Normeringin á dagstovnunum verður nú broytt, so allir dagstovnar fáa játtan til ein leiðara fulla tíð burturav. Tað merkir, at fleiri tímar verða til børnini úti á stovunum.
Sum nú er fáa stovnar játtað ein hálvan tíma um vikuna fyri hvørt barn í dagstovni til leiðsluuppgávur, og hesin leistur hevur verið óbroyttur síðan 2002. Tí hava bara stovnar við 80 børnum ella fleiri havt møguleika fyri einum stovnsleiðara, sum er leiðari burturav.
Normeringin á stovnunum hevur tí verið sera ymisk, tí leiðslutímarnir hava verið partur av stovunormeringini á stovnunum
– Eitt roknistykki, sum hevur havt við sær antin færri tímar til børnini ella leiðarar, sum hava avgreitt vanligu leiðsluuppgávurnar uttan fyri upplatingartíð.
Frá 1. Mai 2025 verður hetta broytt.
Fyri at betra um trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum eru í fíggjarætlanini fyri 2025 3 mió. kr. játtaðar til, at leiðarin verður tikin úr normeringini, so allir dagstovnar í kommununi hava játtan til ein leiðara fulla tíð.
Ein eftirmeting av dagstovnaøkinum varð gjørd í 2021, og seks ítøkilig tilmæli vórðu orðað. Eitt av tilmælunum var at taka leiðslutímarnar úr normeringini, so normeringin heldur fer til børnini, og so leiðarin fær stundir til leiðsluuppgávurnar.
Við hesum verður tað tilmælið nú framt, sum ein liður í arbeiðinum at betra um trivnaðin hjá bæði børnum og vaksnum.
Kelda & mynd: torshavn.fo 3 apríl 2025