Kommunan søkir eftir kommunustjóra
Kommunan stendur á einum týðandi vegamóti. Vit søkja ein kommunustjóra, sum kann ganga undan í menningini av eini framkomnari, tænastusinnaðari og burðardyggari kommunu.
Leiðsluprofilur:
Vit leita eftir einum strategiskum og virkisfúsum leiðara, sum dugir at sameina umsitingarliga dygd við politiska fatan og samfelagsliga innliving. Tú skalt hava dirvi og hegni at leiða ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, og samstundis vera ein álítandi ráðgevi hjá borgarstjóra og býráð.
Menning og framtíðarsjón:
Sum kommunustjóri skalt tú hava eyga fyri bæði dagligari rakstri og langtíðar menning. Tú skalt vera við til at skapa ein felags visjón fyri kommununa, har borgarar, vinnulív og politikkur virka saman um felags mál. Tú skalt eisini tryggja, at kommunan er ein fyrimynd í KT, trygd og talgildari tænastu.
Leiðsla og starvsfólkamenning:
Tú skalt fremja eina leiðslumentan, har virðing, opinleiki og faklig menning eru í hásæti. Kommunan skal vera eitt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og kenna seg hoyrd og virðismett.
Høvuðsuppgávur:
Leiðsla og ráðgeving: Tú skalt stýra deldarstjórum og vera ein álítandi ráðgevi hjá borgarstjóranum. Tú skalt eisini ráðgeva býráðnum, so avgerðir verða tiknar í trá við kommunu fulltrúina og lógarásettar reglur.
Fíggjarstýring og rakstur: Tú skalt vera við til at leggja fíggjarætlan og yvirordnaða stýring, og tryggja at bókhaldið hjá kommununi er dagført og í samsvar við galdandi reglur.
Tænastu og samskifti: Tú skalt tryggja, at borgarar og vinnulív fáa greið og skjótt svar frá umsitingini, og at samtyktir hjá býráðnum og nevndum verða framdar innan tað fíggjarárið tær eru samtyktar.
Lógarfatan og tryggleiki: Tú skalt hava gott innlit í lógargrundarlagið hjá kommununum og tryggja, at alt arbeiði fylgir lógarásetingum. Somuleiðis skalt tú tryggja, at allar KT- og trygdarskipanir eru dagførdar og virknar, og at fysisk back-up skipan altíð er virkin.
Leiðsluprofilur og visjón
Vit leita eftir einum strategiskum leiðara, sum dugir at sameina umsitingarliga dygd við politiska fatan og samfelagsliga innliving. Tú skalt hava dirvi og hegni at leiða ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, og samstundis vera ein sjónligur og álítandi partur av kommununi.
Sum hægsti fyrisitingarleiðari skalt tú fremja eina leiðslumentan, har virðing, opinleiki og faklig menning eru í hásæti.
Arbeiðstíð og ábyrgd
Hetta er ikki eitt 40-tímar starv. Starvið krevur fleksibilitet og tilveru, eisini uttan fyri vanligar arbeiðstíðir. Tú skalt vera til reiðar at taka ábyrgd, tá tað krevst – og vera ein virkin og framsíggin leiðari, sum tekur lut í lívinum í kommununi.
Um tú heldur, at tú megnar hesar uppgávur og hevur førleikar og lívsroyndir, sum hóska til starvið, ert tú vælkomin at søkja. Vit síggja fram til at hoyra frá tær.

Dømið skriva av: Óli M. Lassen stjóri 24FO.NEWS og ráðgevið MERCOM

