Tórshavn hevur í 2024 Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) flutt seg frá plássi 28 til pláss 35. GDS-Indexið fevnir um fleiri enn 100 ferðamál úr øllum heiminum.
“Vit mugu áhaldandi seta nýggj og hægri mál fyri at klatra upp eftir stiganum, tí støðið hækkar á hvørjum ári. Til næstu skráseting fara vit í Tórshavnar Kommunu at leggja áherðslu á fylgjandi:
- Ein nýggjan umhvørvispolitikk fyri Tórshavnar Kommunu
- Betri møguleikar fyri skiljing, burturbeining og endurnýtslu av ruski
- Raðfesta spillvatnskipan
- Grønar góðkenningar hjá ferðavinnuveitarum
Betra vit um hesi, so hava vit møguleika til at náa okkara 2025 máli, ið er at nærkast norðurlendska miðalsstøðinum.”, sigur Marius Müller, nýggjur leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Sambært Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóra á Visit Tórshavn, liggur Tórshavn nú á einum støði, sum er hægri enn norðureuropeiskt miðal
Hon leggur afturat: ”Í ár er úrslitið tíverri tað, at vit eru dottin 7 pláss eftir stiganum. Kortini hava vit betrað okkum innan fleiri øki, og vit hava betra um okkara støðu á samlaðu burðardygdsleiðini. Kappingin er sera stór og onnur ferðamál hava ment seg meira, samstundis sum at krøvini til ferðamálini eru vorðin størri. Vit hava tí fingið nógv hægri krøv sum kommuna, ferðaráð og kunningarstovu, eins og øll okkara vinna. Vit mugu gera tað enn betur”, sigur Tordis.
Brim H. Hoydal, sum hevur ábyrgd fyri GDS-skrásetingini vegna Visit Faroe Islands, sigur: ”GDS er eitt frálíkt amboð í arbeiðnum móti haldbarum loysnum. Saman við heimsmeistarum innan burðardygga menning og nýhugsan gerast vit betur á burðardyggu leiðini.”
”Vinnuferðavinnugestir seta serstakliga høg krøv til burðardygd, og tað er beinhørð kapping um hesar eftirtraktaðu gestirnar. Tískil er hetta eisini ein grundleggjandi liður og eitt týðandi kappingarparametur í at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu- og vinnuferðaland.”
Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands limaðu seg inn í GDS indexið í 2019.
Kelda & mynd: torshavn.fo 5-11-2024