Fríggjadagin var samkoma á Heiminum í Vallalíð fyri fleiri starvsfólkum, sum høvdu merkisdagar, harav tvey, sum høvdu 30 ára starvsdag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, var og heilsaði uppá og handaði gávur og heiðurstekin. Borgarsjtórin nevndi, at trúfesti og áhaldni í starvinum hevur so ómetaligan stóra týdning fyri Tórshavnar kommunu.
– Hetta, at vit vita, at okkara býur og alt, sum fær býin at virka, er í tryggum, dugnaligum og skikkaðum hondum.
– Eg kann so bara fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trivist.
– Og vónandi hevur Tórshavnar Kommuna eisini roynst eitt gott arbeiðspláss seinnu árini. Tí annars høvdu tit ikki støðast so væl.
– So enn einaferð, hjartaliga takk fyri tykkara trúfasta og stóra arbeiði fyri okkum øll.
– Eg skal siga nøkur fá orð um hvønn einstakan av tykkum.
Kirstin Djurhuus, 10 ár / 30 ár
Kirstin hevur starvast her í 10 ár, men hon hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu tilsamans í 30 ár.
Kirstin byrjaði á dagstovnaøkinum í 1992, bleiv leiðari í 1996 og arbeiddi sum leiðari á trimum dagstovnum, til hon í 2012 flutti niðan á Vallalíð.
Hon er námsfrøðingur og húsfólkið í Vallalíð hevur haft stóra gleði av førleikum hennara – og tað hava tey avvarðandi eisini. Kirstin dugir sera væl at taka hond um og stuðla, har tað er tørvur, bæði í gleði og kreppu.
Har tað ikki hava verið avvarðandi, hevur hon nógvar ferðir virkað sum avvarðandi, og tikið hond um alt, sum hartil hoyrir. Kirstin hevur verið sett sum ófaklærd á økinum, til hon í juli fekk ta viðurkenning, at hon var sett sum faklærd.
Kirstin hevur m.a. staðið fyri Kórinum “Sangfuglar”, eitt tiltak, sum er til gleði og gagns fyri tey, ið luttaka beinleiðis, og fyri øll, sum kunnu gleðast um sangin til høgtíðir og serlig tiltøk.
Umframt hetta varpar kórið ljós á førleikar hjá fólki við demens og er tí við til at bróta niður tabu um demenssjúkur.
Eitt fantastiskt átak.
Meiken Micaelsen
Meiken hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 31 ár. Hon byrjaði 1991 í Barnagarðinum við Velbastaðvegin.
Meiken arbeiddi á barnagarðsøkinum til hon í 2011 fór at læra til heilsurøktara.
Hon hevur verið her á Vallalíð 9 ½ ár .
Meiken er fakliga dugnalig. Stillisliga og tekur hon sær av húsfólkum og avvarðandi, og fær tey at kenna seg væl.
Meiken dugur sera væl at hugna um og at skapa perluløtur í gerandisdegnum hjá húsfólkunum. Hon er tolin, blíð og humoristisk, og dugur sera væl í samskiftinum við húsfólk, og sum heild.
Karlon Winther
Karlon hevur verið húsavørður í 14 ár. Hann hevur haft stóran kærleika til heimið síðan fyrsta arbeiðsdag. Karlon var húsavørður í Vallalíð burturav og var partur av røktini, tá tað var tørvur á einum eyka innsatsi. Tá koyrdi stovnurin við konseptinum “EDEN”, og dagdeild var knýtt at stovninum, sum ein royndarkoyring.
Umframt vanligu uppgávurnar sum húsavørður, tók Karlon sær av djórunum, av at planta og seta niður epli o.a., saman við hús- og starvsfólki.
Seinastu árðini eru arbeiðsumstøðurnar broyttar, og hann er nú húsavørður á fleiri stovnum. Í Vallalíð er djórahaldið niðurlagað, men Karlon skaffar og tekur hond um hønur, dunnur og ungar, umframt at hann gevur húsfólkinum møguleika at uppliva hestarnar í Havnadali, har tey hava verið mangar útferðir. Tað skapar lív og betrar lívsdygdina á heiminum.
Inntil fyri tveimum árum síðan varð matgjørt á heiminum við Vallalíð, og har eigur Karlon stóra tøkk fyri sín innsatts at skaffa føroyskan mat, at turka kjøt, taka upp grind, skaffa fugl og føroysk epli, og harvið at skapa stjørnuløtur, stimbra minnið og sansir hjá húsfólkinum, og samstundis skapa gott huglag millum starvsfólkið.
Karlon hevur eisini stuðlað kórinum, bæði við at koyra fólk til og frá, umframt at luttaka í sanginum.
Erla Arge Jacobsen
Erla var sum heilsuhjálpari við til at lata Vallalíð upp í 2005. Hon tók orlov eitt ár frá 2018 – 19, men fór so at arbeiða í Býlingshúsinum í Norðasta horni til mai í 21, og kom so aftur á Vallalíð í august 2021.
Erla er sera dugnalig í sínum yrki, og á sín stillisliga hátt við til at skapa tær umstøður, vit hava sum mál fyri stovnar, at skapa eitt gott, trygt og hugnaligt heim fyri húsfólkið, og fyri avvarðandi teirra.
Hon er tolin, nærverandi og humoristisk, og hevur eginleikar, sum fáa húsfólk at kenna seg trygg. Erla er ikki bangin fyri at siga frá, tá okkurt krevur broyting ella uppmerksemi, og er sjálv ikki bangin fyri at taka hond í.
Erla hevur við sínum ordanssansi stóran lut í, at heimið virkar í tí dagliga, ein eginleiki, sum lættir gerandisdagin hjá øllum í húsinum.
Elna Høgenni
Elna hevur verið heilsurøktari í 14 ár, byrjaði í juli 2007. Elna er umsorganarfull, fitt, fyrikomandi og stuttlig, bæði tá tað snýr seg um húsfólk og starvsfólk. Elna hevur stóran kærleika til Vallalíð, her hon eisini fann kærleikan.
Hon brennur fyri yrkinum, er fakliga sterk, og er eitt álit allastaðni har hon er. Elna er demenssamskipari, hevur útbúgving innan Marte Meo, sum er ein arbeiðsháttur, ið tekur støði í at loysa dagligdags avbjóðingar. Tað hevur verið og er til stórt gagn og gleði fyri húsfólk á Vallalíð hvønn dag.
Elna dugir sera væl at læra frá sær, og undurvísir bæði á Vallalíð og uttanfyri húsið. Hon er vegleiðari, og mangur næmingur er komin væl gjøgnum útbúgvingarpraktik sína í Elnusa kønu hondum. Elna hevur eisini virkað sum avvarðandi hjá húsfólki, sum ongi avvarðandi hava, ein uppgáva hon tekur í størsta álvara.
Elna tekur líka hegnisliga hond um avvarðandi, sum hon tekur hond um húsfólkini.
Lina av Reyni
Lina hevur tikið sær av reingeringini í 14 ár. Hon byrjaði í 2008 og gavst nú í 2022. Lina hevur lagt stóran dent á, at avrik hennara við reingering á stovninum er so væl úr hondum greitt, at heimið angar fríkst, og at tað er snøgt, virðiligt og behagiligt at koma inn á stovnin.
Lina hevur virkað sum vegleiðari fyri reingeringina, og hon hevur eisini vegleitt nýggjum fólki í virki teirra.
Súsanna Torsteinson
Súsanna hevur verið í 14 ár sum heilsuhjálpari- byrjaði 2008. Súsanna er stillislig, vinarlig og lættlynt. Hevur arbeitt sum náttarvakt øll árini, hóast hon, tá ið tað hevur staðði á, fegin hevur tikið aðrar vaktir.
Súsanna leggur lív og sál í arbeiði sítt, og útinnir starv sítt á ein hátt, sum fær húsfólk at kenna seg í góðum hondum. Súsanna er álítandi, jalig, samlandi, vinarlig og hjálpsom í starvsfólkahópinum.
Súsanna passar uppgávurnar til lítar, og leggur dent á ,at tað er hugni og ordan í, tá dagvaktin møtir. Og so er Súsanna heimskend á Vallalíð fyri sera góðu bollarnar hon bakar og sum øll elska.
Lis Mortensen
Liss hvur strvast í 15 ár sum heilsuhjálpari, byrjaði August 2007. Liss arbeiðir sum føst náttavakt, og hevur útint hetta starv á ein stillisligan, álítandi hátt. Lis er trúgv ímóti teimum hon er góð við, og hon er sera góð við húsfólkið á Vallalíð, sum hon umsorganarfult tekur sær sera væl av.
Lis dugur væl at siga frá og at rætta órætt, so etiska grundarlagið verður tikið hond um í samskiftinum um húsfólkið, ið her býr. Lis er jalig at heita á, tá á stendur, og rættir fegin eina hjálpandi hond.
Marjun Tjørnudal
Marjun hevur starvast í 15 ár sum heilsuhjálpari, byrjaði í nov 2006 í fyribils starvi, men fekk fast starv frá 2007 og arbeiddi her til hon fór frá í 2020. Marjun hevur sera tolin og umsorganarfull tikið holla hond um húsfólk og um avvarðandi, og virðiliga lagt dent á einstaka menniskja.
Marjun er sera dugnalig í samskiftinum við húsfólk, so tey kenna seg vird sum menniskju, og tað dugur hon eisini sera væl at vísa við kropsmálinum, sum húsfólk á Vallalíð hava so stóran tørv á, vegna demens sjúku teirra.
Elisabeth Magnussen
Elisabeth byrjaði í juni 2011. Hon er heilsuhjálpari og hevur arbeitt sum tímalønt øll árini.
Hon hevur verið sera góð við húsfólkini og hevur verið góð hjá avvarðandi at tosað við.
Elisabeth hevur verið sera trúføst at heita á, og eitt eyðkenni við henni er, at tað altíð hevur borið til hjá henni at hjálpa til.
Elisabeth møtti altíð í góðari tíð, so hon kundi seta seg inn í dagsins arbeiði, og nýtti hesa tíðina til at práta við búfólkini.