Home Útvaldar greinar

Útvaldar greinar

Øll, sum arbeiða langt heimanifrá, hava serskipanir. Tí er tað skeivt at leggja eftir ávísum bólkum av okkara sjófólki.

Serskattaskipanir hava sínar orsøkir, men í flestu førum er talan um serskipan, har arbeiðið er langt heimanifrá.

Kann nevna nøkur dømi:

Vit í almennum starvið og fólk í privatum starvi fáa umframt lønina, skattafríar dagpengar fyri hvønn dag, vit eru í útlandinum í arbeiðsørindum. Skattafríu dagpengarnir svara til sjómannfrádráttin.

Fólk, sum hava langt at koyra til arbeiðis, fáa skattafrían koyripening frá landinum.

Er neyðugt at hava eyka bústað á arbeiðsstaðum, fær viðkomandi skattafrítt fyri dupult húsarhald.

Um ein siglir við fiskiskipi, fær ein sjómannafrádrátt fyri løn, sum er vunnin á sjónum, tvs tá ein er burtur heimanífrá.

Um sjúkrarøktarfrøðingur ella hondverkari arbeiðir í Norra, rindar viðkomandi bara norskan skatt, sum er lægri enn tann føroyski.

Persónar, sum sigla undir FAS-skipanini, rinda flatskatt, sum reiðaríðið fær aftur.

Persónar, sum sigla undir DIS, hava nettoløn og rinda ikki skatt. Hetta er avtala, sum landsstýrið gjørdi, tá lønirnar á donskum farmaskipum vórðu lækkaðar, svarandi til skattin.

Fólk, sum sigla við øðrum farma- ella veitingarskipum hjá útlendskum reiðaríði, fáa skattafrádrátt fyri inntøku, sum er forvunnin, meðan tey eru burtur. Skattafrádrátturin svarar til skattafríu dagpengarnar, sum fólk í arbeiðsørindum uttanlands, fáa.

Her havi eg nevnt nøkur dømi. Landsstýrið hevur útmerkað seg við at velja út bólkar. Av bólkunum, eg nevni omanfyri, ætlar samgongan at leggja eftir tveimum av omanfyrinevndu, nevniliga sjómenn, sum sigla við ikki donskum farma- og veitingarskipum, og so okkarar fiski-monnum og kvinnum.

Hetta fyri at fíggja ein skattalætta, sum serliga vit vælbjargaðu, td. tingfólk, deildarstjórar og fulltrúðar skulu fáa.

Landsstýrisins uppskot um at minka um sjómannfrádráttin er órímilig í mun til allar aðrar skipanir fyri fólk, sum arbeiða langt heimanifrá.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sitandi sosialistiska samgonga sýnir ein ófatiligan illvilja móti okkara høvuðsvinnum, alivinnuni og fiskivinnuni. Tær skulu undirdýkjast í skattum og avgjøldum og øðrum forðingum og fótonglum

Sosialisman skjótt kostað okkum 1000 arbeiðspláss

Mynd: 24.FO

Uml. 400 arbeiðspláss eru sett í vanda á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum og uml . 250 arbeiðspláss umborð á fiskiskipum í Barentshavinum. Soleiðis setir sitandi sosialistiska samgongan uml. 650 góð og trygg arbeiðspláss í vanda í okkara høvuðsvinnum. Við hesum missa kanska uml. 650 familjur sítt fíggjarliga tilverugrundarlag og landskassin missir 100 tals milliónir. Aftrat hesum koma nógv arbeiðspláss í avleiddum vinnum.

Hetta eru júst fólk, sum vinstrivongurin sigur seg skulu arbeiða fyri – fiski- og verkafólk. Samgongan hóttir nú teirra tilverugrundarlag. Hevur samgongan nýggj arbeiðir at bjóða teimum, ella skulu tey koma við hattinum í hondini og biðja um sosialistiska olmussu ? Er tað kanska tann djúpara meiningin við hesum politikkinum ?

Fyrr í summar minkaði Bakkafrost um sínar íløguætlanir í Føroyum fyri ístaðin at vaksa um íløguætlanirnar í Skotlandi. Eisini her vóru tað broyttu fortreytirnar við hækkaðum tøkugjaldi saman við manglandi visiónum hjá politikarunum sum vóru orsøkin. Tá mistu vit 100 arbeiðspláss av landinum og íløgur fyri 5 milliardir.

Skandalir í kø

Skandalirnar hjá hesi samgonguni hópa seg upp, og vit hava neyvan sæð tað síðstu enn. Teir ikki bara fjerna verandi arbeiðspláss, men forða eisini fyri nýggjum framtíðar arbeiðsplássum. So ólukkurnar standa í kø og allar eru sjálvgjørdar. Áðrenn vit hava vent okkum, eru vit 1000 arbeiðspláss fátækari alt íroknað !

Hevur landstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang eitt boð uppá hvar hesar 100 tals milliónirnar skulu koma frá ? Skulu fleiri fólk uppí ALS ? Hvat við vallyftunum um lønarlyft og styttri arbeiðsviku? Trúgvi nógv fáa stutta arbeiðsviku ófrívilliga. Skulu Palleba og Marsanna knokkroytast enn meir? Hevur hon sum ein borgarligur politikkari veruliga samvitsku til at vera partur av hesum skandalustýrinum ?

Landstýrismaðurin trýr ikki vinnuni

Landstýrismaðurin í vinnumálum Høgni Hoydal trýr ikki stjóranum á Bakkafrost, tá hesin sigur, at við hækkaða tøkugjaldinum verða uml. 400 arbeiðspláss sett í vanda. Landstýrismaðurin í vinnumálum veit betur enn vinnan sjálv og sigur, at tað sømir seg ikki stjóranum at koma við slíkum hóttanum móti vanligum arbeiðsfólki og tosar niðursetandi um stórkapitalin.

Sosialistisku hógvarnir koma tíðiliga til sjóndar. Sterku og framkomnu fyritøkurnar skulu knokkroytast í skattum og avgjøldum og ofrast á sosialistiska altarinum. Tær skulu gerast veikar og tannleysar, so landstýrismaðurin fær alt vald. Kosta hvat tað kosta vil. Stórkapitalurin skal vekk, tí hann hevur ov stórt vald. Alt vald til landstýrismannin.

Havnastongsulin

Havnastongsulin fyri russiskum skipum hevur stórar avleiðingar fyri okkum. Fyrstu úrslitini hava vit longu sæð, men samgongan letst ikki um vón. Havnastongsilin kostar arbeiðspláss og 100 tals milliónir í mistum inntøkum. Meðan Normenn steingja nakrar týdningarleysar havnir, steingja vit allar havnir.

Berlingske Tidende hevur gjørt áhugaverda greining av handilssamstarvinum millum Europa og Rusland. Niðurstøðan er, at nógv meir flótandi gass verður keypt úr Ruslandi nú enn áðrenn kríggið.

Skal hinvegin skunda mær at siga, at eg førdømi øll kríggj.

Avleiðingar kring alt landið

Hesin sosialistiski politikkurin – um hann blívur gjøgnumførdur sum ætlað – fær stórar negativar avleiðingar kring alt landið á flestu arbeiðsøkjum. Hetta hevur fólkaflokkurin so ofta ført fram. Men eisini Tórshavn, har hendan samgongan hevur sítt tilverugrundarlag merkir nú sviðan. Mistar inntøkur frá trolarum, mistar inntøkur til Tórshavnar Havn, mistar inntøkur frá tænastuvinnum av ymsum slag, veitingarvinnum, proviantering, catering, ja enntá matstovuvirksemi fer at merkja sviðan.

Hetta er júst tað, sum vit í fólkaflokkinum altíð hava sagt. Fiskivinnan og alivinnan eru grundsúlurnar undir øllum. Leggja vit fótonglar fyri tær, so ávirkar tað alt samfelagið fyrr ella seinni.

Vónandi broytir samgongan sín illvilja móti okkara høvuðsvinnum og øðrum vinnum eisini.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Missa vit yvir eina milliard krónur ?

Nú russar ætla at boykotta innflutning av føroyskum uppsjóvarfiski, kann hetta saman við havna stongsli, raka Føroyar meint. Hesi tiltøk kunnu eisini raka fátøk menniskju í Afrika, sera meint og er hetta eisini beint mótið ST áheitanum, um ikki at blanda matvøruframleiðslu, tað verið seg korn ella fisk uppí sanktiónir mótið russum. Tað sær út til at sosialistisku flokkarnir, saman við framsøkn ætla at køva føroyska framleiðslubúskapin, og sum fyri tað mesta liggur uttanfyri havnina

Russiska tíðindatænastan TASS sigur, at útflutning úr Føroyum í 2022 var einans 71.500 tons og er hetta eitt fall uppá góð 50% frá 2018, tá var talan um ein útflutning uppá 144´000 tons.

Somuleiðis skrivar TASS, at danskir miðlar bóru tíðindir um, at russar fáa forboð fyri at viðlíkahalda teirra skip á føroyskum skipasmiðjum. Bara viðlíkahaldsarbeiði, proviantering og bunkring gerð, sambært kendum vinnulívsmanni í høvuðsstaðnum, at vit missa umleið 700 milliónir krónur í umsetning á landi. 

Um vit ikki kunnu finna nýggjar marknaðir fyri okkara útflutning av uppsjóðarvørum, so rakar hetta manningar og framleiðslu á landi meint. Her fara vit at missa 100´ tals milliónir í útflutningsvirðið.  Tí kennist tað løgið, at man politiskt letur standa til. Vit sum land hava hall á fíggjarlógini og hava vit eisini strukturuelt hall uppá fleir 100´tals milliónir, tí undrar tað almikið at politikara og verkamannaflokkurin ætlar at niðurlaga búskapin við langt omanfyri einari milliard krónum. Arbeiðarin og sjómaðurin hava trong kor hjá verkamannaflokkinum.  

Eg havi valt at seta nøkur brot úr eini grein her á Norðlýsinum sum Pól Huus Sólstein, Stjóri skrivar. Hann  hevur selt uppisjóðarfisk í mong ár og kennir hendan marknaðin út og inn.

Um svartkjaftin sigur hann: “tað verður eitt tap; bæði við tað at vit megna ikki at skapa sama virði sum Russar burturúr tíð tilfeinginum, og tær vørurnar sum vit skulu framleiða, ikki sleppa til Russland. Veit ikki heilt, men kostnaðurin fyri onki Barentshav, er í minsta lagið 100 mió kr.  Pól Huus Sólstein, Stjóri

Føroyingar fiska á leið 100.000 tons árliga av Sild. Sildin verður seld til ymsar marknaðir, men serliga er Russiski marknaðurin týðandi fyri hesa vørur. Serliga tá tað snýr seg um flak. Sjálvandi eru tað marknaðir uttanfyri Russland, sum eftirspyrja sild og sildafløk, so sum Polen, Ukraina, Egyptaland, Nigeria v.m. Men tá nú Russland hevur keypt bróðurpartin av sildini, so skal hendan nøgdin seljast aðrar vegir her metir hann at vit missa á leið 150-200 mió kr, tí vit fáa minni fyri vøruna enn tá vit selja til Russlands. Pól Huus Sólstein, Stjóri

Føroyar hava seinastu árini fiska áleið 120.000 tons av makreli. Her er søgan tann sama. Ein stórur partur av makrelinum, sum er framleiddur á landi í Føroyum, fer til tann Russiska Marknaðin. um vit ikki kunnu selja til Russland, so eru møguleikar í Egyptalandi, Nigeria og Kina. Tá tosað vit eisini um ein heilt annan prís. Her metir hann at vit missa vit umleið 240 mió kr. Pól Huus Sólstein, Stjóri

Frá útflutningi til heimamarknaðin

Sambært Tass, so siga russiskir myndugleikar, at minkandi innflutningur úr Føroyum ikki er nakar trupulleiki, tí tey bara kunnu exportera minni og nýta meira av egnum fiskatilfeingi í innlendis framleiðsluni og harvið hava nokk av fiskavørum til heimamarknaðin.  Hetta viðførir so, at afrikanski marknaðurin sum russar hava uppbygt fer at mangla fleiri 10.000 tons av svartkjafti, sild og makreli og fer hetta at føra til eina enn meira kritiska støðu hjá afrikanska fólkinum. ST hevur ferð eftir ferð sagt at vit ikki skulu nýta matvørur sum “sanktións” vápn móti Russlandi. Tí hetta rakar tey veikastu í verðini.

Førdi politikkurin í Føroyum kann føra til at vit kunnu missa inntøkur fyri meira enn eina milliard krónur og samstundis vita vit ikki hvat støðan hjá Russlandi er til okkara fiskivinnusamstarv.

So alt í alt kann førdi politikkurin føra til týðandi ávirkan á okkara búskap og raka fiskimenn og arbeiðsfólk á uppisjóðarvirkjunum kring landið meint. Í fyrstu syftu fer hetta ikki at raka høvuðsstaðin, men hava stóra ávirkan á kommunur og búskapin kring alt landið og fyri tað fólk í har livur og virkar. Hetta fær neyvan minstu ávirkan á støðuna á vígvøllunum í Ukraina.

Lækkan av búskapinum við 1,2 milliardum krónum

Sum støðan er nú, so fara vit at missa útvið 500 milliónum krónum um russar fara at stongja teirra marknaðir fyri okkara uppisjóðarvørum. Um havnastongsulin fer at halda áfram, so missa vit áleið 700 milliónir krónur innan tænastuvinnurnar. Hvat sigur landsstýriskivinnan í fíggjarmálum til hesi øgiligu tiltøk sum er munandi meira vitfevnd enn hjá øllum øðrum londum og als ikki í tráð við tað sum ST ynskir.

Hvat hevur russiski sjómaðurin og kvinnan á einum russiskum fiskavirkið gjørt okkum?. Bæði tað russiska fólki og tað ukrainska fólkið hevur upp gjøgnum tíðina verið fyri øgiligum ágangi, bæði av kommunismuni og nazismuni. At niðurlaga virksemið  hjá føroyska fiskimanninum og øllum teimum sum arbeiða innan skipasmiðju vinnuna og tænastuvinnuna til føroysk og útlendsk skip, fer ikki at gera lívið lættari hjá ukrainska fólkinum. Tað er bara ein skilagóður vegur fram, og tað er samhandil og interaktión millum tjóðir og fólk. Alt annað er dømt til at miseydnast. Tí skulu vit sum fyrrverandi løgmaður segði bjóða okkum fram til at verða partur av teimum sum vilja royna at fáa frið í lag millum Russland og Ukraina. At standa og taka selfies uttan at hava gjørt nakra sum helst roynd at koma við alternativum friðaruppskotum má kennast løgið. Diplomatisku evnini hjá vesturheiminum hava svikið fullkomiliga. Neyðugt er at vit í norðurlondum saman við Frankaríki og Týsklandi fáa gongd á veruligar friðartingingar.

Óli M. Lassen, stjóri

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nógv fólk var samankomið á vestaru bryggju tá GADUS kom flaggskrýddur inn á Klaksvík, har hornorkestrið eisini spældi. Stórt hátíðarhald var á bryggjuni og var fish and ships eisini at fáa í netastovuni sum JFK eigur saman við øðrum.

Tað var Edith Johnsson ið doypti nýggja flakatrolaran, ið eisini kann fiska eftir rækjum. Borgarstjórin helt røðu fyri skipinum og framtaksstjórin hjá JFK Hanus Hansen, helt eisini røðu, eftir hetta var tjóðsangurin sungin av Ingibjørg Hansen, eftir hetta beyð Jógvan Hansen, stjóri í JFK fólkið at vitja umborð á stásiliga trolaranum. 24FO.NEWS ynskir reiðarínum bestu eydnu við nýggja skipinum.

Óli M. Lassen

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Vit eru við eitt vegamót sum land. Borgarar hava altíð havt álit á okkara kommunulæknaskipan og okkara heilsuverkið, men nógv bendir á, at so er ikki longur. Um vit í einum mini vælferðarsamfelag ikki megna at fáa eitt heilsuverk at virka,  soleiðis at borgarar eru tryggir og nøgdir við heilsuverkið so kunnu vit bert ímynda okkum hvussu torført hetta er í stórum londum við longum avstandum millum politiska myndugleikan, stjórn, amt, kommunur v.m. Eg skal her ikki koma nærri inn á arbeiðsbyrðuna og vaktplanir hjá kommunulæknunum, men vit kunnu staðfesta at um vit høvdu eina eitt sindur meira fleksibla kommunulæknaskipan høvdu vit í dag fleiri sera dugnaligar kommunulæknar sum nú bara sita og bíða og sleppa ikki til arbeiðis orsaka av “byrokratiskum málsligum barrierum”.

Í okkara landi sær út til at Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og  kommunulæknaskipanin ikki koma á mál við at fáa eina vaktarskipan at virka. Somuleiðis sær út til,  at sjúkrarøktarfrøðingar eisini eru partar í málinum ella trætuni um hvussu læknavaktin skal virka og skipast.

Heilsutrygd má hava eina læknafagliga leiðslu

Lat okkum koma til kjarnuna í málinum og tað er, at fyri tað fyrsta so skal heilsutrygd hava eina læknafagliga leiðslu sum kann stýra kommunulæknunum. T.v.s. at ein kommunulækni við drúgvum royndum skal setast sum leiðari, “samskipari” av kommunulæknatænastuni hjá heilsutrygd.

Tá vit koma til sjúkrahúsverkið, so er eisini neyðugt við neyvum mannagongdum og ábyrgdarbýti millum kommunulæknar og serlæknar í heilsuverkinum. Hetta merkir, at um ein kommunulækni ávísir ein persón til serlækna á LS so hevur hesin lækni plikt til at taka sær av viðkomandi persóni.

Tað ber ikki til at fólk koma til kommunulæknan og siga frá sjúku í hálsinum og har kommunulæknin sendir sjúkling til LS og serlæknin á LS sigur, at tað er ikki neyðugt at koma til konsulatión har. Hetta ber als ikki til og eru ábendingar um, at hetta hevur havt álvarsligar fylgjur fyri fleiri krabbmeinssjúklingar. So her mugu verða púra greiðar mannagongdir. At um ein sjúklingur verður ávístir til serlækna av kommunulækna, so skal hesin taka ímóti sjúklinginum uttan drál og metingar sum verða gjørdar uttan at hava sæð sjúklingin.

Er eingin játtan tøk, so skal hetta upplýsast

Læknar hava givið eitt læknalyftið og skulu teir eisini upplýsa sjúklingin soleiðis, at hesin hevur bestu møguleikar at blíva frískur og yvirliva og fáa bestu viðgerð. Hetta merkir, at um sjúklingur er álvarsliga sjúkur og landsins myndugleikar – politikararnir ikki hava játtan tøka til sjúkraviðgerð, so skal læknin, vísandi til læknalyftið, sjálvandi siga við sjúklingin, tú sleppur ikki til viðgerðar uttanlands og til Danmark nú, tí eingin játtan er tøk. Tí vil eg siga við teg, at um tú hevur fíggjarliga orku, so vil eg mala tær til, at søkja hjálp á privatum sjúkrahúsið sum skjótast, tí hetta kann økja tínar møguleikar fyri at yvirliva munandi betur.  

Hugsa tær, um hetta er veruleikin í Føroyum í dag, at sjúklingar ikki verða upplýstir um hesi viðurskiftir ? .

Góði lesari um 24.fo ella 24fo.news  veruliga fær vind í seglini og eg velji at seta ferð á hesa netávís so skal tú verða tryggur við at vit neyvt fara at fylgja gongdini innan Føroyska heilsuverkið. Vit hava nógvar dugnaligar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar og heilsustarvsfólk. Men tað ber ikki til at smávegis ósemjur og logistikistur trupulleikar gera at okkara heilsuverk ikki virkar optimalt. 

Í Danmark hava tey bygt fleiri supersjúkrahús og longu nú, eru greiðar ábendingar um, at hesi ikki virka optimalt, bæði hvat viðvíkur bygging og logistiskum viðurskiftum v.m. .   

24.fo Óli M. Lassen

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Politiets Efterretningstjeneste offentliggør i dag den årlige vurdering af terrortruslen mod Danmark. Den største terrortrussel mod Danmark og danske interesser kommer fortsat fra personer, der sympatiserer med militant islamisme. Der er dog visse forandringer i trusselsbilledet, og for første gang introducerer Center for Terroranalyse begrebet ’hybridisering’, der dækker over en stigende tendens i Vesten og i Danmark.

Terrortruslen mod Danmark er fortsat i niveauet ”alvorlig”, og det er fortsat millitant islamisme, der udgør den væsentligste terrortrussel mod Danmark og danske interesser i udlandet. Det vurderer PET’s Center for Terroranalyse (CTA) i den årlige ”Vurdering af Terrortruslen mod Danmark”.

Terrortruslens karakter ændrer sig dog i disse år, hvor nye tendenser ser dagens lys. Som noget nyt introducerer CTA i dette års trusselsvurdering begrebet ’hybridisering’, der dækker over en sammenblanding af såvel traditionelle ideologiske og religiøse som ikke-ideologiske narrativer, udtryk og fremgangsmåder hos nutidige ekstremister.

”Vi kan se, at det er en stigende tendens i Vesten og i Danmark, at enkeltpersoner i højere grad sammensætter en cocktail af deres egne verdens- og fjendebilleder, som er præget af ideologiske og religiøse forestillinger, men som også suppleres af konspirationsteorier, ekstrem voldsfascination og helt nære personlige forhold som fx psykiske lidelser,” siger Michael Hamann, der er chef for CTA.

Det er samfundsmæssige strømninger og den teknologiske udvikling, der skaber forudsætningerne for, at ekstremistiske narrativer i højere grad sammensættes af enkelte individer. Især den teknologiske udvikling og internettet har gjort det nemmere og hurtigere at finde inspiration til at sammensætte og videreformidle egendefinerede verdens- og fjendebilleder.

Flere trusler mod myndighedspersoner

En anden tendens er en øget polarisering i det politiske system i flere lande i Vesten. Udviklingen er blandt andet karakteriseret ved en øget normalisering af konspirationsteorier, der flettes sammen med og påvirker etablerede politiske narrativer og påstande om illegitime magteliters politiske dominans.

Denne udvikling kan i sammenhæng med øget hybridisering af trusselsbilledet have potentiale til at påvirke, mobilisere og radikalisere ikke blot eksisterende ekstremister, men også aktører, der ikke tidligere er sat i forbindelse med ekstremisme og dermed have en afsmittende effekt på terrortruslen.

Effekten er bl.a. en stigning i antallet af trusler mod folkevalgte og myndigheds- og fagpersoner i flere lande, herunder i Danmark. En del af truslerne finder inspiration fra ekstremistiske verdenssyn og virtuelle miljøer, men kan også have udspring fra personer, som ikke i forvejen var associeret med ekstremisme.

”Vi har observeret, at der særligt online er sket en skærpelse af retorikken rettet mod specifikke personer som fx folkevalgte eller visse fagpersoner, som kommer til at fungere som fælles referencepunkter for især antimyndighedsekstremister. Vi lever i et åbent demokrati, hvor man selvfølgelig kan udtrykke kritik af magthaverne. Lovlig politisk virksomhed har selvsagt ikke PET’s interesse, men vi har blik for de afledte effekter af den skærpede retorik, der kan have betydning for trusselsbilledet,” siger Michael Hamann.

CTA vurderer, truslerne kan medvirke til at inspirere eller legitimere, at påvirkelige personer – herunder personer med psykiske lidelser – handler voldeligt mod målet for truslen.

”Truslernes omfang og karakter kan resultere i en såkaldt chilling effect, hvor enkeltpersoner fravælger at tage del i den demokratiske debat eller bestride et offentligt hverv af frygt for trusler, intimidering eller chikane rettet mod dem selv eller deres familie. Samlet set kan det potentielt udfordre og medvirke til at erodere centrale forudsætninger for vores demokrati,” siger Michael Hamann

Læs ”Vurderingen af Terrortruslen mod Danmark 2023”

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í gjár legði Open Doors World Watch List fram kring heimin. Tað er listin yvir lond, har harðskapurin móti kristnum er størstur. Tað eru 30 ár síðani listin sá dagsins ljós. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá okkum vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.

Norðurkorea.

Norðurkorea er aftur á fyrsta plássi á World Watch Listanum í 2023, meðan Afganistan er fallið fleiri pláss eftir at hava verið á fyrsta plássi í fjør. Hóast talið av kristnum, ið verða jagstrað, ikki er broytt í mun til í fjørð, eru týðilig tekin um, at styrkin í jagstranini er vaksin seinasta árið.

“Kina sniðið” breiðir seg.

Nógv lond søkja íblástur úr Kina, har stýrið, við Xi Jinping á odda, roynir at lýsa av nýggjum, hvat menniskjarættindi eru. Londini royna at herma eftir væleydnaðu umsjónini, sum Kina hevur á tjóðini og eftir búskaparvøkstrinum í landinum.

Íblásturin hevur breitt seg til lond bæði í Landsynningsasia og Miðasia. Tá ið londini byrja at apa seg eftir umsjónini, ið Kina hevur og teirra áskoðan á mannarættindi, eftirapa tey eisini áskoðanina á kristin, sum eina hóttan ímóti stjórnini. Jú meira tey kristnu royna at halda fast við síni frælsisrættindi, tess meira trýst leggja myndugleikarnir á tey. Tey kristnu verða sædd sum ein hóttan ímóti tjóðartrygdini. Kirkjur verða stongdar, og kristin verða handtikin

Støðan í Latínamerika versnar.

Nikaragua stígur inn á World Watch Listan í 2023 og tekur talið av latínamerikanskum londum á listanum upp á fýra. Fyri bara trimum árum síðani var Kolumbia tað einasta latínamerikanska landið á listanum. Bæði Kolumbia, Kuba, Meksiko og Nikaragua eru fl utt upp á listan í 2023.

Korrupt og óvirkin stýri í Latínamerika hava givið brotsmannabólkum rásarúm, sum jagstra kristin, ið eru ímóti brotsgerðum. Jagstranin sæst ofta sum ógvuslig álop, og í ringasta føri verða kristin fólk dripin. Í Nikaragua og Kuba kúga stjórnirnar kristin, ið verða sædd sum mótstøðufólk ímóti landsins kommunistisku skipan.

Tey góðu tíðindini – størri tolsemi í Flógvastátunum.

Tað eru ikki bara ring tíðindi á World Watch List 2023. Í londum sum Barain, Sameindu rabisku emiratunum og Egyptalandi er ein glæma av ljósi í myrkrinum. Í Egyptalandi er størri dentur á tjóðskaparligan einleika, og í Barain og Sameindu arabisku emiratunum á tolsemi. Tað er ein mótvekt til radikala islamismu, og tað gevur størri vinsemi til tey kristnu. Í øllum londunum er haturstala móti útlendskum kristnum ikki loyvd.

Vilt tú vita meira, kanst tú fara á: https://www.opendoors.dk/wwl2023…

Kelda

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Spurningurin er um vit fáa eina borgarliga samgongu, eina loysingarsamgongu, eina sosialistasamgongu ella vit fáa eina samríkjasamgongu. Møguleikarnir eru fleiri. 

Umframt omanfyri nevndu kann hugsast at Framsókn í sigst verða ein borgarligur flokkur framvegis velur at arbeiða saman við sosialistaflokkunum. Ein annar møguleikið sum ikki er nevndur her, er at ein breið samgonga verður gjørd  við fleiri flokkum høgra, vinstra, loysing samband. Tað sum er sera áhugavert er hvussu valið hjá Fólkaflokkinum verður og um Sjálvstýrið kemur inn um tinggáttina eru enn fleri valmøguleikar.

Hendan greining er gjørd partvís eftir veljarakanningini hjá spyr.fo – kvf.fo tann 14-11-2022

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tað er einki minni enn skelkandi at hoyra røddir í tí almenna rúminum tosa um at Føroya land skal umhugsa at slíta sítt væl virkandi og væl roynda samstarv við Russland á fiskivinnuøkinum.

Vit ásanna at hetta er eitt samfelagsligt og búskaparligt mál ið føroyingar eiga at taka í størsta álvara. Gera vit eitt mistak her, kunnu avleiðingarnar av tí gerast verri enn mong ímynda sær.

Verandi samhandil millum Føroyar og Russland er als ikki í javnvág, sum annars hevur verið ført fram frá landsins ovastu politisku leiðslu — hesin samhandil er munandi meira til føroyskan enn russiskan fyrimun, eins og hagtøl og aðrar upplýsingar greitt vísa.

Hetta fiskivinnusamstarv hevur heilt síðan byrjan í 1977 bygt á — og ger tað framvegis — at russarar fáa til høldar ódýran og proteinríkan fiskamat meðan føroyingar afturfyri fáa búskaparligt og fíggjarligt avkast og arbeiðspláss.

Okkara fiskiveiðisamstarv við Russland umfatar í høvuðsheitum sínámillum fiskirættindi umframt veitingar av føroyskum havna-, flutnings- og goymslutænastum v.m. til russisk skip.

Hetta samstarv gevur árliga tí føroyska búskapinum umleið 1,2 milliardir krónur í øktum umsetningi (2021). Tí undrast vit eisini yvir at nakar føroyingur í fullum álvara kann virka fyri og mæla til at tveita alt hetta fyri borð uttan nakað veruligt at seta inn ístaðin — kanska bert fyri at flagga fyri umheiminum at Føroyar vil veittra moralskan peikifingur móti einum stórum landi sum kríggjast? Um hetta er av “prinsippiellum” orsøkum, sum sagt verður, hví veittra vit tá ikki eisini móti øðrum ið hava kríggjast enn meira oyðandi og drápiliga?

Boykotta ikki mat

Um ein havnastongsul frá føroyskari síðu skuldi verðið settur í verk av “etiskum” orsøkum, so merkir tað eisini í veruleikanum at føroyingar — sum kanska heimsins einasta tjóð — vilja forða fyri veitingum av lívsneyðugum matvørum til fátøk lond. Hevði tað verið etiskt rætt?

Eins og onnur harmast vit um alt vápnað stríð sum fer fram og tær líðingar tað hevur við sær, og vit vóna at kríggið í Ukraina fær ein enda so skjótt sum møguligt. Tó stendur greitt at flest øll heimsins lond eru samd um at matvørur eiga ikki at verða raktar av revsitiltøkum vegna ósemjur og kríggj. Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, segði fyri nøkrum vikum síðan at ST arbeiddi fyri at fáa semju við USA og ES um at vinna á forðingum fyri at russiskar matvørur og handilstøð náa út til heimsins marknaðir. Hann segði at tey londini sum settu revsitiltøk í verk móti Russlandi vegna innrásina í Ukraina høvdu gjørt greitt at tiltøkini ikki vóru galdandi fyri matvørur og handilstøð. Sjálvt Russland og Ukraina kundu eisini semjast um at ukrainskur útflutningur av korni skuldi ikki forðast hóast kríggið.

Russaraskip og frystitrolarar

Allur samhandil snýr seg um at geva og fáa. Hóast summi fyri tíðina tykjast hava ilt við at skilja hetta, so hanga virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum sjóøki og havnum og fiskiveiðin hjá føroyskum frystitrolarum í Barentshavinum óloysiliga saman. Okkara tænastur og veitingar til russaraskipini gera at teirra fiskiskapur og flutningur av fiskavørum á okkara leiðum yvirhøvur ber til. Steingja vit fyri hesum, so gevur tað ikki longur meining fyri russisk skip at fiska og umlasta á okkara leiðum; so fellur teirra áhugi fyri føroyskari uppsjóvarkvotu sjálvandi eisini burtur, og tað hevði samstundis borið í sær at botnfiskakvotan hjá føroyingum í russiskum sjógvi fór fyri bakka.

Ein slík púra óneyðug vanlukka fyri okkum, av berum óumhugsni ella ódugnaskapi, hevði verið ófyrigevilig. Tí er tað bráðneyðugt nú at vit gera okkum greitt hvussu hetta hongur saman, og tað er í grundini einfalt: Vilja vit av við russaraskipini, so missa vit eisini okkara trolaraflota í Barentshavinum. Eingin ivi er um tað. Og missa vit okkara frystitrolarar — Várharra forbjóði tí — so hvørvur eisini ein ógvuliga specialiserað vinna, sum hevur tikið mong ár at byggja upp og verður í praksis ómøgulig at endurreisa.

Metta mong

Samstarvið millum Føroyar og Russland um fiskirættindi inniber at russarar fáa umleið 100 túsund tons um árið av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi, og føroyingar fáa afturfyri umleið 24 túsund tons av toski v.m. í russiskum sjógvi. Sjálvt um nøgdirnar á uppsjóvarfiskinum vit lata russarum eru væl størri, hevur hesin fiskur eitt lægri marknaðarvirði enn tann botnfiskur vit fáa frá teimum. Her er eisini vert at undirstrika at hesin uppsjóvarfiskur sum russar veiða fer einans til matnað, til fólk ið ikki hava ráð at eta dýrari fisk.

Umlastingar og líknandi virksemi hjá russiskum skipum í føroyskum havnum umfataði í fjør so mikið sum 325.000 tons, tað er stívliga tríggjar ferðir tey 100.000 tonsini sum russarar fiska í føroyskum øki. Talan er um svartkjaft og annan uppsjóvarfisk sum teirra skip fiska ymsastaðni og sum verður avskipaður umvegis Føroyar til Russlands og afrikansk lond — proteinríkar, ódýrar matvørur til fólk sum eru lutfalsliga fátøk, og tey eru mong sum fáa mettuna av hesum.

Høgt søluvirði

Virðið á tí russisku kvotuni av uppsjóvarfiski frá okkum lá í fjør tilsamans um 334 milliónir kr., meðan okkara botnfiskakvota frá russarum í Barentshavinum íroknað rækjur var verd umleið 550 mió. kr. Her er talan um virði í rundari vekt, sum merkir at virking umborð ikki er tikin við; um hon eisini verður roknað uppí, er virðið á kvotuni har sambært okkara meting umleið 770 mió. kr.

Hetta kann roknast út við støði í avrundaðum miðaltølum frá avreiðingum í fjør. Men her má samstundis havast í huga at virðið á okkara kvotu í Barentshavinum er longu munandi hækkað síðan í fjør, væl meira enn hvat ið virðið á tí russisku uppsjóvarkvotuni í føroyskum sjógvi eisini er økt.

Botnfiskurin vit veiða í Barentshavinum — serliga toskur, tó eisini nakað av hýsu og flatfiski umframt rækjur — verður frystur og pakkaður umborð, og umleið tveir triðingar av fiskinum verður eisini virkaður til flak umborð. Avreiðingarprísurin á sjófrystum toskaflaki hevur í 2022 ligið um einar 80 kr. fyri kg., meðan kiloprísurin á kruvdum og avhøvdaðum sjófrystum hevur ligið um einar 35 kr. Síðstnevndi fiskur verður latin føroyskum flakavirkjum og fær soleiðis hægri virði og er samstundis við til at skapa vinnuvirksemi og arbeiðspláss á landi.

Leggja nógv eftir seg

Leggja vit avreiðingarnar hjá teimum føroysku frystitrolarunum saman við umsetningin av føroyskum vøru- og tænastuveitingum til russisk skip í føroyskum havnum, fær okkara samfelagsbúskapur umleið 1,2 mia. kr. inn frá fiskivinnusamstarvinum við Russland. Tá taka vit hvørki avleitt virksemi, arbeiðspláss ella skattainntøkur við, ei heldur útflutning av føroyskum fiskavørum til tann russiska marknaðin. Vit tosa við øðrum orðum um ein rættiliga stóran og týðandi part av grundarlagnum fyri fíggjarlógini hjá Føroya Løgtingi.

Russisk skip leggja so mikið eftir seg í samfelagnum at talan er um vøru- og tænastukeyp fyri fleiri hundrað mió. kr. um árið, hóast vit so gott sum einki keypa frá russarunum. Upplýsingar og lyklatøl frá okkara egna virksemi saman við tilfari vit hava savnað frá týðandi føroyskum veitarum og myndugleikum vísa at russisk skip keypa vørur og tænastur frá føroyingum fyri umleið 435 mió. kr. um árið (2021).

Størsti partur av hesum er brenni- og smyrjiolja, harnæst vøru- og tænastukeyp umvegis agency feløgini so sum brúgva- og havnagjald, loðs- og sleipibátaveitingar,  lossing og vørugoymsla, sjóvegis flutningur í sambandi við ‘russarafisk’, vørugjald, proviantur, fiskireiðskapur, umvælingar, tænastur í sambandi við manningarskift so sum hotell, taxakoyring og flogferðir.

Áhugamál Føroya

Við tílíkum búskaparligum virksemi á landi fylgir eyðvitað ymiskt avleitt virksemi. Hartil er talan um arbeiðspláss tengd at hesum veitingum umframt at fiskiskapinum í Barentshavinum, og skattainntøkurnar av øllum.

Millum mest eyðsýndu arbeiðspláss her teljast frystitrolararnir, hvørs skiparar og manningar vinna stórar inntøkur til seg og síni og sum vitiligt rinda kommunum og landinum nógvan skatt. Ganga vit út frá at hesi skipini hava øll dupulta manning, so er talan um eini 200 ársverk bara har. Familjurnar hjá hesum sjófólki kunnu ivaleyst roknast millum tær mest keypisterku í samfelagnum og eru tí eisini við til at uppihalda nógvum handils- og tænastuvirksemi ið vendir sær til húsarhald og privatpersónar.

Onnur arbeiðspláss á landi sum okkara fiskiveiðisamstarv við Russland er við til at tryggja, finnast eitt nú á teimum flakavirkjum ið keypa inn frystan fisk frá frystitrolarunum, men eisini hjá teimum ymisku tænastuveitarunum.

Samanumtikið kann eingin ivi vera um at áhugamál Føroya eru best tænt við at halda fast um verandi fiskiveiðisamstarv við Russland.

Karl-Erik Reynheim

stjóri, Faroe Agency

0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 25. juni 2022 á 24fo.net

Nevndararbeiðið

24 juni 2022 skrivar Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, at hann hevur valt at skifta stýrið í Bústøðum út.

Orsøkin sigst verða vantandi stev og arbeiðslag.

Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen. Allir í Tórshavnar Kommunu.

Á pappírinum sær hetta út til at verða ein valkvalifisera nevnd, og har landsstýrismaðurin hevur gjørt sær ómak við at seta ein nevnd við kendum fólkum innan vinnu og jura v.m. . Vónandi hava tey í hesi nevnd størri virðing fyri nevndararbeiði enn leiðsla og starvsfólk í einum stórum felag í kommunurnar eiga.

Tó undrar tað, at tað í Fólkafloksháborgini norðanfjørðs, ikki finnast fólk ið verða mett egna at verða í nevndini hjá Bústøðum. Hetta ber boð um, at “musikala støðið” í høvuðsstaðnum man verða so sum so. Tó er at vóna at nevndin brennir fyri at menna bústaðarmarknaðin.

Í Norðoyggjum er verulig fer á alternativum íbúðarbygging og komandi árin verða útvið 300 fleiri alternativar íbúðir í Norðoyggjum. Fleiri privatar verkætlanir eru í gongd og eisini saman við Bústøðum. Sum nevnt so eru fleiri á veg og vísur hetta, at vit eisini her eru i front.

Óli M. Lassen, stjóri

siviløkonomur

Grein flutt inn her 20 okt 2022
0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts