søndag, december 7, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Vit innflyta minni úr USA og meira úr Kina

Vit innflyta minni úr USA og meira úr Kina

0 comments

Innflutt varð fyri góðar 10 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá apríl 2024 til mars 2025. Tað eru 1.173 milliónir krónur, ella 10,5 prosent, minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan.

Innflutningurin fyri mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá apríl 2024 til mars 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Tað eru fleiri orsøkir til, at innflutningsvirðið er minkað við nærum 1,2 milliardum krónum. Minni er innflutt av rávøru til fiskavirki, sum er at finna í bólkunum “matvørur og livandi djór” og “Ráevni til framleiðslu uttan brennievni”. Somuleiðis er minni innflutt av brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 294,1 millión krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635,9 milliónum krónum ella góð 21 prosent. Skipini eiga 355 milliónir krónur og akførini 150 milliónir krónur av hesi minking.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 apríl – marsmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans11.193,010.019,7-1.173,3-10,5
0 – Matvørur og livandi djór2.498,52.245,8-252,7-10,1
1 – Drykkjuvørur og tubbak143,7147,03,32,3
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni368,3276,6-91,8-24,9
3 – Brennievni og aðrar oljur1.753,21.459,1-294,1-16,8
4 – Djóra- og plantuoljur176,7223,546,826,5
5 – Evnafrøðiligt tilfar967,4962,3-5,1-0,5
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.349,71.387,437,82,8
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør2.996,42.360,5-635,9-21,2
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur938,8957,218,42,0
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,30,30,010,1

Kelda:Hagstova Føroya

Í talvuni niðanfyri síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 apríl – marsmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans10.318,49.498,7-819,7-7,9
ES (27_2020)6.372,64.826,1-1.546,6-24,3
Evropa annars2.047,92.791,9744,036,3
Norðurafrika23,120,6-2,5-11,0
Afrika annars17,616,4-1,2-6,7
Norðuramerika233,7174,3-59,4-25,4
Miðamerika og Karibia19,117,6-1,6-8,1
Suðuramerika176,9166,7-10,2-5,7
Miðeystur9,08,3-0,7-7,8
Asia annars957,11.065,6108,511,3
Avstralia og Nýsæland26,224,2-2,0-7,6
Oseania og Póløkini annars0,10,10,033,0
Ógreinað og ókent435,1386,9-48,2-11,1

Kelda:Hagstova Føroya

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farið niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini. Tú kanst lesa meira her

Kelda Hagstovan – myndir frá 24.fo -123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira