatænastu og Nánd.

Kelda:torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sum næst størsta kommuna og býur í landinum hevur Klaksvík serligar skyldur, men eisini serligar møguleikar at vera virkin og mynda samstørv, bæði inneftir í kommununi, úteftir við aðrar kommunur, í landshøpi og út um landoddarnar.

Tað var eitt úrslit av góðum samstarvi við útlendskar grunnar og Sjúrð Skaale fólkatingslim, at partur av fíggingini til okkara nýggja mentanarhús, Varpið, varð útvegaður.

Somuleiðis var okkara sera góða samstarv við FSF ein avgerandi fortreyt fyri, at fígging varð fingin til stadion við Djúpumýru.

Skálagarður var úrslit av góðum samstarvi við lokalu vinnuna, Almannaverkið og landsstýrið, og hetta sama samstarv hevur ríkað kommunu okkara við fleiri landsstovnum og -tænastum so sum Gloym meg ei, Heimið við Mylnutún, við Garðavegin, við Jústabrekku osfr. osfr.

Minniliga tiltakið Royal Run við Hansara Hátign Fríðriki Kongi, sum tá var krúnprinsur, var eisini úrslit av framúr samstarvi við danska kongshúsið og lokalar eldsálir í Treysti.

Norðhavnin gjørdist veruleiki við lógvataki saman við lokalu vinnuni og landsstýrinum.

Soleidis kundi eg hildið á at nevnt dømi um týdningin og vinningin av góðum samstørvum, sum Klaksvíkar kommuna hevur fingið gagn av.

Sum Frímund Hansen førdi fram í grein nú ein dagin, so hevur Klaksvíkar kommuna sum næst størsta kommuna í landinum eisini eina skyldu til at mynda og vera virkin í kommunalum samstørvum, tí einans við at vera virkin har, avgerðirnar verða tiknar, fáa vit ávirkan – til frama fyri bæði kommunu og land.

Eisini uttan fyri landoddarnar liggja møguleikar fyri mennandi samstørvum, eitt nú innan vinabýasamstørvini hjá kommununi.

Tíðin er nú búgvin at leggja orku í at endurnýggja verandi samstørv og kveikja nýggj samstørv til tess at røkka nýggjum málum fyri Klaksvíkar kommunu.

Latið okkum saman taka lógvatak um at flyta Klaksvíkar kommunu og enn longur fram á leið.

Eg eri fúsur at taka við ábyrgd saman við øðrum, um eg fái veljarans álit til tað.

Klaksvík, 10. september 2024

Jógvan Skorheim

0 FacebookTwitterPinterestEmail

21. september er Altjóða Alzheimerdagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltaki í Reinsarínum í Tórsgøtu frá klokkan 11 til 16.

Tað er Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur tikið stig til tiltakið í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Nánd og Norðoya Bú og Heimatænastu.

Nógvar áhugaverdar framløgur vera á skránni og tónleikaframløgur vera eisini. Høvi verður at hitta umboð fyri stovnarnar og felagsskapirnir og at fáa eitt prát.

Framløgurnar eru

·       Demensur og útgreinan av demens, Tórmóður Stórá , yvirlækni 

·       Alzheimerfelagið,  Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum

·       Granskingarverkætlan, Maria Skaalum Petersen , granskari

·       At vera avvarðandi, Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

·       Landssdemenssamskipan v Marjun Restorff, Demensklinikkin

·       Kommunal demenssamskipan, Diana J Strøm og Barbara S Djurhuus, Demensdepilin

·       Dagtilboð í Almannaverkinum , Súsanna Crooks,  leiðari Almannaverkið

Kelda: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hall á 117 milliónir eftir skatt – lívfrøðiliga støðan er góð

Botnurin fór undan laksaprísinum, meðan verkfall var í Føroyum. 

Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 388 milliónir krónur, meðan tað eftir skatt var eitt hall á 117 milliónir krónur. Tøkugjaldið var 84 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár og 196 milliónir fyri fyrra hálvár í ár, samanborið við 30 milliónir annan ársfjórðing í fjør og 68 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

Tøkan í Føroyum var 10.226 tons og 11.366 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 8.658 tons og 7.343 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum og lúsatølini eru framhaldandi metlág. Lívfrøðin í Skotlandi hevur somuleiðis verið góð, og har gav virksemið eitt rakstrarúrslit á 113 milliónir krónur.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

” Laksaprísurin var óvanliga høgur fram til hálvan mei, men fall síðani ógvusliga fram til juli. Samanfallið við drúgva verkfallið viðførdi, at heili 4.000 tons vórðu flutt til munandi lægri laksaprís, aftaná at verkfallið var endað. Tá var altjóða laksaprísurin fallin við umleið 50 NOK/kg. At vit funnu ILA í tveimum ringum í Vági í mai, hevur eisini viðført stórt fíggjarligt tap. Fiskurin mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin. Tó eru vit fegin um at ILA ikki er staðfest í øðrum aliringum, hvørki í Vági ella aðrastaðni. Seinasti laksurin av hesi útsetingini á Vágsfirði verður tikin ímorgin – og so liggur fjørðurin tómur nakrar mánaðir, áðrenn nýggjur árgangur verður settur út aftur.

Stórar útbyggingar eru gjørdar av smoltstøðunum hjá Bakkafrost seinnu árini. Hetta kemur nú til sjóndar við at størri og betri smolt verða sett út enn áður. Stóru smoltstøðirnar eru ein avgerandi liður í at betra dygdina av alivinnuni enn meira í Føroyum.

Fóðurframleiðslan varð eisini hart rakt av verkfallinum, sum viðførdi munandi lægri rávøruveiting til fóðurframleiðsluna. Eini 60 túsund tons lækking í rávørumóttøku í mun til  sama tíðarskeið í fjør, og er hetta sjálvsagt ein ógvuliga stórur missur.

Í Skotlandi hava vit sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í alingini og hevur hetta riggað væl higartil í ár. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð og fellið munandi minni enn tey seinastu árini. Eins og í Føroyum, hava vit sera gott tak á lúsini, okkara nýbrótandi viðgerðarhátti við feskvatni at takka. Eisini er framgongd á smoltstøðini í Applecross, har vit loksins rokna við at byrja tilgongdina at veita stór dygdargóð smolt í fjórða ársfjórðingi í ár og framyvir.

Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár eru ikki eins góð, sum áður hildið. Fyri at tryggja okkara kappingarføri, hava vit tískil sett fleiri sparitiltøk í verk. Hetta merkist serliga í Skotlandi, har vit í juli lótu virkið í Stornoway aftur.”

Roknskapurin fyri annan ársfjórðing 2024 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Kelda & mynd: Bakkafrost tann: 26.08.2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri, hevur 23. august klipt reyða snórin til nýggju innandura skjótihøllina hjá Føroya Politi og høllin er nú innvígd.

Skjótihøllin tikin í nýtslu

Mynd: Bjørg W. Simonsen

Í samband við innvígsluna var ein móttøka hildin í Norðadali, har miðlar, samstarvsfelagar, jørðeigari, Arktisk Kommando og onnur luttóku.

Skjótihøllin hevur verið leingi ávegis, og høvuðorsøkin er, at tað er umfatandi og kostnaðarmikið at byggja eina slíka høll. Samlaði kostnaðurin fyri høllina er umleið 14 milliónir krónir.

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, segði hesi orð um nýggju høllina: “Jeg ved, at det er en skydebane, som I har glædet jer meget til at tage i brug. Jeg ved, at den er tiltrængt. Vejrforholdene på Færøerne er en udfordring i forhold til at afholde udendørs tjenesteskydning. Nu har i de træningsfaciliteter I fortjener. Tak til alle ansatte i Færøernes politi for det fantastiske arbejde. I kan være stolte af jeres arbejde og stort til lykke med den nye skydebane.”

Indvielse af indendørs skydebane

Justitsminister Peter Hummelgaard indvier den nye indendørs skydebane.

Fredag den 23. august indviede Justitsminister Peter Hummelgaard den nye indendørs skydebane 20 minutters kørsel uden for Torshavn. Skydebanen blev indviet med deltagelse fra medier, samarbejdspartnere, grundejer, arktisk kommando med mange flere.

Skydebanen har været lang tid undervejs blandt andet på grund af investeringens størrelse. Den samlede omkostning for hallen er cirka 14 millioner.

Justitsminister Peter Hummelgaard gav skydehallen nogle ord med på vejen: “Jeg ved, at det er en skydebane, som I har glædet jer meget til at tage i brug. Jeg ved, at den er tiltrængt. Vejrforholdene på Færøerne er en udfordring i forhold til at afholde udendørs tjenesteskydning. Nu har i de træningsfaciliteter I fortjener. Tak til alle ansatte i Færøernes politi for det fantastiske arbejde. I kan være stolte af jeres arbejde og stort til lykke med den nye skydebane.”

Mynd: Bjørg W. Simonsen
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Samandráttur frá kunningarfundinum fyri útróðrarbátar

Fitt av fólki møtti til almenna kunningarfundin ætlaður vinnuligum útróðrarbátum í bólki 5 í Bakkastovu tann 22. august 2024. Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum varðar av málsøkinum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá, hví fundurin varð settur á skrá.

Í fjør sendi Sjóvinnustýrið útróðrarbátum boð um at lata seg sýna, soleiðis at til ber at fáa siglingarloyvi, eins og tað er ásett í Fráboðan F. Í hesum sambandi hava fleiri útróðrarbátar sett seg í samband við Sjóvinnustýrið um at fáa sýna bátin. Samstundis hevur Suðurstreymoyrar útróðrafelag víst á, at krøvini til útróðrarbátar eru ov strong og í fleiri førum óneyðug. Krøvini í Fráboðan F eru bygd á norðurlendsa bátastandardin, og fevna m.a. um hallroynd, akseltrekk, ávingarskipanir, el-sløkkingarskipanir o.s.fr. 

Landsstýrismaðurin vísti á, at ynski er at lyfta trygdina á sjónum – eisini trygdina hjá útróðrarbátum. Kortini kunnu ábøtur gerast í mun til krøvini, og endamálið við fundinum var m.a., at útróðrarbátar fáa høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og eygleiðingum.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, greiddi frá um útróðrarflotan, sum í miðal er meir enn tredivu ár. Av útróðrarbátum, sum eru mettir at vera vinnuligir, siglir væl meir enn helvtin uttan siglingarloyvi. Hans Johannes á Brúgv greiddi frá, at gongdin er vanliga, at bátar byrja sum frítíðarfør, sum koma í bólk 5B og síðani í bólk 5A. Í Føroyum eru eingi krøv til frítíðarbátar ella útróðrarbátar, sum ikki eru at meta sum vinnuligir. Tað merkir, at fyri fleiri verður útróðrarbáturin fyrst sýnaður nógv ár eftir, at hann er bygdur og møguliga umbygdur til útróður. Hans Johannes á Brúgv vísti á, at Sjóvinnustýrið ynskir at fáa viðurskiftini hjá útróðrarbátum upp á pláss, og at vinnuligir útróðrarbátar fáa siglingarloyvi sambært Fráboðan F.

Í framløgu greiddi Eyðun Anthoniussen, leiðari á sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum, frá um Fráboðan F, og Jógvan Hentze, sýnsmaður á Sjóvinnustýrinum, greiddi frá um, hvussu sýn fer fram. Eisini greiddi Ragnar Groth Mortensen frá um, hvussu hansara útróðrarbátur varð sýnaður. Ragnar Groth Mortensen vísti í hesum sambandi á, hvørji krøv hann metti vóru skilagóð, og hvørji vóru í so nógv av tí góða.

Í millum framløgurnar og aftaná var kjak. Útróðrarmenn førdi fram, at útreiðslurnar í sambandi við sýn av vinnuligum útróðrarbátum stóð ikki í mát við inntøkurnar, sum fleiri av útróðrarbátunum hava. Samstundis mettu fleiri av útróðrarmonnunum, at viðurskiftini vóru nóg trygg, tí bjargingarútgerðin umborð er í lagi. Eisini varð víst á, at tað er umráðandi, at tað er greitt, hvussu Sjóvinnustýrið fremur sýn, og hvørji krøv verða sett útróðrarbátum. Eisini varð ført fram, at tað er umráðandi, at krøvini knýta í trygdina á sjónum, og at Sjóvinnustýrið ikki bara setur krøv fyri at seta krøv – tí tað stendur í reglunum. Viðurskiftini eru nóg trygg, og tað er ikki neyðugt við fleiri krøvum, sum skulu haldast við líka og hava útreiðslur við sær. At enda førdi Suðurstreymoyar útróðrarfelag fram, at felagið metir ikki, at Fráboðan F skal galda fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum. Fyri hesar útróðrarbátar er lóg um bjargingarútgerð nóg mikið og hóskandi. Felagið heitti á Landsstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum um at broyta reglurnar samsvarandi.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri sjónarmið og eygleiðingar og vísti á, at Sjóvinnustýrið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið lurta og hyggja at, um reglurnar um sýn og krøv til útróðrarbátar eru skynsamar. Samstundis heitti Landsstýrismaðurin á útróðrarbátar, sum framvegis ikki hava latið seg sýna um at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið fyri at avtala sýn

Kelda: uvmr.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Innflutt var fyri 5,1 milliard krónur fyrra hálvár 2024. Tað er góð 14 prosent ella 852 millónir krónur minni enn fyrra hálvár 2023.

Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,1 milliard krónur. Innflutningsvirðið minkaði 852 milliónir krónur.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

https://hagstova.fo/fo/tidindi/innflutningurin-minkadur-852-millionir-kronur-fyrra-halvar-2024?px-web-graph=41b638ccdd967aa5360ab2be3dc178b4

Talva frá Hagstovu Føroya

Januar – juni 2023/2024

Kelda:Hagstova Føroya

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 271 millión krónur, ella sløk 11 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 119 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.        
 

Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar

Januar – juni 2023/2024

 januar – junimunur
 20232024mió. kr.%
Tilsamans5.966,95.114,6-852,4-14,3
Endalig nýtsla2.550,52.279,5-271,1-10,6
Nýtsla í framleiðsluni2.128,92.009,8-119,2-5,6
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak694,2642,3-52,0-7,5
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð121,9121,1-0,8-0,6
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni751,8679,1-72,7-9,7
Vevnaður; klædnavørur; skógvar96,7126,129,430,4
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur243,6203,7-39,9-16,4
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur29,829,80,00,1
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur182,8200,017,29,4
Tað almenna; hervald og annað8,27,8-0,5-5,5
Fastar bruttoíløgur1.287,4825,3-462,1-35,9

Kelda:Hagstova Føroya

Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum. 

Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:

  • Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
  • Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
  • Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.

Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.

Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Perssyni Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Herfyri var aðalfundur í Prestafelagi Føroya.

Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ið kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur.

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram. Hon stóð ikki fyri vali hesaferð.

Nýggj í nevndini er Steintóra Gleðisheyg Joensen. Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Perssyni Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

https://www.folkakirkjan.fo/ 07.07.2024 TÍÐINDI

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts