Home Fólk og Frítíð Heilsan frá høvuðsstaðnum til føroyskan hondbólt

Heilsan frá høvuðsstaðnum til føroyskan hondbólt

by Lagt út ÓML

Hjartaliga tillukku til A-landsliðið hjá monnum, sum aftur hevur nátt hægstu tindum og vunnið Føroyum pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í 2024.

Tit eru knáir.

Vit vita, at endaspælið ikki kemur av sær sjálvum, men er úrslit av nógvari, góðari og miðvísari venjing hjá hvørjum einstøkum av tykkum – hvør sær og saman.

Hetta er eisini úrslit av einum professionellum arbeiði í Hondbóltssambandinum og ikki minst eitt stórt herðaklapp til føroysku hondbóltsfeløgini kring landið, sum hvønn dag alt árið brúka tíð og orku uppá okkara ungu soleiðis, at tey kunnu vera partur av sunnum felagsskapum.

Vit eru errin av tykkum og gleða okkum at fylgja tykkum og føroyskum hondbólti komandi árini, og ikki minst gleða vit okkum til at síggja tykkum í Føroya Arena, tá ið hendan er liðug fyrst í 2025.

Parturin hjá kommununi kemur ikki at liggja eftir, og vit seta alt inn fyri at halda tíðarætlanina soleiðis, at føroysku landsliðini kunnu spæla sínar heimadystir heima í Føroyum.

Enn einaferð hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari.

Vegna Tórshavnar kommunu

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Kelda & mynd: torshavn.fo

Vit á 24.FO ynskja eisini at ynskja tykkum tillukku við stóra avrikinum at koma i undankappingina til EM-endaspælið.

You may also like