Home Fólk og Samfelag Landsbankastjórin segði við KVF at vit hava ikki ráð til Suðoyartunnil nú.

Landsbankastjórin segði við KVF at vit hava ikki ráð til Suðoyartunnil nú.

by Lagt út ÓML

Í samrøðu við KVF 4 apríl sigur Malan Johansen at Landsbankin væntar, at tunnilin fer at kosta fimm milliardir kr., tá rentur verða taldar við, víðari segði hon at um vit gera ein Suðoyratunnil nú so fær tað avleiðingar fyri skattatrýst og vælferð.

Vit hava haldføristrupulleikar som støðan er nú og tí er ikki møguligt at gera tunnilin nú, sambært samrøðuni sum KVF hevði við Malan Johansen Landsbankastjóra.

Spurningurin er so, nær vit kunnu gera undirsjóðartunnil til Suðuroynna, um hetta ikki kann gerast í bestu tíðum?

Løgmaður er endurgivin fyri at siga í viðtalu við KVF at hugsar man 50 ár fram ella longri, so er eingin ivi um, at tunnilin er tann besta íløgan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við KVF.

Víðari segði hann at um tunnil til Surðoynna skal gerast nú, so má nógv annað bíða, millum anna nýtt vaktar- og bjargingarskipið, Tjóðpallurin og aðrar tunlar, sum longu nú eru planlagdir.

Kelda KVF

Hvat kann gerast fyri at fáa tunnilsloysnina framda og hvussu menna vit Suðuroynna til framtíðina ?

Sambandsflokkurin hevur verið frammi við, at vit skulu fáa okkum eitt statsgarantera dankst lán. Eg havi víst á, at vit kunnu geva USA atgongd til ein flotabasa í Surðoynni. Vit kunnu gera Føroyar til framtíðar fíggjarmiðdepil. Vit kunnu rationalisera almennu umsitingina, vit kunnu leggja eyka skattir á fólk og vinnu. Vit kunnu eisini seta ein bólk av suðroyingum sum í dag eru almennir stjórar og leiðarar í Tórsanvn og fáa teir at koma við einum boðum um, hvussu Surðoyggin verður ment, so hon eisini í framtíðini verður við til, at fíggja tunnilin. Fyrsta stigið má verða økt samstarv í oynni. Dennis Holm gjørdi slógbrótandi átøk suðuri í Vági og er upplagt, at hann er við í bólkinum at menna Surðoynna. Mundi gloymt olju og gass útvinnan á landgrunninum.

Kann tunnilin koma at kosta einar 6-7 hundra milliardir krónir, so má eisini leggjast ein ætlan fyri hvussu tað skal fíggjast.

Suðuroyggin er ein av vakrastu oyggjum í Føroyum, har eru djúpir fyrðir og stórar víddir, bert hugflogið setur mørk fyri menning í økinum. Tað má sjálvsagt arbeiðiast við hvat skal verða í oynni eftir fasta sambandi.

Vit vita í dag at trongligt er í okkara góða høvuðsstaði, so tað er eisini upplagt nú at siga hvørji almenn arbeiðspláss skullu flytast til oynna, einsi og tað er uppá plass at fáa lagt nøkur fleiri almenn arbeiðspláss í Eysturoynni og kring landið. Hetta fyri at fáa samanhangskraft í landinum. Tað ber ikki til at tað verður einvegis ferðsla klokkan 7 um morgunin til høvuðsstaðin og so heim aftur til Suðroynna at sova. Sum Landsbankin segði í eini grein, tað má verða ein kostna nyttu ætlan aftanfyri tær íløgur sum verða gjørdar. Her kundi Landsbankin eisini verið ein konstruktivur viðspælari, heldur enn bara at siga hvat man ikki kann gera.

Óli M. Lassen civiløkonomur

 

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More