Home Fólk og Frítíð Nýggja høllin í Kaldbak liðug

Nýggja høllin í Kaldbak liðug

by Lagt út ÓML

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald í Kaldbak í gjár, nú nýggja borgarahúsið er liðugt.

Á skránni var bæði tónleikur og røður.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

“Við hesum bygningi fáa tit kaldbaksfólk eitt serstakt og framkomið savningarstað mitt í bygdini. Vónandi verður hetta húsið við sínum møguleikum og útgerð til gagn og nyttu hjá bygdarfólkinum. Tí endamálið við húsinum er, at bygdarfólkið innan hesar karmar kunnu hava so nógvar og fjøltáttaðar virkismøguleikar sum gjørligt – bæði til sálar og kropp. Hetta er ætlað tykkum øllum her í Kaldbak, frá teimum minstu til teim elstu.

Kommunan hevur eisini lagt seg eftir, at høllin og bygningurin annars ikki bert er eitt rúm til ítrótt og rørslu, men eisini sum bygdarhús, til veitslur, til fundir, til konsertir, til eldratilhald ella undirhús og samkomur av ymsum sløgum. Stutt sagt, so eru møguleikarnir tí rættiliga nógvir í einum húsi, ið er samansett sum hetta. Bæði við ítróttarfasilitetum og væl útgjørdum køki.

Eitt sovorðið hús hevur rættiliga nógvar fyrimunir fyri einari bygd sum Kaldbak. Saktans eru hølir í bygdini, sum fyrr hava verið brúkt til felagslív – so sum skúlin, kirkjan og Nazareth. Men tey eru øll í fyrsta lagi ætlað til sítt serliga brúk av teimum, sum har varða av, um ein kann siga so. Tí kann koma fyri, at tey ikki altíð eru tøk ella hóska ikki til endamálið.

Men nú hava vit eitt borgarahús, sum hevur so nógvar fjølbroyttar møguleikar, at tað til einahvørja tíð skuldi kunnað verið møguligt hjá fleiri áhugabólkum at sloppið fram at í senn. Eg ivist heldur ikki í, at hesin stásiligi bygningur dregur til sín fólk, og at hesar fyrsta floks umstøður kunnu vera við til, at fólk fáa hug at flyta til bygdina, so hvørt sum tey síggja nýggjar møguleikar fyri frítíðarvirksemi í økinum.”

 

You may also like

Leave a Comment