onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Frítíð Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2025

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2025

0 comments

Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 18. – 24. august 2025. 

Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.

Mánadagur 18. august

18.30
Betrideildardystur millum B36 og KÍ í Gundadali

Týsdagur 19. august

19.30 – 21.00
Fiskivinnuting i Varpinum

Fiskivinnuting um fiskivinnupolitikk og støðufesti

Týskvøldið 19. august 2025 verður, í sambandi við sjómannadagarnar, boðið til Fiskivinnuting.

Føroyskur fiskivinnupolitikkur hevur verið ein kastibløka seinastu mongu árini, har skiftandi samgongur hava stríðst um at ávirka førda politikkin. Hetta hevur elvt til, at eitt ótal av broytingum hava verið til viðgerðar í teimum lóggávum, sum hava verið galdandi síðani 2018. Hetta hevur aftur elvt til, at vinnan upplivir stórar politiskar óvissur í sínum fortreytum fyri at reka vinnu, og fiskivinnupolitikkurin vantar langtíðar støðufesti.

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, fer, við støði í gongdini síðani 2017, at viðgera nøkur týðandi evni innan føroyskan fiskivinnupolitikk. Eftir framløguna hevur Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, samrøðu við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um millum annað búskaparligu avleiðingarnar av skiftandi karmum, veiðugjøldum og útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni. Johnny var í 2016 formaður í nevndini, sum gjørdi frágreiðing um eina nýskipan av fiskivinnuni.

Mikudagur 20. august

19.00 – 20.30
Fyrilestur á Sjónámi við Hanusi Kjølbro og Osmundi Justinussen um El Nino

Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya greiðir frá, hvat El Nino er, og Osmund Justinussen, skipari og reiðari, fer at siga frá, hvussu hann hevur eygleitt El Nino ávirka fiskiskapin um okkara leiðir. 

24.FO

Fríggjadagur 22. august

17.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.
Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.

Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:

Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.

Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur  fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt sleingitráðu frá Berglon.

Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 23. august kl. 11.15

18.00
Stórt vatnkríggj millum skip og bátar umframt á kaiøkinum á vestursíðuni

Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabrúnni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígnum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Tjaldrið blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

Á vestursíðuni, framman fyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.
Øll – bæði børn og vaksin – sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at vera í heitum klæðum.

Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv! 

Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!

Leygardagur 23. august

08.30 – 09.30
Sjómannadags ‘Dyppimik’  í neystinum á Flesjum í Borðoyarvík.
Havið egið krúss við, og minnist til svimjiklæðir og handklæði!

09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukai.

Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.

10.30

Merkið verður vundið á stong.

Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin. 

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2025 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

Á stóra palli

Tilmelding til allar kappingar fer fram talgilt við pallin.
*undantikið til svimjikappingina. Meldið til hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950.

10.45
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin

10.55
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, setur Føroya Sjómannadag

11.05
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

11.15
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini. 

Vinnarin av størsta fiskinum verður kosin. Vinningur: Sleingitráða frá Berglon

11.25
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum

11.45
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør.

Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting 2 nætur í dupultkamari á fyri 2 persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum. 

12.05
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu

Føroyameistarin fær ein PlayStation 5, Slim standard edition frá Elding, virði 5.299 kr.

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá INN

12.20

Føroyameistarakapping – Agnskering

Føroyameistarin fær eitt gávukort á 5000 kr. frá Atlantic Airways

Silvurvinnarin fær gávukort á Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.

Bronsuvinnarin fær 1.000 kr frá Bónus

12.40
Skipalista-Kvissin – undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.

Finalan verður kl. 16.00

13.15
Føroyameistarakapping – Egning

Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.

Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur

Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

14.00
Føroyameistarakapping – Trolbøting

Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á 3.000 kr. frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá Bónus

14.50 

Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar

15.40

Føroyameistarakapping í køkubaking
– Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Northern Fish Cold Storage(Hjá Antinis) ímillum klokkan 11:00 og 12:00 

Køkudómarar: Ranva Knudsen, Olevina Sundsskarð og Heðin Arge.

Vinningar
Besti smakkur: Apple Iphone 16 128GB Teal frá Føroya Tele, virði 7.799 kr. og ein posa av Callebaut sjokolátu

Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá INN og ein posa av Callebaut sjokolátu

Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK og ein posa av Callebaut sjokolátu

16.00
Skipalista-Kvissin – Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir

Vinningur: 2 stk. Apple Iphone 16 5G 256GB svørt frá Elding, virði 8.799 kr.

16.50
Føroyameistarakapping – Halda dregg MENN

Føroyameistarin fær ein JBL Partybox 520 hátalara frá Elding, virði 6.499 kr.

Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus

Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK

17:20
Føroyameistarakapping – Halda dregg KVINNUR

Føroyameistarin fær eina Apple Iphone 16 128GB ultramarine frá Elding, virði 7.799 kr.

Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus

Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK

17.50
Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir

Vinningur Svimjing um vágna:

Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways

Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways

Vinningur Kassastápling:

Føroyameistarin fær 55” LG Flatskerm frá Elding, virði 5.799 kr.

Silvurvinnarin fær ein Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.

Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá Bónus

18.10
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið

Vinningurin er ein cruiseferð við Norrønu til Íslands fyri 12 mans í 2025 ella í 2026.  

18.40
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan

Føroyameistarin fær Samsung Galaxy S25, 128GB Blue frá Føroya Tele, virði 7.499 kr.

Silvurvinnarin fær Iphone 13 5G 128 GB frá Nema, virði 4.579 kr.

19.00
Sjómanskonsert við Anfinn & Co.

Í stóra tjaldinum

10.40

Boðið verður til stórt morgunmatarborð

14.00

Føroya Sjómannadagur bjóðar grillað grindatvøst við rómaeplum

11.00 – 18.00

Listaframsýning við Lydiu Petersen, Monicu Ósá Henriksen og Magnu Auðunsson

Á barnaøkinum

12.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

12.00 – 18.00 
Ókeypis hoppiborgir

12.00 – 18.00
Trygd bjóðar ókeypis andlitsmáling

13.00 – 18.00
Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís

13.00 – 17.00
Trygd bjóðar ókeypis Candy Floss

Á Silvapallinum

12.00 Operetturnar

13.30 Trøllapætur, omman & ommudidd rokka

15.00 Silvi & Bubu 

Aftaná bjóðar Silvi øllum børnunum okkurt gott

16.20 Barnatiltak og felagsspøl við Kæti 

Á økinum

11.00

Málningaframsýning við Annu Mohr verður í gamla Fullpower. Opið frá kl. 11.00

12.00 – 15.00

Betri Trygging bjóðar øllum børnum ókeypis burðardyggar ballónir

Ballónirnar eru framleiddar úr 100% natúrgummi og byrja at niðurbrótast so skjótt, tær verða upppblástar. Tær gerast aftur til ein part av náttúruni upp á somu tíð, sum eitt eikiblað. Bandið, ið er fest á ballónirnar, er eisini burðardygt – framleitt úr plantum.

13.00
Grindamannafelagið skerir grindahval upp oman fyri gamla Roykivirkið.
Greitt verður frá á enskum, meðan grindahvalurin verður skorin upp. 

Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

13.00 – 18.00
KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn, kaffi, keks, saft og okkurt gott til børnini. Hetta er niðanfyri Roykivirkið.

13.00 – 17.00
Opið hús á Looknorth
Looknorth bjóðar øllum kaffi/te og vafflir.Víst verður runt á virkinum, og høvi verður eisini at síggja framleiðsluna og vørurnar, ið Looknorth framleiðir.

13.00 – 17.00
Opið hús á Netastovuni. Netastovan bjóðar øllum kaffe/té og okkurt søtt til góman. Høvi verður at síggja okkara framleiðslu.

13.00 – 19.00

Føroya átiligasta fiskaborð

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Í ár fara fýra kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

—–

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni

—–

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

—–

Christian í Grótinum og Amarant

Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli.
Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

Urbanus diskar við sluppirnar.

Tað verður í hjartanum á Sjómannadegnum, beint við teltini hjá CIG og Amarant.

Kom og njót góðar tónar.

14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling

Á sjónum

09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan eru við.

11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho

  • 13.00 – 17.00 Manningin hjalpir børnum at hála fokkuna upp og nidur, leggja um klampa og seta fast.                       Síðan gera fallið upp.

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðan

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Draganum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Thorshavn

13.00 – 18.00
Vilt á sjónum
– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum

13.30
Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Christian í Grótinum

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum, t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum har umhvørvi og fiskur verða kannað og upp á brúnna. Í fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Knud Rasmussen”
Manningin bjóðar heitar pannukøkur, kaffi og saft.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Tjaldrið”.
Manningin vísir skipið fram og bjóðar sunkist og kaffi. Skipið er ikki stórt, so avmarkað er við plássi, og umstøðurnar verða lagaðar eftir hesum.

14.30
Konsert við Danny & the Veetos umborð á Betri Trygging bátinum

15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

Sunnudagur 24. august

11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni við Øssuri Kjølbro

18.00

Sjómansmøti í Kfum & K Klaksvík.

Marius Jacobsen, Leirvík talar. Sangur frá Streingjakórinum, monnum í Kfum & K og frá Bill Justinussen. Innsavnan til Sjómansmissiónina. Nattverði er aftaná. Øll hjartaliga vælkomin

*Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum í skránni og í sambandi við vinningar 

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira