Her er samandráttur frá Fiskmarkanður Føroya frá 12 juli 2024
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland, eitt er á á Flemish Kap og eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fleiri fiska á Føroya Banka, fleiri við snellu og aðrir við línu.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk á Íslandsrygginum og tveir ísfiskatrolarir og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.