mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Norðurlendskir starvsbrøður øtaðust.

Norðurlendskir starvsbrøður øtaðust.

0 comments

Tað finst ongin umbering fyri hendingini við opna hekkuportrinum á Galaxy, eru norðurlendskir maskinmeistarar samdir um. Hetta skrivar Maskinmeistarafelagið á teirra heimasíðu

í hesi vikuni hevur seinni hálvárligi fundurin hjá NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum) verið íi Malmø í Svøríki, og har øtaðust umboðini fyri feløgini, tá greitt varð frá málinum við Galaxy, sum sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp.

Fráfarandi forsetin í NMF, Odd Rune Malterud, varastjóri og fakligur leiðari í Det norske maskinistforbund, Dnmf, er formaður í nevndini fyri trygd á sjónum í altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF, og hevur í nógv ár verið í fremstu røð, tá tað ræður um trygd og trygdarspurningar í IMO-høpi. Hann var púra avgjørdur um, at slíkt, sum hendi umborð á Galaxy, ikki eigur at koma fyri. Port state control – í hesum føri Sjóvinnustýrið – skuldi verið fráboðað alt fyri eitt, og tað skuldi lagt skipið, til vissa var fingin fyri, at viðurskiftini komu í rættlag, sigur hann.

Kelda & mynd og video: mf.fo 11 okt.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira