48
Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla verður í Havn og í Kollafirði nú um vikuskifti.
Fríggjadagin 4. apríl og leygardagin 5. apríl verður framsýningin í Müllers Pakkhúsi í Havn og sunnudagin 6. apríl í skúlanum í Kollafirði.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir framsýningina í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin klokkan 15.00. Dyrnar lata upp báðar dagarnar klokkan 12.00, og opið er til klokkan 18.00.
Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur, setir framsýningina í skúlanum í Kollafirði sunnudagin klokkan 14.00. Dyrnar lata upp klokkan 13.30. Opið er til klokkan 18.00.
Kelda & mynd: torshavn.fo 1 apríl 2025