Home Politikkur Sjómannafrádrátturin eigur at varðveitast

Sjómannafrádrátturin eigur at varðveitast

by Lagt út ÓML

Øll, sum arbeiða langt heimanifrá, hava serskipanir. Tí er tað skeivt at leggja eftir ávísum bólkum av okkara sjófólki.

Serskattaskipanir hava sínar orsøkir, men í flestu førum er talan um serskipan, har arbeiðið er langt heimanifrá.

Kann nevna nøkur dømi:

Vit í almennum starvið og fólk í privatum starvi fáa umframt lønina, skattafríar dagpengar fyri hvønn dag, vit eru í útlandinum í arbeiðsørindum. Skattafríu dagpengarnir svara til sjómannfrádráttin.

Fólk, sum hava langt at koyra til arbeiðis, fáa skattafrían koyripening frá landinum.

Er neyðugt at hava eyka bústað á arbeiðsstaðum, fær viðkomandi skattafrítt fyri dupult húsarhald.

Um ein siglir við fiskiskipi, fær ein sjómannafrádrátt fyri løn, sum er vunnin á sjónum, tvs tá ein er burtur heimanífrá.

Um sjúkrarøktarfrøðingur ella hondverkari arbeiðir í Norra, rindar viðkomandi bara norskan skatt, sum er lægri enn tann føroyski.

Persónar, sum sigla undir FAS-skipanini, rinda flatskatt, sum reiðaríðið fær aftur.

Persónar, sum sigla undir DIS, hava nettoløn og rinda ikki skatt. Hetta er avtala, sum landsstýrið gjørdi, tá lønirnar á donskum farmaskipum vórðu lækkaðar, svarandi til skattin.

Fólk, sum sigla við øðrum farma- ella veitingarskipum hjá útlendskum reiðaríði, fáa skattafrádrátt fyri inntøku, sum er forvunnin, meðan tey eru burtur. Skattafrádrátturin svarar til skattafríu dagpengarnar, sum fólk í arbeiðsørindum uttanlands, fáa.

Her havi eg nevnt nøkur dømi. Landsstýrið hevur útmerkað seg við at velja út bólkar. Av bólkunum, eg nevni omanfyri, ætlar samgongan at leggja eftir tveimum av omanfyrinevndu, nevniliga sjómenn, sum sigla við ikki donskum farma- og veitingarskipum, og so okkarar fiski-monnum og kvinnum.

Hetta fyri at fíggja ein skattalætta, sum serliga vit vælbjargaðu, td. tingfólk, deildarstjórar og fulltrúðar skulu fáa.

Landsstýrisins uppskot um at minka um sjómannfrádráttin er órímilig í mun til allar aðrar skipanir fyri fólk, sum arbeiða langt heimanifrá.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

You may also like