søndag, december 7, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Uppisjóðarskipið ANGO á Klaksvíkar Sleipistøð

Uppisjóðarskipið ANGO á Klaksvíkar Sleipistøð

0 comments

Snotuliga uppisjóðarskipið ANGO liggur við bryggju í Klaksvík, og eru tað fólk frá KSS sum gera ymisk viðlíkahaldsarbeiðir umborð á skipinum.

Frimodt Rasmussen stjóri sigur, at tey á KSS hava nógv arbeiðir í gongd í løtuni, vit eru umborð á fleiri skipum og hava nógvar uppgávur kring alt landið. Í dag starvast umleið 60 fólk hjá Klaksvíkar Sleipistøð.

Klaksvíkar Sleipistøð, er upprunaliga stovnað í 1928. Tað vóru brøðurnir Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum í stovnaðu bedingina. Seinni gjørdist Klaksvíkar Sleipistøð en partur av Kjølbro-samtakinum. Men megnaði eins og so nógv onnur virkir í Føroyum ikki at klára seg ígjøgnum kreppuna, sum rakti samfelagið fyrst í 1990-unum.

Í 1994 stovnaðu 17 fólk, sum høvdu havt sítt arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð, eitt partafelag, sum yvirtók ognirnar hjá Sleipistøðini. Í juni 2011 yvirtók Spf LGS, allan partapeningin í P/F Klaksvíkar Sleipistøð.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira