søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Gimmi prestvígdur í Glyvra kirkju 22. oktober

Gimmi prestvígdur í Glyvra kirkju 22. oktober

0 comments

Tann 18. september innstillaðu kirkjuráðini í Glyvra prestagjaldi gudfrøðingin Gimma Olsen í kallið sum virkandi sóknarprest í prestagjaldinum. Talan er trý støð, har gudstænasta verður hildin: Glyvra kirkja, Rituvíkar kirkja og Bønhúsið í Søldarfirði. 

Gimme

Gimmi er ættaður úr Klaksvík og er doyptur Símun Pauli Olsen. Eisini í kirkjuligum høpi fara vit at nýta navnið Gimmi, sum hann hevur borið alt frá barnaárum. 

Tríggjar umsóknir komu til kallið. Tænastutíðin er frá 1. november 2025 – 31. januar 2026.

Hóast Gimmi ikki er prestvígdur, hevur hann drúgvar royndir innan kirkjugátt. Hann hevur gjørt tænastu í Noregi sum vikarprestur. Tey mongu seinastu árini hevur Gimmi verið partur av og virkað í tøttum samstarvi við lutherskar kirkjur í Grønlandi, Noregi, Aserbadjan og Mali. 

Í knapt 8 ár hava hann og konan búð í Grønlandi. Gimmi hevur starvast á grønlendska Universitetinum (Setrinum), har hann undirvísti teimum komandi prestunum í grønlendsku fólkakirkjuni. Harafturat hevur hann granskað í praktiskum grønlendskum kirkjulívi, serliga innan diakoni. 

Gimmi verður prestvígdur í Glyvra kirkju mikukvøldið 22. oktober kl.18.00. Undir somu gudstænastu skipar dómprósturin hann í kallið sum virkandi sóknarprestur. 

Gudstænastan er almenn, og øll eru vælkomin.

Kelda: Fólkakirkjan okt.2025 Mynd framssíða: RunavíkarKirkja / Runavíkar kommuna

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira