Kendi føroyski orkuserfrøðingurin Bogi Bech Jensen sigur í viðtalu við KVF í Degi & Viku at orkuprísurin fer at økjast um vit útbyggja varðandi vindorku meira nú.
Vit á 24fo.news fara at fylgja orku orðaskiftinum og tann almenna vinnupolitikkin á orkuøkjunum. Vit vita at vit hava SEV sum kommunurnar eiga og vit vita eisini at gomlu oljufeløgini Magn og Effo og onnur ynskja at verða við í “grøna” orkuskiftinum. Vit vita eisini at hetta eru privatar fyritøkur ið skullu vinnan pening við at gera hesar íløgur. Hinvegin vita vit eisini at tað skulu gerast risaíløgur í orkuskiftið til varðandi orku og megnar SEV ikki hetta aleina.
Í Danmark er orkuprísurin høgur og sita orkuhandilsmenn og keypa og selja orku og forvinna 100´tals milliónir við hesari spekulatión og hevur hetta veri nógv frammi í donsku pressuni og vilja vit venda aftur til hetta evni.
Myndin er frá: D&V – kvf.fo
Innslagið við orkuserfrøðinginum Bogi Bech Jensen í D&V kann síggjast her