lørdag, februar 7, 2026
Home Tænastuvinna Landsstýrismaðurin á vitjan hjá THOR í Hósvík

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá THOR í Hósvík

0 comments

    

25 septembur vitjaði landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, THOR í Hósvík.

Landsstýrismaðurin varð vístur runt í skrivstovuhølunum í Hósvík, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, greiddi frá menningini hjá felagnum. Frá tá fyrsta skipið varð keypt fyrst í 1990’unum, til stóra og umfatandi virksemið, sum í dag fevnir bæði um fiskivinnuvirksemi á sjógvi og landi og virksemi í frálandavinnuni við tilknýti til oljuvinnuna og til vindmyllulundir.

Bæði fiskivinnuvirksemi og frálandavirksemi hjá THOR eru í dag heimsfevnandi, og er felagið virkið í nógvum ymiskum londum og heimspørtum.

Á fundinum vóru mál viðvíkjandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi umrødd. Virðisøking og meirvirking av tilfeinginum varð umrøtt, og vísti Hans Andrias Kelduberg í hesum samanhangi á týdningin av, at fiskivinnan hevur varandi og tryggar karmar at virka undir. 

THOR er ein spennandi fyritøka, sum hevur gingið undan á nógvum mótum. Tað er áhugavert at síggja, hvussu víðfevnandi virksemið hjá THOR er í dag, og ikki minst at hoyra, at hugurin at menna og royna nýggjar leiðir framvegis er stórur, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.

Kelda & mynd: fisk.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira