Home Fólk og Samfelag Fleiri klæðir seld triðja ársfjórðing í fjør

Fleiri klæðir seld triðja ársfjórðing í fjør

by Lagt út ÓML

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2024 vísir millum annað, at sølan av klædnapløggum vaks sjey prosent, meðan sølan av húsarhaldsútgerð minkaði fimm prosent.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er tað ið vit kenna sum matvøruhandlar.

Í ársins prísum vaks sølan knøpp tvey prosent frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað ‘sølan máld í føstum prísum‘. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var yvir tvey prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2023.

Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði tvey prosent, so er mongdin av seldum vørum minkað yvir tvey prosent. 

Sølan av húsarhaldsútgerð minkaði

Í vinnugreinini ‘Serhandlar við innbúgvi, ljósbúnaði o.a. húsarhaldsútgerð’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’ minkaði sølan frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør fimm prosent bæði í ársins og føstum prísum. Kelda: Hagstova Føroya1. ársfj.

Sølan av klæðum vaks í mun til undanfarna ár

Smásølan við klædnapløggum’ hækkaði knøpp trý prosent í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin vaks sjey prosent. Tú kanst lesa meira her

Kelda: Hagstovan 27 januar 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More