Sum støðan er nú, so sær út til at allir politiskir flokkar vilja flyta seg longur mótið einum sjálvstøðugum Føroyar.
Vit skulu standa fyri okkara verju- og trygdarpolitikki og sum partur av NATO og vit sum Ísland kunnu verða partur av NATO uttan at vit skulu rinda til NATO. Ísland rindar ikki til NATO men hevur gjørt avtalur við USA segði Aksel V. Johannesen.
Sjálvstøðug tjóð í einum sterkum felagsskapi
Meira sjálvstøðugt gjøgnum eina skilagóða tilgongd segði Stefan Klein Olsen millum annað. Men tað hendur ikki eftir einum degi og vit mugu fáa eina fíggjarliga uppgerð, hvat vit geva Danmark NATO o.a.
Rutt Vang vísir á manglandi rættindi so sum WTO o.a. . Innan ítrótt vit skulu hava rættindir sum statir ella tjóð.
Trý lond á jøvnum føti var eitt av orðinum eisini.
Skeytið til okkara land og tað kann bert fólkið og landið og løgtingið gera. Siri Stenberg
Beinir Johannesen sigur, at vit gott kunnu gerast limir í NATO og leggja lendi til Radara o.a. eins og Ísland hevur gjørt.
Felags gjaldoyra, Kongshús, ein Ríkisfelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og tá vit yvirtaka so fylgjast gjald og vald fylgjast. Ynskja vit at yvirtaka eitt nú løgregluna so kunnu vit tað, tað er løgtingið ið avgerð tað. Aksel V. Johannesen. Vit skulu hava okkara uttanríkispolitisku heimildir.
Borgarar og vinna skulu varðveita okkara rættindi og Sambandsflokkurin vil ikki úr Ríkisfelagsskapinum, vit skulu hava tryggleika eisini í framtíðini, hetta fæst i Ríkisfelagsskapinum og fáa vit ikki somu sømdir um vit eru uttanfyri vísti Bárður á Steig Nielsen á.
Um vit umseta tað sum onkur politikari var inni á, so skulu vit verða sjálvstøðugt land, yvirtaka loftrúmið. Vit liggja val fyri og tað kann innganga sum partur í einari avtalu, so vit kunnu fáa “okkurt burturúr fíggjarliga”.
Ræði á okkara uttanríkispolitikki, um vit skulu rinda 5% til NATO so kann tað gerast 1 til 1,5 milliard.
Rating, NAFO og Makrelósemjuni EFTA, Norðurlandaráðið
Verturin spurdi um TJALDRI hjá vaktar- & bjargingartænastuni var gott íkast til NATO og sum bert kann sigla við manning helvtina av árinum, nei segði onkur politikari.
Samanumtøka
Samanumtikið so er hugurin og viljin til at samstarvið um at verða minni knýtt at Danmark vorðin sera stórur hjá okkara fólkavaldu. Tí er einki at ivast í at vit nærkast broytingum í okkara ríkisrættarligu støðu.
Men tá tað kemur til at rinda ella taka lut í ítøkiligum verjuvirksemið, so var viljin ikki til at hóma, so hetta var vanligt politiskt uttanumtos tá tað er best. NATO og danir skulu rinda, “vit mugu ikki gera nakað ov brádliga”
Tey hava júst skorið tollvaldið, so narko og hasj kann floyma inn í landi, meðan tey kanna jólapakkar á flogvøllinum. Fyri nøkrum árum síðani seldu tey SPÓGVAN sum var “lítla” skipið hjá okkara V&B – VØRN. Um tey veruliga halda at vandi er á ferð, so skuldi tey bøtt um sjóverjuna her og nú og økt tollvaldið sum samstundis er partur av “border control” við tað at tey kunnu eygleiða hvør og hvat fólk og skip koma til landið.
Um “trygdarkreppa” er í durinum so mugu vit fáa eina heimaverju, sum eisini kann bera vápn og vit mugu keypa dronur fyri at verja havøkið, vit mugu flyta, Tollvald, “marknaeftirlit”, Vaktartænastuna og heimaverjuna undir Føroyskan myndugleika til dømis undir Innanríkis- og løgmálaráðið.
Í Føroyum hava vit hópin av dugnaligum militærfólkið ið hevur gjørt hertænastu í danska herinum og verjuni so at fáa eina heimaverju og sivilverja upp at standa er lætt nokk.
Var sjálvur í einum baltiskum landið og har bóru tollararnir vápn, og nú vit hava nýggjan innandura skjótibana kundi eini 30 tollarar eisini fingið skotvenjing har, vit hava góðar instruktørar hjá løgregluni. Tað ber ikki til at seglbátar og skip kunnu leggja til bryggju runt oyggjarnar og einki toll & marknaeftirlit er, tað sigur seg sjálvt. Hetta kann eisini gerast til ein “open gate” til okkara grannalond.
At stand og tosa um USA og Danmark, hjálpir lítið um onkur ætlar at leypa á okkum. Men um viljin er til tað og hetta er tillrættarlagt, so tekur tað undir ein tíma.
Sjálvir haldi eg ikki nakar í dag hevur í umbúna at leypa á okkum, men við tí retorikki og politikki sum er runt um í verðini, kann verða skjótt til at støðan broytist munandi.
At standa og tosa um einki uttanum okkum men við okkum trygdarpolitiskt og verða so lítið æt sær komi eins og tað Danmark hevur víst í verjuni av Grønlandi ber ikki til. Hetta er alt fjákalótir og fundarvirksemið uttan innihald. Um man vil nakað so kundi man sagt vit keypa eina dronu, vit betra marknaeftirlit, vit betra sjóverjuna við tí vit hava, men vit mugu bíða við einum tjóðleikhúsið. Nú er trygd og verja í hásæti og sjónleikur kann bíða.
Um man hevði eftirkanna trygdarpolitisku støðuna so hava vit munandi minni trygdarpolitiskan týdning í dag, enn fyrr tí interbalistisku rakettirnar røkka nógv longur nú enn fyri 20 – 30 árum síðani. Men ongan radara at hava var ein katastrofa og tí hevur tað týdning at fáa hann upp nú.
Óli M. Lassen, 24fo.news