tirsdag, november 11, 2025
Home Tíðindir Articon og Tórshavnar kommuna undirskrivað sáttmála

Articon og Tórshavnar kommuna undirskrivað sáttmála

0 comments

Fyrrapartin 3 apríl skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um nýggja røktarheimið við Stórubrekku. Eisini skrivaði kommunan undir sáttmála við Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu. 

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í farnu viku at taka undir við arbeiðstøkusáttmála við einum samlaðum tilboðið frá Articon uppá 296.270.627,00 u/mvg. Eisini varð samtykt at taka undir við sáttmála við fyritøkuna Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu.

Elsa Berg, borgarstjóri og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

Einar Brimnes, Ráð, og Elsa Berg, borgarstjóri.

Verkætlanin hevði lisitatión 31. Januar 2025, og tá freistin var farin, vóru fimm tilboð komin inn.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við Articon um verkætlanina og gjørt uppskot til sáttmála, sum nú er samtyktur og undirritaður. 

Røktarheimið við Stórubrekku – eitt heim mitt í náttúruni

Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Byggingin skal leggja dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.

Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.  

Mett byggitíð er 2 ár og 8 mánaðir. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja á vári 2025, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira