søndag, marts 8, 2026
Home Politikkur Jóhan Eli L Poulsen og Grímur Sundstein tikið sæti á tingi

Jóhan Eli L Poulsen og Grímur Sundstein tikið sæti á tingi

0 comments

Í dag hava Jóhan Eli og Grímur tikið sæti á tingi, nú Beinir Johannesen og Bárður á Lakjuni eru farnir í farloyvi. Beinir verður aftur á tingi um eina viku, meðan Bárður verður longri burtur vegna skurðviðgerð.

Grímur er fyrsta varafólk á listanum við 290 atkvøðum, meðan Jóhan Eli er 5. varafólk við 241 atkvøðum. Áðrenn Jóhan Eli eru Grímur, Fía Selma Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og Mona Breckmann Wescott. Øll hesi eru burturstødd, og tí tekur Jóhan Eli sæti á tingi.

Kelda & mynd: folkaflokkurin.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira