Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025.
Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði.
Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.
Mynd: Kongehuset
Kelda: tinganes.fo 21.06.2024
Viðmerking: Nú so nógv verður tosa um betri samstarv í ríkinum helt eg at áhugavert er at minna á kongavitjanina í summar.
Vinarliga 24.fo