Home Fólk og Samfelag Heðin hevur púra rætt

Heðin hevur púra rætt

by OLI M Lassen

“Eg trúgvi slett ikki uppá tað meir”, sigur Heðin Mortensen, í viðtalu við KVF Birgit Carina Eliasen 4 okt. 2024

Víðari sigur hann at hann ikki kann góðtaka at bert tvær milliónir eru settar av til nýtt Tjóðleikhús á Bursatanga á komandi fíggjarlóg. Og at hann ikki fer at skriva undir leigusáttmála.

Siri Stenberg segði í Degi og Viku at 4 milliónir vóru frá gomlu fíggjarlógini sum kundi flytast fram, so tað  kundi verið 6 milliónir krónur til at byrja at tekna nýtt tjóðleikhús.

Men tað er nokk eingin ivi um, at nú ein tunnil skal gerast til Suðuroynna fyri einar 5 til 8 milliardir krónur, er als ikki pláss fyri einum tjóðleikhúsið til 600 milliónir krónur, har landið skal rinda bróðurpartin.

Mótstøðan móti staðsetingini er eisini í býráðnum, so alt í alt er tað gott at málið verður skotið út til horna tey komandi árini.

Eisini havandi í huga at nú skal tann sosialistiska samgongan við Framsókn skerja møguleikarnir hjá teimum veikastu at koma á arbeiðsmarknaðin, sjálvt um tørvurin eftir arbeiðsmegi er stórur. Sær út til at tey eisini gloyma at stórur partur at pengunum sum landið rindar kemur aftur í landskassan í skattum og avgjøldum, at standa og tosa um tjóðleikhús samstundis sum tey sum hava ein 3 skerdan arbeiðsførleika verða slept uppá fjall og tey skulu verða enn verri fyri og treytirnar fyri  lønarískoytið skulu herðast løgið sum prioriteringar.

Mynd av borgarstjóranum er frá torshavn.fo

Óli M Lassen 24fo.news

You may also like

Leave a Comment