mandag, februar 9, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Tórshavnar kommuna luttók í dag á “Vinnan vitjar” á Glasi

Tórshavnar kommuna luttók í dag á “Vinnan vitjar” á Glasi

0 comments

Tórshavnar kommuna var í dag 3 apríl á Glasi og luttók við einum bási á tiltakinum “Vinnan vitjar”. Endamálið við tiltakinum er at geva teimum lesandi møguleika fyri at hitta vinnuna og práta við stovnar og fyritøkur, sum umboða stóran part av arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 

Nógv fólk vitjaðu básin hjá kommununi, og vit fingu nógv góð prát við fitt og fyrikomandi ung, sum vístu áhuga fyri okkara økjum. 

Bæði Heilsu og umsorgan og Børn og ung høvdu bás á tiltakinum, har tey greiddu nærri frá, hvussu tað er at starvast innan hesi økini hjá kommununi. 

Eitt væleydnað tiltak, sum vit gleða okkum at vera partur av aftur.

Kelda & myndir: torshavn.fo 3 apríl 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira