Roknskaparhagtølini fyri 2024 vísa, at úrslitini í nógvum vinnum lækkaði í mun til 2023. Meðan úrslitini í millum annað ‘Fiskiveiðu og aling’ og ‘Framleiðsluvinnu’ lækkaðu, so var úrslitið í ‘Byggivinnuni’ hægri enn nakrantíð áður. Hetta skrivar Hagstovan
Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2021 til og við 2023 og 2024 er uppgjørt fyri fyrstu ferð. Harumframt eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum ‘Vinna’.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið minni góð í 2024 í mun til 2023. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn einari milliard krónum. Í 2021 høvdu vinnurnar úrslit á 2,8 milliardir krónur, í 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 milliardir krónur, men í 2024 minkaði úrslitið samlað fyri allar vinnur niður á 3,4 milliardir krónur.
Tú kanst lesa meira her
