Innflutt varð fyri 10,2 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2023 til november 2024. Tað eru 1,5 milliardir krónur, ella 13 prosent, minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan.

Innflutningurin fyri november er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá desember 2023 til november 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður góðar 300 milliónir krónur.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við einari góðari milliard krónum ella góð 31 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip, men innflutningurin av akførum er minkaður við 123 milliónum krónum, ella knapt 20 prosent.
Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
desember – november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 11.731,2 | 10.229,4 | -1.501,8 | -12,8 |
0 – Matvørur og livandi djór | 2.468,3 | 2.450,6 | -17,7 | -0,7 |
1 – Drykkjuvørur og tubbak | 144,7 | 143,8 | -0,9 | -0,6 |
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni | 404,7 | 284,0 | -120,7 | -29,8 |
3 – Brennievni og aðrar oljur | 1.824,1 | 1.522,9 | -301,2 | -16,5 |
4 – Djóra- og plantuoljur | 168,8 | 172,7 | 3,9 | 2,3 |
5 – Evnafrøðiligt tilfar | 936,3 | 966,1 | 29,9 | 3,2 |
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni | 1.356,1 | 1.360,3 | 4,2 | 0,3 |
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør | 3.481,5 | 2.387,7 | -1.093,8 | -31,4 |
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur | 946,5 | 941,0 | -5,5 | -0,6 |
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar | 0,2 | 0,2 | 0,0 | 1,1 |
Kelda:Hagstova Føroya
Lægra innflutningsvirði av brennievni stavar frá lægri prísum, men eisini frá at minni verður innflutt. Talvan niðanfyri vísir hvussu nógv verður innflutt frádrigið ta gassolju, sum verður selt til útlendsk skip.
Innflutningstølini vísa, at minni verður brúkt av bensin og diesel til akfør. Her er minkingin millum 5 og 6 prosent. Eisini verður minni innflutt til upphiting og til skip. Her er minkingin góð 11 prosent.
Innflutt nøgd av brennievnum
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
desember – november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | Tons | % | |
Tilsamans | 190.477,3 | 171.281,8 | -19.195,5 | -10,1 |
Bensin | 11.763,1 | 11.095,5 | -667,5 | -5,7 |
Autodiesel | 25.687,6 | 24.306,4 | -1.381,2 | -5,4 |
Gassolja | 153.026,7 | 135.879,9 | -17.146,8 | -11,2 |
Kelda:Hagstova Føroya
Myndin niðanfyri vísir, at prísirnir á innfluttum brennievni hava verið støðugt lækkandi síðani mai 2022. Tó var ein lítil toppur í september 2023.Kelda: Hagstova FøroyaPrísir á brennievnikrónur kiloBensinAutodieselGassoljaJan ’22Mar ’22Mai ’22Jul ’22Sep ’22Nov ’22Jan ’23Mar ’23Mai ’23Jul ’23Sep ’23Nov ’23Jan ’24Mar ’24Mai ’24Jul ’24Sep ’24Nov ‘24202220232024100515
Í talvuni síggja vit, at munandi minni er innflutt úr ES og USA, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin. Innflutningurin úr ES er minkaður 1,3 milliardir krónur, ella góð 20 prosent, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við 833 milliónum krónum, ella góð 44 prosent.
Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
desember – november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 10.405,7 | 9.743,0 | -662,8 | -6,4 |
ES (27_2020) | 6.549,4 | 5.228,3 | -1.321,0 | -20,2 |
Evropa annars | 1.879,7 | 2.712,7 | 833,0 | 44,3 |
Norðurafrika | 18,5 | 20,9 | 2,5 | 13,3 |
Afrika annars | 16,7 | 16,5 | -0,3 | -1,7 |
Norðuramerika | 340,2 | 158,4 | -181,8 | -53,4 |
Miðamerika og Karibia | 19,3 | 17,9 | -1,4 | -7,2 |
Suðuramerika | 165,2 | 172,7 | 7,5 | 4,5 |
Miðeystur | 10,8 | 8,0 | -2,8 | -26,2 |
Asia annars | 982,9 | 996,0 | 13,1 | 1,3 |
Avstralia og Nýsæland | 26,3 | 22,8 | -3,6 | -13,5 |
Oseania og Póløkini annars | 0,1 | 0,1 | -0,1 | -60,1 |
Ógreinað og ókent | 396,6 | 388,8 | -7,8 | -2,0 |
Kelda:Hagstova Føroya
Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum áðrenn 2022, nevniliga á umleið 400 milliónir krónur um mánaðin.
Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin.
Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa annars verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði nógvu tey seinastu árini.
Kelda: Hagstova Føroya
Tú kanst lesa meira her
.ES (27_2020)Evropa annarsAfrikaNorðuramerikaMið- og suðuramerikaAsia og OseaniaÓgreinað og ókentJan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ’22Jan ’23Jul ’23Jan ’24Jul ‘242000202005001.000