Kom við til fjølmentanardans, familjudag, matverkstovur, tónleikaframførslur og mangt annað frá 22. oktober til 1. november.
Á Fjølmentanarvikuni viðurkenna, fevna og fagna vit ymisku mentanunum í Føroyum. Fjølmentanarvikan er karmur um felags upplivingar, ið skapa felags minnir og vónandi viðvirka til at styrkja okkara felagsskapskenslu.
Dentur er lagdur á, at vikan skal hava ein jaligan og forvitnisligan anda, og at øll skulu kenna seg vælkomin. Fjølmentanarvikan hevur onga ávísa politiska stevnu.
slide 1 to 3 of 7







Skráin 2025
Mikudagur 22. oktober
Kl. 18 Fjølmentanarvikan verður sett
Stað: Miðnám í Vestmanna, Fjarðavegur 4, Vestmanna
- Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
- Kór framførir sangir úr ymsum herðashornum
- Mariano Lopez úr Guatemala vísir dans úr sínum heimlandi
- Persónlig frágreiðing um, hvussu tað er at flyta til eitt lítið samfelag
- Sergio Martínez Muñoz úr Meksiko framførir suðuramerikanskar tónar og onkran slagara úr Vestmanna á sponskum
- Smakkiroyndir av mati úr ymsum fjarskotnum londum
- Stella úr Sri Lanka vísir fram sína list
Fríggjadagur 24. oktober
Kl. 18.00 Fjølmentanarveitsla
19.00 Samanskotsgildi (Potluck). Vit deila mat og samveru tvørtur um mentanir.
21:00 Pubquiz. Felagskapur og lærdómur tvørturum mentanir
Stað: Bygdahúsið í Miðvági.
Leygardagur 25. oktober
Kl. 13-17 Familjudagur
- Fjølmentanarborð. Royn leskiliga matin
- Tónleikur
- Dansur
- Søguløta
- Básar
Stað: Perlan og Reinsaríið, Tórsgøta 3 og 5, Tórshavn
KL 20:00. Koncert við Ragnar Finnson
Stað: Listastovan. Gammaldadøta 2. Miðvágur.
Sunnudagur 26. oktober
Kl 10-17 Dansidagur, støkk inn verkstovur og framførslur
- Lær at dansa Bachata, modern jive, indiskan dans og samba. NLH
Stað: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn
Kl 17-20 Matverkstova: Brasilianski rætturin Virado à paulista.
- Tilmelding krevst: Send mail á: fjolmentan@gmail.com
Stað: Heinesens hjallur (Altjóðahúsið), Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Mánadagur 27. oktober
Kl. 17-20 Matverkstova: Ukrainski rætturin Vareniki with cherries
- Tilmelding krevst: Send mail á: fjolmentan@gmail.com
Stað: Heinesens hjallur (Altjóðahúsið), Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Týsdagur 28. oktober
Kl. 17-20 Tekniverkstova
Stað: Altjóðahúsið, Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Kl 19:30 Fólkakirkja fyri tilflytarar
- Føroyskir og enskir sálmar
- Andakt á eingilskum
- Fólkakirkjuliga arbeiði og lokalu tilboðini
- Kirkjukaffi og prát við presarnar
Stað: Vesturkirkjan. Landavegur 44
Mikudagur 29. oktober
Kl. 9.45-12 Barna-OL fyri forskúlabørn
Stað: Við Tjarnir, Hoyvík
Kl. 17-20 Matverkstova: Taiwanesiski rætturin Dumplings with pickles
- Tilmelding krevst: Send mail á: fjolmentan@gmail.com
Stað: Heinesens hjallur (Altjóðahúsið), Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Kl. 20-22 Filmsfelagið sýnir filmin »All We Imagine as Light«
Stað: Havnar Bio, Tinghúsvegur 8, Tórshavn
Hósdagur 30. oktober
Kl. 17-20 Matverkstova: Matur úr Madagaskar.
- Tilmelding krevst: Send mail á: fjolmentan@gmail.com
Stað: Heinesens hjallur (Altjóðahúsið), Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Kl. 19.00. Millum mál og mentanir
- Sofaprát, har tilflytarar deila søgur um kríggj, kærleika, karrieru, konfliktir og samleika.
- Tónleikur við Niklas og Lenu
- Petra Olsen er vertur
Stað: Bókasavnið í skúlanum á Giljanesi.
Kl. 19.30-22 Konsert: Sergeii, Cynthia og Sergio og Moses
Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 5, Tórshavn
Fríggjadagur 31. oktober
Kl. 17-20 Matverkstova: A Filipinian boodle fight – fleiri filipinskir rættir og hættir at eta
- Tilmelding krevst: Send mail á: fjolmentan@gmail.com
Stað: Heinesens hjallur (Altjóðahúsið), Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Kl. 20-02. Fjølmentanardansur
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Video
Leygardagur 1. November
Hvussu taki eg lut?
Tað ber til at taka virknan lut við til dømis at framføra, hjálpa, skipa fyri skeiði ella øðrum á Fjølmentanarvikuni. Vit ynskja at veita karmar fyri so nógvum tiltøkum sum gjørligt. Set teg í samband við okkum á fjolmentan@gmail.com ella støkk inn á gólvið í Altjóðahúsinum, Tinghúsvegur 12, har vit sita dagliga.
Set tín dám á vikuna
Fjølmentanarvikan leggur upp til, at øll eru við í Fjølmentanarvikuni: Stovnar, skúlar, arbeiðspláss, felagsskapir, grannaløg og einstaklingar. Kommunan skipar fyri nøkrum almennum tiltøkum, men øll kunnu skipa fyri átaki ella tiltaki í sínum egna umhvørvi. Leitar tú eftir íblástri, finnur tú hugskot til átøk og tiltøk í hugskotskjáttuni:
Vit taka fegin ímóti ískoytum til hugskotskjáttuna, tí so kunnu øll fáa gagn av hugskotinum. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og send okkum tíni uppskot. Tað ber væl til at viðfesta fílur í formatunum pdf, jpg og png.
Send uppskot til skjáttuna
FMV um alt landið
Fjølmentanarvikan er partur av kommunala integratiónsnetverkinum, og ein høvuðsmálsetningur er, at allar kommunur taka lut í tann mun, tað letur seg gera. Fleiri kommunur eru longu við, og tað er sera gleðiligt, at Vestmanna kommuna setir vikuna í ár. Tað, at setanin flytir, tryggjar samstarv og ger, at vit øll føla, at vit eru partur av somu heild.

Vert at hugsa um
Vert at hugsa um
Her eru nøkur ráð til tykkum, ið arbeiða við ungum fólkum og børnum úr tilflytarabólkum, og til luttakarar á Fjølmentanarvikuni:
- Hóast tvey fólk eru úr sama minnilutabólki, so er ikki vist, at tey hava nakað til felags
- Legg dent á tey eyðkenni, tit hava í felag, og minst til, at øll ung eru einstaklingar, hvør upprunin so er
- Ung fólk hava fleiri samleikar alt eftir umstøðum. Umframt at vera »útlendingar«, so kunnu tey eisini vera til dømis: Dansari, abbi, tónleikari, bókormur, hondbóltspælari ella ein, ið elskar borðspøl. Tí er týdningarmikið, at vit ikki bara leggja dent á ein tátt í teirra samleika – hugsa heldur um, hvat tey halda vera týdningarmikið
- Ver varin við at brúka heitir, tí heitir kunnu kennast stigmatiserandi
- Tað kann vera stórur munur á at vera tilflytari og at vera flótti. Tað er ikki vist, at flóttar hava hug til at tosa um eitt nú kríggj
Kelda & Video og myndir: torshavn.fo
Tú kanmst eisini vitja síðuna hjá Torshavnar kommunu her
