Ein vakur summardagur við bryggjuna í Norðhavnini. Veðrið er av tí besta, og á havnalagnum liggja trý fiskiskip – eitt grønlendskt, eitt russiskt og eitt føroyskt. Tíðliga á degnum vitjaði eisini eitt ferðamannaskip. Alt bendir á ein livandi og virknan dag í Klaksvík, har sól og søguligt samstarv hittast í einum javnvág millum vinnulív og altjóða sambond.

Frálíkt havnalív og støðugt virksemi
Norðhavnin er ikki størsta havnin í landinum, men hevur gjøgnum árini ment seg til eitt vælvirkandi og álítandi havnaøki. Havnin hýsir Faroe Ship, sum rekur flutningsvirksemi við altjóða sambond, og North Pelagic, sum er virkin aktørur innan pelagiska vinnu. Eisini er frystihús og byngjupláss, í Norðhavnini.
Vitjanin av skipunum í dag er ikki óvanlig. Hetta er ein dagur sum mangir aðrir, men ein serliga positivur dagur, sum sýnir styrkina og trivnaðin í Klaksvík. Samstundis sum nógv virksemið er í Norðhavnini so sóu vit eisini at eitt línuskip fór út av vánni til upphøggingar. Talan er um gamla PISON sum er eitt ísfiskalínuskip. Soleiðis broytast tíðir.

Russisk vitjan og søguligt fiskivinnusamstarv
Skipið Melkart-2 úr Russlandi vakti umrøðu, men í veruleikanum er vitjanin ein natúrligur partur av einum langvarandi og virðiligum samstarvi. Føroyar hava havt fiskivinnusamstarv við Russland síðani fyrst í 1970-árunum, og hetta samstarvið hevur verið frugtagott og støðugt – eisini tá politiska umhvørvið uttanlands er skiftandi.

Siri Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, váttaði í samrøðu við KVF, at skipið hevur loyvi at fiska í føroyskum sjógvi og at fiskur sum matvøra ikki er á ES-boykottalistanum. Klaksvíkar Havn fekk greið boð frá mynduleikum: Melkart-2 er vælkomið at proviantera og fyrireika seg til veiðu, sum øll onnur skip við lógbundnum rættindum.
Løgmaður hevur í hesum sambandi latið boð um, at eingin nýggj viðmerking verður givin í løtuni, og tað bendir á eina støðufesta og virðiliga tilgongd.

Ein dagur við altjóða litum og lokalum røtum
Tað, sum eyðkennir dagin í Norðhavnini, er at havnin tekur ímóti skipum við ábyrgd og virðing. Summardagurin í dag sýnir okkum, at sjálvt vanligir dagar kunnu vera serligir – við nógvum virksemið og skipsljóði sum eyðkennir fiskivinnubýin Klaksvík.


