mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Kommunustjóri til Klaksvíkar kommunu

Kommunustjóri til Klaksvíkar kommunu

0 comments

Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum kommunustjóra, sum er persónliga og fakliga egnað/ur til framsøkið at menna kommununa saman við býráðnum

Starvið
Klaksvíkar kommuna er í føroyskum høpi ein stór kommuna við professionellari umsiting. Kommunustjórin varar saman við borgarstjóranum av fyrisitingarligu, fíggjarligu og fakligu menningini og stýringini av kommununi, og skal stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi.

Kommunustjórin skal megna at skapa sær góða javnvág ímillum leiðandi, fyrisitandi og tænandi uppgávurnar í starvinum. Hetta krevur, at komunustjórin hevur samskapandi huglag og góð samstarvsevni, myndugleika og yvirskot til at lurta, kveikja og geva ráð, og at taka eina hond í har tørvur er á tí.

Politiskt tev og virðing fyri demokratisku spælireglunum í eini politiskt stýrdari fyrisiting eru eitt krav, eins og kommunustýrið væntar, at kommunustjórin avklárar leiðslurúmið og leiklut sín sum ráðgevi og sparringspartur hjá borgarstjóra og býráði og soleiðis fær í lag eitt gott samstarv við sínámillum virðing fyri leiklutum og ábyrgdarbýti.

Førleikakrøv
Kommunustýrið leitar eftir einum kommunustjóra við rætta persónliga og fakliga hugburðinum til starvið, og viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og viðkomandi royndum. Harumframt skal kommunustjórin hava kunnleika til og royndir við leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, og góð evni at samskifta og málbera seg

Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum eginleikum og hugburði til starvið, og leiðsluligum og fakligum førleikum.

Kelda: klaksvik.fo 4 sep. 2025 – mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira