Home Útvaldar greinar

Útvaldar greinar

Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, ikki minst seinastu tíðina, men nú verður farið undir at víðka um hølini.

Á myndini síggjast Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

“Hóast tað er lutfalsliga stutt síðani at farstøðin á flogvøllinum varð tikin í nýtslu, so hevur hon í roynd og veru verið ov lítil frá fyrsta degi”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “veruleikin er, at hon er teknað til eina aðra tíð, tá flogførini vóru helvtina minni enn tey nýtt verða í dag, og tað gevur sum vera man avbjóðingar”.

Í gjár skrivaðu Articon og Vága Floghavn undir sáttmála um at byggja viðførismóttøkuna í floghavnini út.  Talan er um bæði lendisarbeiði og byggiarbeiði.  Fyrireikingarnar eru komnar nakað áleiðis og farið verður undir arbeiðið í næstum.

“Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 m², verður víðkað til 620 m², samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr um sløkum 40 m upp í umleið tvífalda longd”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn. “Hetta er veruliga ein tiltrongd útbygging og síggja vit fram til at veita viðskiftafólkum okkara eina munandi betraða tænastu, tá arbeiðið eftir ætlan verður liðugt til háárstíðina komandi summar.

Á myndini síggjast Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

kelda og mynd fae.fo 18.08.2022

0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 25. juni 2022

Sum eitt nýmótans og framkomið samfelag so er neyðugt við fleiri alternativum á íbúðarmarknaðinum í Føroyum. Tað er nógv tos og lítil handling aftanfyri, tað sum mangan er at hoyra um truplu íbúðarstøðuna hjá bæði ungum og gomlum.

Óli M. Lassen siviløkonomur

Skal íbúðarmarknaðurin broytast er neyðugt við nýhugsan og alternativum loysnum og broytan av lóggávuni á fleiri økjum. Er ynski at eldri borgarar skulu kunna flyta úr egnum sethúsum í minni íbúðir, so er neyðugt at byggja alternativt.

Bæði ung í Føroyum og tey í lesa uttanlands vildu havt nógv lættari við at búleikast her, um íbúðarmarknaðurin hevði hóskandi tilboð til hesi fólk. Ynskja vit fólkavøkstur og ein dynamiska íbúðarmarknað, so er neyðugt at koma í gongd.

Grein frá juni 2016

Bæði privat og alment

Tað má gerast áhugavert hjá privatum at gera íløgur í íbúðarblokkar, samstundis skulu Kommunur, møguliga saman við privatum ella almennum íleggjarum kunna stovnseta feløg, ið eiga og reka stórar íbúðar eindir.

Tað eru fleiri íbúðarháttir og eigaraformar ella leiguformar í kunnu nýtast: partaeigarar íbúðir, almannagagnligar leigu íbúðir, íbúir í ein eigur sjálvir, og har “íbúðarfelagið” fær gjøld fyri íbúðina og ikki ein peningastovnur. Tað er nógvur kapitalur í Føroyum og tí skuldi verið møguligt hjá privatum at gjørt íløgur innan íbúðarbyggjan og rakstur av íbúðarblokkur.

Lóggávu um íbúðareindir.

Nýggj lóggáva má gerast,  soleiðis at tað skal bera til at fáa rentustuðul og mvg frítøku av hesum serligu íbúðarfeløgum, hetta fyri at leigarar skulu fáa eina hóskandi húsaleigu, og fyri at hetta eisini kann gerast eitt áhugavert íløguøkið hjá íleggjarum.

Nógv ferð á búskapinum og stórur tørvur á betraðum íbúðarviðurskiftum

Tað eru nógvir samfelagsbólkar ið ynskja ein annarleiðis íbúðarmarknað og sjálvt um tað er nógv virksemið í samfelagnum og búskapinum sum heild, so er neyðugt at handla meðan tað er momentum í samfelagnum.

Tá arbeiðsloysið hóttir og búskaparlig stagnatión er, tá er ov seint at tosa um alternativar loysnir. Samfelagsliga fyriheldur tað seg júst øvugt av tí sum mangan verður ført fram, at tá lágkonjunkturur er, skal tað almenna v.m. økja íløgur og virksemið. Hetta er als ikki møguligt í ringum tíðum, tí valferðarmaskina skal koyra við lækkandi samfelagsinntøkum, tí hevur eitt samfelag sum tað føroyska ikki neyðugu styrkina til at føran tílíkan politikk.

Tað er nú meðan alt stendur í fagrasta blóma, at vit skulu seta ferð á alternativa íbúðarbygging til gleði fyri øll tey sum hava eitt ynski um at fáa eina íbúð sum tey megna at gjalda og eru glað fyri at búgva í.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 13. november 2017

Tað var reiðarafelagið sum setti gongd á alla tilgongd at fáa okkum nýggj makrel rættindi. Hetta var gjørt av formanninum í Føroya Reiðarafelag Viberg Sørensen og Árni M. Dam, skrivara í Reiðarafelagnum. Dagliga leiðslan í Reiðarafelagið arbeiddi eisini við at hetta skuldi koma øllum reiðaríum / skipabólkum tilgóðar – tað var jú kreppa hjá fleiri reiðaríum.

Tað er hugaligt, at vit nú loksins fáa innlit í parta av okkara vinnusøgu. Hetta er tað stórstað nýbrot í føroyskari fiskivinnusøgu at vit fóru frá bert at fiska eini 15.000 tons til 18.000 tons av makreli gjøgnum millumlanda avtalur, til at fiska 150.000 tons undir  Føroyum sum vit einvegis ásettu okkum. Hetta førdi til at vit samstundis hava bygd trý nýmótans uppisjóðarvirkir. Hetta er eitt týðandi og slóðbrótandi arbeiði í vinnan og framskygd fólk í reiðarafelagnum hava slóða fyri. Hetta er ein týðandi súla undir okkara búskapi og ein nýggja vinnan, nevniliga framleiðsla av uppisjóarfiskið á landi. Hetta ein sólskinssøga.

Ein dagin eg var inni hjá Reiðarafelagnum í 2009 segði formaðurin í Reiðarafelagnum við meg “at vit mugu fara at fiska makrel”, eg segði við Viberg er nógvur makrelur undir Føroyum og hann svaraði, at tað var sera nógvur makrelur undir Føroyum. Hetta var púra nýtt fyri mær og eins og so nógvum øðrum.  Tí var tað einki minni enn eitt bragd, tað sum teir í Reiðara-felagnum megnaðu, nevniliga at sannføra politiska mynduleikan um, at vit sjálvir skuldu áseta okkum eina stóra makrelkvotu inni hjá okkum sjálvum og leysir av øllum øðrum. Bæði Noreg, Íslandi og EU. Hetta kravdi stórt áræði.

Aðalfundur í Reiðarafelagnum Her er mynd av nevndini: Óli M. Lassen eykalimur fyri Johannus M. Olsen

Árni M. Dam vísir í hoyringsskrivinum til Vinnunevndina á, at reiðarin og skiparin úr Klaksvík Kristian Martin Rasmussen, var góður í ráðum tá teir arbeiddu við at gera framløguna og greina ferðingarmynstrið hjá uppisjóðarstovnunum o.a. .

Árni M. Dam sigur eisini at Jacob Vestergaard stóð stinnur tá hart leikaði á, og tað eigur hann rós uppiborið fyri. Eisini var næstformaðurin í Føroya Reiðarafelag Jósvein Knudsen, sáli, sera áhugaður í hesum arbeiði og var hann ein hollur stuðul hjá Viberg sigur Árni M. Dam í viðtalu við 24.fo .

Hetta skrivar Árni M. Dam – Á Facebook 24.fo hevur fingið loyvi at endurgeva tað her.

Brot úr framløguni:

Um vit føroyingar halda okkum eiga rætt til meira tilfeingi enn okkum er tilluta so er alneyðugt at gera arbeiði fyri at vísa á, at so er.

Vit er noyddir at verða so væl fyrireikir til samráðingarnar at vit tosa til sunna fornuft, hjá pørtunum vit hava avtalu við.

Um tað ikki røkkur, eru vit noydd til at takað orðatakið hjá oljuvinnuni til okkum, ið sigur: 

“The only way to find oil is by drilling”

Grein løgd út av: Óli M. Lassen, reiðari & ábyrgdarstjóri á 24.fo

Makrelframløgan viðløgd niðast í hesi grein.

Viberg Sørensen hevur givið mær loyvi til at viðhefta framløguna her, og er tað einastu ferða at framløgan er úti alment.  Árni M. Dam

Árni M. Dam skrivar

Havi akkurát lurta eftir sendingini “prát við Jacob Vestergaard” í Metis frá 07-11-2017, har Jacob tosar um byrjanina uppá stríði um makrelin.

Eg vil bara rætta Jacob Vestergaard, tá hann segði at stríði byrjaði við “Norður konponentinnum”. Tað arbeiði sum Viberg Sørensen setti í gongd í apríl 2009, hevði einki við Norður komponentin at gera. Norður komponentin var bara ein tvistur millum Norra og Føroyar. Og sum í besta fall hevði givið okkum nøkur fá 1.000 tons afturat, at Embætisverki hjá Jacob Vestergaard arbeiddi við at fáa størri part av hesum, vistu vit ikki av fyrr enn seinri.

Tað Viberg Sørensen tók avgerð um, var at vit skuldu hava meira í sjálvari strandalanda avtaluni, og tað var eisini tað alt arbeiði bygdi á.

Seinast í juni 2009, ella uml. 2½ mðr. eftir at arbeiði byrjaði, sótu eg og Viberg og gjøgnumgingu framløguna, tá vit síggja at Jacob Vestergaard kemur gangandi fram við Reiðarafelagnum ávegis út í Tinganes, og Viberg letur eitt vindeyga upp, og rópar á Jacob, og biður hann koma innar. Tað var fyrstu ferð at Jacob Vestergaard, fekk innlit í tað arbeiði, sum vit høvdu gjørt í Reiðarafelagnum.

Jacob Vestergaard bleiv sera áhugaður í hesum og uml. Tvær vikur seinri kom hann aftur við embætismonnunumog tá minnist eg, at Viberg segði, tá hann beyð teimum vælkomnar – at vit báðir høvdu gjørt ein frakka til teirra at verða í, tá samráðingar einaferð fóru at byrja aftur, tí tað var lívsviktugt at verða væl ílatin. Tá teir høvdu sæð tað, sum var víst teimum, vóru ongar viðmerkingar, bara spyrjandi eygnakøst. Tá vit seinri í ólavsøkuvikuni fóru á Havstovuna og høvdu eina framløgu har. Einasta viðmerkingin teir høvdu var at framløgan var ov long – og arbeitt bleiv við at stytta framløguna fram til framløgudagin 17 august 2009, og vit fingu stytt framløguna, uttan at broyta boðskapin, úr 100 síðum niður í 65. Áðrenn vit fóru avstað aftur av Havstovuni spurdi Viberg, um teir nú meintu at vit áttu meira av makreli, og hann fekk svarið, ja eini 2% meira.

Viberg Sørensen hevur givið mær loyvi til at viðhefta framløguna her, og er tað einastu ferða at framløgan er úti alment.

Eg haldi, at Viberg Sørensen bleiv marginaliseraður í samrøðuni, tí tað er fyrst og fremst honum at takka fyri, at kravið um meira makrel kom ílag.

Jacob Vestergaard skal hava rós fyri, at hann stóð sterkur við kravinum um meira makrel, men tað sum hendi aftaná, at makrel stríðið var av, er ein katastrofa.

At enda í samrøðuni við Metis, sigur Jacob Vestergaard – orða rætt endurgivið:
Sitat byrjar: “Soleiðis sum bygnaðurin bleiv í føroysku fiskivinnuni, Eg haldi tað er gott. Eg havi hildið, at tíðin mest sum er farin frá, sum man kanska rør aftur eftir nú, at ogir hava smá feløg, har einstaklingar taka seg saman og fara at keypa sær skip og fara at fiska, tað var gott tann tíð tað var, men eg haldi vit eru komin víðari, ogir noyðast at hava feløg nú, sum hava – kann man siga – hava bein í teimum ymisku sektorunum í fiskivinnuni undir Føroyum, pelagiska, kanska rækjur og Barentshavinum, bara fyri at nevna tað, línuskip, trolarar. Soleiðis at feløgini sjálvi hava eina ávísa stødd, kunnu flyta ímillum, tá tað gongur gott i einum sektori til ein annan sektor”. Sitat enda

Eg skilji tað sum, at tað er liðugt við nýggjum spírum, nú skulu teir útvaldu gera arbeiði ferdugt.

Tað undrar meg ikki, um hesi orðini renna kalt niður eftir rygginum hjá nógvum. Tí hettar ger meg sterkari í trúnni, at tað ikki hevur verið nøkur tilfeldigheit, at so nógv feløg eru endaði í føvninginum á Nóta- og Barentshavs feløgunum, umframt tey sum máttu steðga, Eisini eftir at Føroyar fingu nógv nýtt tilfeingið.

Tey sum vilja vita meira hví eg sigi hettar – kunnu lesa frágreiðingina eg legði út 2. Nov. Her á FB síðuni, undir – millum annað – yvirskriftini “tilætla ella tilvildarlig stýring av fiskivinnuni”.

Les framløguna her sum pdf fíl ella sum Power Point framløgu:

090817_makrel

090817_makrelPP

0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 5. oktober 2017

Fjølmiðlaráðgevin hjá Fiskimannafelagnum og tinglimur hjá Tjóðveldi Ingolf S. Olsen biður í miðlunum okkum í reka fiskivinnu ikki óttast, men skilur hann ikki lagnustundina hjá fiskimonnunum og reiðarunum.

Tað eru tíður í lívinum har neyðugt er at viðganga, at tað eins leiðari og hansara umsiting og samgongan hava gjørt er eitt makkverk, ið ikki hoyrir heima í lóggevandi tinginum í okkara landi.

Í uppskotinum til nýggja Fiskivinnuskipan eru so nógvir ósvaraðir spurningar og ivamál, og ikki minst viðurskiftir,  í heilt víst fara at gera tað enn truplari hjá teimum í dag hava lægst lønsemið og lægst hýru til manning og mennan af framhaldnadi rakstri.

Vit kunnu staðfesta at vinnan var hildin uttanfyri alla tilgongd, tá arbeiði við fiskivinnunýskipanini byrjaði. Eftir hetta hava bæði høgur og lágur, lærdur og ólærdur sáðblað Fyskivinnunýskipanar uppskotið niður. Teoretiska fundamenti undir uppskotinum er ikki eksisterandi. Hetta er lummaull og fleiri professarar runt um í heimunum hava kolldømt uppusølupartin o.a. . Tað er flovisligt at fólk kunnu bera tílíkt inn í okkara løgting. Tíð tænir tað ongum endamálið her at viðgera tað nærri.

Hendan sokallaða nýskipan er ein háðan móti øllum fakfeløgum innan fiskivinnuna og vinnufeløgum í hesum landi. Tit tosa um at fleiri nýggj vinnulívsfólk skulu inn í vinnuna, tit skilja als ikki, at tað er ómøguligt hjá privatpersónum at koma inn í eina vinnu uttan 10 tals milliónir – um talan er um flak- ella uppisjóðarvinnuna. Og áhugin at koma inn í heimaflotan er ikki eksisterandi.

Meðan tit tosa,  so kann eg vísa á,  at bara inna línuvinnuna hevur førdi politikkurin ført til at 10 skip / “reiðaríðir” eru vek.  Rikin úr fiskivinnuni. Innan trolaraflotan er lítið frægari. Flestu av feløgum í enn eru í vinnu eru fíggjarliga styrkt við privatum vinnukapitali og harvið partvís broyttum eigaraviðurskiftum eisini.

Rutt Vang tosaði í Løgtinginum um at vit fóru at fáa A og B reiðaríðir

Eg gjørdist sera skakkur av hesum, tí so vítt eg veit,  so hava vit í dag bæði A B og ikki minst C reiðaríðir í Føroyum í dag. Og tað verður munandi verri,  tá tit koma við anti-trust, uppusølu, og økiskvotum v.m. . Longu nú hava tit víst eina totala vanvirðing fyri fleiri vinnurekandi. Tit tosa bara um góðu gongdina í fiskivinnuni, men fakta er, at øll tann vanliga fiskivinnan í var juvelurin í hesum samfelag er í smildri.

Var nakað skil á eini fiskivinnunýskipan, so var fokus á hvussu vit fáa lønsemið í heimaflotan. Alt annað er hjáputur og byggir á tóma luft.

Eg havi áður víst á, hvussu nógv fólk eru farin úr flaka- og fiskivinnuni seinastu árini.  At vísa á tøl, roknskapargreiningar og fakta er ein býður í Ruslandi. Jákup Sólstein sáli segði stundum, ” at der udelades alt håb” tá tosa var um politisku skipanina og fiskivinnuna.

Meðan limirnir hjá Jan Højgaard alsamt fækkast, putlast tit við at reka enn fleiri úr vinnuni. Hetta einans fyri at flokkarnir: tjóðveldi og javnaðurin skulu gera eitt toluligt val í høvuðstaðarøkinum.

Í 2009-2010 tá kreppa valdaði fóru vit frá Meginfelag útróðrarmanna Aðunn Konraðsson, Fiskimannafelagnum Jan Højgaard, Viberg Sørensen frá Reiðarafelagnum og vit frá Felagnum Línuskip og bóðu um kreppuhjálp. Vit bóðu um áleið 18 milliónir í 1 ár til øll feløg í róku vinnuligan fiskiskap við línu og snellu.  Vit fingu noktandi svar eftir at vit høvdu bíða í mánaðir og eisini rykt eftir svarið. Í 2010 segði Havstovan at tað skuldi steðgast at fiskast eftir toski og hýsu. Samstundis sum hetta hendir fara tit og býta út nýggj rættindir til so ymisk vinnufeløg so sum skip í flakavinnu, rækjuvinnu og feløg í reka fiskiskap í stillahavinum og so til feløg í serliga veiða upsa undir Føroyum.  Í dag hava tit av nýggjum rættindum lætið út umleið eina milliard krónur til hesi feløg frá 2010 til 2017 og samstundis kemur umsiting og politikarar til tað niðurstøðu,  at tey feløg í eru um at kollapsa og sum serliga veiða tosk og hýsu ikki hava rætt til nakað sum helst.   Hvar stendur at nøkur ávís feløg ella persónar ikki hava rætt til fyribils og avmarka rættindi ?

Tit tosa vítt og breitt um at peningur má ikki fara úr fiskivinnini, men tað einasta tit gera er at drena kapital úr fiskivinnuni.  Tit vilja gera ein reform fyri at legitimera tøming av yvirskotskapitali í fiskivinnuni.  Og ikki fyri at geva vinnuni betri karmar.

Hvør hevur fingið og hvør vil geva

Eg og Høgni hava gingið á RUC  og havi eg í longri tíð hugsa nógv um hvør fær og hvør gevur. Eg kann staðfesta at vit hava keypt kvotur og dagar fyri nógvar milliónir krónur. Eisini kann eg staðfesta, at eftir at vit í 2006 stovnaðu felag har eg var høvuðspartaeigari hava vit frá 2006 og rokni eg við at vit við ársenda 2017 so hava vit havt ein umsetning omanfyri 200 milliónir krónur. Keypt vørur og tænastur fyri 80 milliónir krónur og omanfyri 100 milliónir í hýrum og lønum. Hartil beinleiðis lønir í flakavinnuni uppá einar 50 milliónir krónur. Tað vil siga, at í gjøgnum 12 ár hevur okkara felag skapt 150 milliónir í hýrum og lønum í flakavinnuni og við tænastum vit hava keypt,  so eru hýrur og lønir,  vørur og tænastur tilsamans 230 milliónir krónur í teimum fyrstu liðunum,  hartil koma fíggjarkostnaðir o.a.

Um politikararnir vendu argumentatiónini, so kundu teir kanska komið til,  at okkara felag hevur givið til samfelagið heldur enn at siga, at vit hava fingið so nógv.  Eg kann eisini nevna at okkara vinnuvirksemi stavar frá 1993 og longri afturi í tíðini eisini. Tað er vert at nevna at Reiðarafelagið hevur  sagt, at teir vilja gjalda tilfeingisgjald. Hví so at vevja alt í ein ellubita fyri at onkur nýggjur skal koma í vinnuna.

Hava vit sum eru í vinnuni so lítlan rætt til at verða í vinnuni ? Nú mugu tit klárna hvussu í himmalsins navni skulu vit kunna bjóða á uppusølu ? Men aftur til RUC vit hava fingið allar okkara útbúgvingar ókeypis SU – ferðastuðul, danskt skattafrádrátt, boligsikring v.m.

Komi at hugsa um faðir mín sum fór til skips heilt ungur og so uppá skiparaskúla har teir eisini skuldi gjalda alt sjálvir. Hansara virksemið gjøgnum eini 40 ár hevur skapt nógv virksemið og hýru og lønargjaldingar um landið. Men Løgmaður sigur, at tað er odiøst tá reiðarar fara úr fiskivinnuni og taka pening úr vinnuni. Hevur tann unga generatiónin ikki skilt at peningur mest sum altíð fer úr vinnum tá vinnulívsmenn velja at selja, tað verið seg partabrøv, fiskiloyvið ella hvat man nú velur at gera. Eg rokni ikki við at eg fáa míni partabrøv aftur 14 falda.

Vit mugu koma vek frá hesum at reiðara bara taka pening úr vinnuni. Eg kundi skriva nógvar greinar og bøkur um menn sum fóru til skips sum 14 ára gamlir og hava rikið vinnuvirksemi og átt skip og sum í dag sita heima og hava mist skip, men teir sóu ein stoltleika at koma soleiðis úr vinnuni, har teir royndu av øllum alvi at fáa goldið allar kreditorar. Vit tykkara reformi verða so eingir vanligir nýggjir reiðara og fleiri av verðandi reiðarum fara eisini úr vinnuni tað liggur púra fast. Hinvegin so er púra vist at tað verða fleiri strámenn som koma at mynda tey nýggju feløg sum tit so fegninr ynskja. Eitt er púra vist tað er at fakfeløgini fara at vikna, hýrurnar til manning verða hartil verri og sannlýkt er eisini at talan kan verða um at tað verða eldri vánalig skip í koma at fiska við Føroyar. Eitt er púra vist óvissan er kollosal fyri okkum allar í reka fiskivinnu í dag.

Annars má eg siga, at tað er væl javna nú man hevur klára at útihýst okkum sum eru høvuðsrættindahavara á føroyagrunninum frá nýggjum rættindum ella at skaffa okkum munagóð rættindi við umbýtið við onnur lond.

Vit hava tørv á, at hvørt felag í rekur eitt línuskip fær eini 800 tons av toski og 200 tons av hýsu í part. Og ikki hjáputur 500 ella 1000 tons til øll feløgini.

Skulu vit bara fáa rímuligt lønsemið, so er neyðugt at tað nú eru vit sum standa í fyrstu rekkju tá rættindi skulu fáast til høldar. Er tað so, at man verulig ikki ynskir at vit eru partar av vinnulívinum, so er at gera tað viruligt og keypa okkum úr vinnuni. Tað er løgið at ein liberalur flokkur stendur modell til, at vit hava mist 100 dagar hvørt felag og so tá vit keypa dagar og kvotur, so skal tað eisini rykkjast undan okkum. Eitt er vist, tað var ikki tað sum lá í kortunum, tá valt var at siga øll rættindi upp í 2018. Hava tit hugsa um hvat politikarar søgdu tá ?

Tann søgan í dag verður fortald um okkara fiskivinnu minnir mest av øllum um fake news.

Tí er mín áheitan á politisku skipanina um at gloyma hatta kloddateppi onkur hevur lappa saman og fara í eina virðiliga dialog við vinnuna. Tað hevur bæði politiska skipanin og vinnulívið tørv á.

Óli M. Lassen, reiðari

0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 9. 11 2022 grein fra 24fo.net

Dragin í Klaksvík er millum teir deksbátar, sum hava havt eitt gott fiskisummar. Teir fóru avstað beint eftir verkfallið, um halvan juni, og komu aftur 10 dagar seinni við 41.000 pundum.

Annan túrin fingu teir 45.000 pund, og teir eru just afturkomnir á triðja sinni, síðan summarfiskiskapurin byrjaði, við 39.000 pundum.

Teir hava roynt við snellu og avreitt í Klaksvík.

50.000 KRÓNUR Í PART

Bara fýra menn hava róð út við Draganum, Grímur Lassen skipari, Niclas Norðoy motorpassari, Stig Isaksen og Óli Lassen sum dekkarar.  Viðmerking 2020 eisini var Sigurd frá Viðareiði eisini við ein túr.)

Fyri hesar júst tveir mánaðirnar í tíð og tríggjar túrararnar vestur móti Íslandi hava teir fýra fiskigarparnir fingið úti við 50.000 kr. í part, frættist úr Klaksvík.

Hetta er saktans gott úrslit hjá fýra monnum, meir enn 60 tons, við snellubáti, sum bara er um 30 tons til støddar.

Kelda: DAGBLAÐIÐ tann 21 august 1987

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Older Posts