mandag, februar 9, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Reiðarafeløgini í Skotlandi og Noreg ónøgd við ICES ráðgeving í samband við makrel
Savnsmynd 24.FO

Reiðarafeløgini í Skotlandi og Noreg ónøgd við ICES ráðgeving í samband við makrel

0 comments

Makrelur 2026, ICES tilmælið her frá hav.fo

Tilmæld veiða í 2026: 174.357 tons

Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,74 mió. tons, sum er væl undir burðardygga MSY Btrigger markinum á 4,12 mió. tons, men verri er, at hann er eisini farin undir Blim markið á 3,07 mió. tons. So her lýsa allar lampur reytt.

Nógva veiðan saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið seinastu trý árini er vaksið og liggur nú á 0,29, sum er væl oman fyri hámarksvirðið (FMSY = 0,191).

Stovnsmetingin varð eftirmett í vár (Benchmark) og tað ávirkaði fatanina av stovninum.

Hetta, saman við niðurgongd í gýtingarstovninum, eru høvuðsorsøkirnar til stóru niðurgongdina í tilmælinum.

Kelda: hav.fo – 30. september 2025

HVAT SIGA TEY Í TINGANESI?

UPPISJÓÐARVEIÐA

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira