onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Samfelag Nýggjur stjóri settur fyri Almannaverkið

Nýggjur stjóri settur fyri Almannaverkið

0 comments

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Almannaverkið.

    

Hjørdis S. Mortensen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen.

Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari. Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina trivnaðardepilin og viðskiftadepilin.

Kelda & mynd ammr.fo – 1 apr. 2025

Hjørdis S. Mortensen tekur við starvinum 1. juni 2025.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira