Í næstum er ætlanin at geva kommununum heimild saman við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg.
Spyrjari:Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni:Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum
Spurningar:
1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir kring alt landið?
2.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi?
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum eru nevnd fleiri góð átøk, sum skulu gerast á bústaðarøkinum við tí endamáli at nøkta stóra bústaðartørvin og minka talið av tómum bústøðum kring landið.Fleiri av átøkunum leggja upp til at geva kommununum fleiri heimildir, og til hetta krevjast eisini lógarbroytingar.
Fyri at fáa at vita nær uppskot til lógarbroytingar verða løgd fyri Løgtingið, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi,19. mai 2023 Jóhannis Joensen
Svar:
Til spurning 1:
Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum at virka fyri, at øll hava møguleika at útvega sær ein hóskandi bústað. Tí var at broyta lógina fyri Bústaðir eitt tað fyrsta,ið varð gjørt í samgonguskeiðinum.
Framda broytingin gav Bústøðum fríari ræsur at byggja fjølbroyttar bústaðir kring landið, uttan krav um privatar íleggjarar og vinnuligt avkast.
Í næstum er ætlanin at víðka heimildirnar fyri samstørvum enn meir, við at geva kommununum heimild við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg. Soleiðis fáa vit vónandi enn fleiri við at nøkta ovurstóra tørvin á bústøðum.
Einki er at ivast í, at tað hevur skund at útvega fleiri bústaðir. Tí verður uppskotiðvæntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.
Til spurning 2:
Samstundis sum vit mangla nógvar bústaðareindir, standa hús tóm nógvastaðnií landinum. Millum annað av teirri orsøkvarð avtalað í samgonguskjalinum, at heimild skuldi gevast kommununum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Harafturat skal heimild eisini gevast kommununum at áseta bústaðarskyldu. Hesin spurningurin hoyrir undir málsøkið hjá
landsstýrismanninum í lógarmálum. Uppá fyrispurning hevur Løgmálaráðið upplýst, at ætlanin er at leggja lógaruppskot, sum skal heimila kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, fyri Løgtingið í næstu tingsetu, tvs. tingsetuni 2023.
Ingilín D. Strømlandsstýriskvinna í umhvørvismálum