tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir krónur í 2024

Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir krónur í 2024

0 comments

Almennu útreiðslurnar vóru góðar 15 milliardir krónur í 2024. Hetta er ein vøkstur á 830 milliónir krónur ella 5,8 prosent í mun til 2023. Hetta skrivar Hagstovan

Eitt nú eru lønarútreiðslurnar øktar við 407 milliónum krónum, ella 8 prosentum. Vøksturin í lønarútreiðslum sæst serliga innan økið ‘almannavernd’, har stórur partur av starvsfólkunum hoyra til fakbólkar, sum fingu lønarlyft í 2024.

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru 15,1 milliard krónur í 2024, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 14,8 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 224 milliónir krónur í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, danskar ríkisstovnar í Føroyum og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.

Framvegis stórar íløgur í kommunala geiranum

Samanlagt eru almennu íløgurnar minkaðar nakað í 2024 samanborið við 2023, men tá hugt verður eftir almennu undirgeirunum sæst, at kommunurnar halda á fram við stóru íløgunum, ímeðan landið brúktið nakað minni til íløgur í 2024. Samanlagt brúkti landið 224 milliónir krónur minni uppá tunnilsgerð í 2024 enn í 2023 og tað sæst aftur í íløgum hjá landinum.

Eins og í 2023, vóru tað íløgur í ítróttaranlegg og vegir sum fyltu mest í kommunala geiranum. Kommunurnar gjørdu íløgur í ítróttarannlegg fyri 390 milliónir krónur í 2024. Tað eru slakar 93 milliónir krónur meir enn í 2023. Størstu einstøku íløgurnar vóru stórhøllin við Tjarnir og svimjihyljarnir í Havn og Runavík. Hóast íløgur í vegir minkaðu nakað í 2024, gjørdu kommunurnar framvegis íløgur í vegir fyri 277 milliónir krónur í árinum.

Tú kast lesa meira her

Kelda: Hagstovan 10 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira