Umboðsmaðurin hevur í 2026 lagt til merkis, at klagurnar í størri mun eru víðfevndari og drúgvari enn áður, vísa til føroyskar og altjóða lógarreglur, løgfrøðilig hugtøk og avgerðir frá bæði føroyskum og útlendskum myndugleikum. Hugsast kann, at broytingin kemst av øktari nýtslu av vitlíki. Slíkar klagur kunnu vera tíðarkrevjandi at fyrihalda seg til. Umboðsmaðurin hevur í samskifti við norðurlendskar umboðsmenn eins og fólk innan almennu fyrisitingina í Føroyum skilt, at líknandi mynstur ger seg galdandi hjá teimum. Við støði í fyrisitingarlógini, skynsamari nýtslu av arbeiðsorku og góðum fyrisitingarsiði fer umboðsmaðurin í hesi grein at viðgera málsviðgerð av víðfevndum skrivum.

Vavið av skrivum og skynsom nýtsla av arbeiðsorku
Almennir myndugleikar hava vanliga ymiskar lógarásettar uppgávur at røkja innan síni málsøki. Harumframt er álagt myndugleikum sambært góðum fyrisitingarsiði at samskifta virðiliga við borgarar og at svara áheitanum og taka avgerðir í málum innan rímiliga tíð.
Víðfevnd skriv frá borgarum kunnu vera tíðarkrevjandi at viðgera og kunnu tí føra við sær eyka trýst á myndugleikan, sum skal viðgera tey.
Áheitanir og skriv frá borgarum eiga eftir umboðsmansins meting og sambært góðum fyrisitingarsiði altíð at vera raðfest av myndugleikum. Umráðandi er tó, at myndugleikar í sambandi við samskifti við borgarar ikki nýta orku at kanna og umhugsa óviðkomandi og óneyðug viðurskifti og upplýsingar, meðan aðrar týdningarmiklar uppgávur verða seinkaðar ella liggja á láni.
Umboðsmaðurin metir tað tí vera sakligt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið og skynsama nýtslu av arbeiðsorku, at myndugleikar meta um innkomnar áheitanir og skriv, tá tey verða móttikin. Niðanfyri verður greitt nærri frá, hvussu myndugleikar við støði í fyrisitingarlógini og góðum fyrisitingarsiði kunnu handfara víðfevnd skriv.
Vegleiðing í sambandi við móttikin skriv
Umboðsmaðurin hevur í grein frá 2020 lýst skylduna hjá myndugleikum at vegleiða persónar sum venda sær til myndugleikan: “Vegleiðing”[1].
Vegleiðingarskyldan sambært fyrisitingarlógini og góðum fyrisitingarsiði er eisini galdandi í sambandi við víðfevnd skriv frá borgarum, sum kunnu tykjast heilt ella lutvíst framleidd við vitlíki.
Um myndugleikar móttaka víðfevnd skriv, har tað stendst ivi um, hvør kjarnin í áheitanini er, kunnu teir við støði í vegleiðingarskylduni og málslýsingarskylduni gera eina roynd at nágreina, hvørji ítøkilig evni borgarin ynskir at fáa avgreidd við skrivinum.
Tað kann í slíkum førum vera sakligt og í samsvar við góðan fyrisitingarsið at seta seg í samband við borgaran fyri at fáa greiðu á, hvat veruliga endamálið við skrivinum er.
Tað er eisini mín meting, at myndugleikin í sambandi við móttøku av víðfevndum skrivum sakliga kann mæla borgarum til at senda tilvísingar ella leinkjur til møguligar avgerðir og tilfar, sum víst verður til. Eisini kann myndugleikin mæla borgarum til at senda keldulista og tilfar frá møguliga nýttum vitlíkisamboði.
Tað má metast at vera í samsvar við góðan fyrisitingarsið at royna at fáa til vega greiðari upplýsingar og tilvísingar, so myndugleikin ikki skal nýta óneyðuga tíð at leita fram upplýsingar.
Almenn vegleiðing
Við støði í vegleiðingarskylduni sambært fyrisitingarlógini og góðum fyrisitingarsiði kunnu myndugleikar eisini veita almenna vegleiðing um sítt virksemi á heimasíðum, faldarum ella øðrum kunningartilfari.
Fyri at arbeiðsorkan verður nýtt á skynsaman hátt, kunnu myndugleikar í almennari vegleiðing kunna um, hvussu áheitanir og skriv til myndugleikan mest skynsamt kunnu orðast, og hvørjar upplýsingar myndugleikin hevur tørv á. Slík vegleiðing hevur sum endamál at skjótari kunna avgreiða áheitanir frá borgarum.
Myndugleikin kann í vegleiðingini mæla borgarum til at gáa um, hvørt skriv sum ætlast send myndugleikanum nóg væl lýsa tað, sum borgarin ynskir viðgjørt.
Serliga í mun til víðfevnd skriv, sum eru heilt ella lutvíst framleidd við vitlíki, er viðkomandi at
mæla borgarum til at hyggja eftir, um skrivið inniheldur annað enn tað, sum borgarin í roynd og veru ynskir myndugleikan at fyrihalda seg til.
Umboðsmaðurin heldur tað í hesum sambandi vera sakligt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, um myndugleikin í slíkum almennum kunningartilfari kunnar um møguliga longda viðgerðartíð av víðfevndum skrivum.
Bjóða fram oyðubløð at nágreina áheitanir og skriv – men ikki krevja nýtslu uttan lógarheimil
Galdandi er, at myndugleikar ikki uttan lógarheimild kunnu krevja, at borgarar nýta ávís oyðubløð ella samskiftishættir, tá ið teir venda sær til myndugleikan.
Havandi í huga, at tað kann lætta um hjá bæði borgarum og myndugleika, um skriv beinanvegin innihalda tær upplýsingar sum myndugleikin hevur tørv á, kann tað tó vera skilagott hjá einum myndugleika at bjóða fram oyðubløð til borgarar, sum vilja venda sær til myndugleikan.
Á henda hátt fær myndugleikin beinanvegin til vega tær neyðugu upplýsingarnar, eins og borgarin verður vegleiddur um, hvat ein áheitan til myndugleikan helst skal innihalda. Hetta má metast at vera góður fyrisitingarsiður og ein góð tænasta til borgaran.
At bjóða oyðubløð kann eisini síggjast sum ein liður í at halda myndugleikans vegleiðingarskyldu.
Harumframt heldur umboðsmaðurin, at tað kann vera sakligt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, um myndugleikar, sum longu hava móttikið víðfevnd skriv, venda sær til borgarar og bjóða teimum at nágreina í einum oyðublaði. Á henda hátt fær borgarin møguleika at seta greiðari fram, hvørjar veruligar umstøður málið snýr seg um og hvat.
Skyldan at lýsa eitt mál
Umboðsmaðurin hevur í grein frá 2014 lýst skylduna hjá myndugleikum at lýsa mál sambært fyrisitingarlógini og góðum fyrisitingarsiði: “At halda seg kenna (upplýsingarskyldan)”[2].
Ein avbjóðing í mun til víðfevnd skriv frá borgarum, sum framyvir kunnu væntast send við nýtslu av vitlíki er, at tað kann verða tíðarkrevjandi hjá myndugleikanum at upplýsa málið.
Umboðsmaðurin hevur í áðurnevndu grein víst á, at mál skulu upplýsast til fulnar. Men merkir tað, at myndugleikin skal lýsa øll viðurskifti, sum borgarin nevnir?
Fyrisitingarlig avgerðarmál, mál um útinnandi fyrisiting og skriv frá borgarum annars eiga sambært fyrisitingarlógini og góðum fyrisitingarsiði at verða lýst og kannað so mikið væl, at grundarlag er fyri at taka eina rætta og lógliga avgerð og geva borgarum nøktandi svar.
Lógargrundarlagið avger í roynd og veru, hvørji viðurskifti eiga at vera lýst. Øll viðkomandi atlit eiga at verða upplýst, meðan tað ikki er skylda at upplýsa viðurskifti, sum eyðsæð ikki hava týdning fyri avgerðina, sum takast skal.
Umboðsmaðurin heldur tað vera í samsvar við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið, um myndugleikar í sambandi við upplýsing av málum við støði í víðfevndum skrivum – áðrenn teir byrja at leita fram keldur og eftirkanna málið – seta seg í samband við borgaran og geva høvi at upplýsa málið betri.
Við atliti at skynsamari nýtslu av arbeiðsorku og fyri at stytta um málsviðgerðartíðina heldur umboðsmaðurin tað vera sakligt, um myndugleikin mælir borgaranum til at senda tilvísingar ella leinkjur til møguligar avgerðir og tilfar, sum víst verður til. Eisini kann myndugleikin mæla borgaranum til at senda keldulista og tilfar frá møguliga nýttum vitlíkisamboði.
Viðgerðartíð
Umboðsmaðurin hevur í grein frá 2018 skrivað um málsviðgerðartíð í mun til góðan fyrisitingarsið: “Málsviðgerðartíð”[3].
Ein víðfevnd málslýsing og viðgerð krevur vanliga meiri arbeiðsorku enn ein meira avmarkað málslýsing. Víðfevndar áheitanir eiga tó at verða svaraðar og avgreiddar, eins væl og styttri áheitanir. Havast má í huga, at ikki øll viðurskifti kunnu lýsast í stuttum skrivum.
Um ein myndugleiki gerst varugur við, at málsviðgerðin í sambandi við eina víðfevnda áheitan fer at krevja longda málsviðgerðartíð, er tað góður fyrisitingarsiður at kunna borgaran um tað. Kunnast kann eisini um, hvørja ávirkan vavið av skrivinum hevur fyri viðgerðartíðina, og at borgarin við at nágreina kann vera við til at stytta um málsviðgerðartíðina. Eisini kann vísast á, at tað møguliga kann stytta viðgerðartíðina, um borgarin sendir keldulista, leinkjur og tilfar frá møguliga nýttum vitlíkisamboði.
Mannagongd fyri móttøku og viðgerð
Tað er umráðandi at myndugleikar fyrihalda seg til ta broyting í samskifti, sum er væntandi. Umboðsmaðurin heldur, at um myndugleikar merkja hesa broyting í samskifti, kunnu teir hóskandi gera sær mannagongdir fyri handfaring av víðfevndum skrivum. Slíkar mannagongdir kunnu eitt nú taka støði í vegleiðingarskylduni, upplýsingarskylduni, skylduni at grundgeva og skynsamari nýtslu av arbeiðsorku.
Mannagongdirnar eiga at hava sum endamál, at avgreiða borgarans viðurskifti á nøktandi upplýsingargrundarlagið og innan rímiliga tíð. At myndugleikar gera sær mannagongdir á hesum øki er góður fyrisitingarsiður.
Grundgeving
Umboðsmaðurin hevur í grein frá 2018 skrivað um kravið um grundgeving sambært fyrisitingarlógini: “Grundgeving”[4].
Um skrivið frá borgaranum skal avgerast við eini fyrisitingarligari avgerð, má myndugleikin geva eina nøktandi grundgeving. Ein grundgeving skal vera røtt á tann hátt, at hon sakliga skal viðgera tey viðurskifti og metingar, sum veruliga hava verið grundarlag undir avgerðini. Grundgevingin skal tí vísa tey atlit, sum myndugleikin veruliga hevur lagt dent á, og myndugleikin eigur ikki í grundgevingini at vísa til atlit, sum ongan týdning hava havt fyri avgerðina.
Kravið um grundgeving í fyrisitingarlógini er tengt at fyrisitingarligum avgerðum. Eitt ávíst krav um grundgeving yvir fyri borgarum má tó eisini metast at galda sambært góðum fyrisitingarsiði. Umboðsmaðurin hevur áður víst á, at tað eitt nú er góður fyrisitingarsiður at svara borgarum á slíkan hátt, at teir skilja ta avgerð, sum tikin verður. Hetta er galdandi bæði fyri fyrisitingarligar avgerðir og svar viðvíkjandi øðrum virksemi hjá myndugleikanum ella fyrispurningum frá borgarum.
Ein grundgeving eigur at viðgera tey sjónarmið og upplýsingar, sum myndugleikin metir hoyra til eina sakliga og væl lýsta avgerð.
Í mun til víðfevnd skriv, sum kunnu tykjast framleidd við hjálp av vitlíki, ger seg stundum galdandi, at umframt sjálvt evnið, sum er orsøkin til áheitanina, verður víst til eitt nú lógarverk innan- og uttanlands, ymiskar løgfrøðiligar meginreglur og avgerðir innan- og uttanlands.
At eftirkanna og meta um allar upplýsingar, sum vera nevndar í slíkum skrivum, kann vera tíðarkrevjandi. Ein myndugleiki kann tó ikki síggja burtur frá tí, sum ein borgari førir fram, uttan so at saklig orsøk er til tess.
Ein grundgeving frá myndugleikanum eigur tí sum meginregla at umrøða tey sjónarmið og upplýsingar, sum borgarin hevur ført fram, uttan so at tey eru greitt óviðkomandi.
Um tað so eru upplýsingar, sum myndugleikin heilt letur vera at viðgera, er tað góður fyrisitingarsiður at kunna borgaran um tað í grundgevingini. Borgarin fær á henda hátt møguleikan at skilja avgerðina, ella boðini hann fær. Hetta ger seg serliga galdandi, um borgarin sjálvur hevur lagt stóran dent á upplýsingarnar.
[1] Greinin sæst í savninum á www.lum.fo – Vegleiðing
[2] Greinin sæst í savninum á www.lum.fo – At halda seg kenna (upplýsingarskyldan)
[3] Greinin sæst í savninum á www.lum.fo – Málsviðgerðartíð
[4] Greinin sæst í savninum á www.lum.fo – Grundgeving
Kelda:lum.fo
