tirsdag, november 11, 2025
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Merkt fisk á Landgrunninum

Merkt fisk á Landgrunninum

0 comments

Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur, men umframt hann vórðu bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka og havtaska merkt. Hetta skrivar Havstovan

Kanningin, sum Havstovan ger við at merkja fisk, er m.a. fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum. Hetta avhongur tó av, at tey, sum fáa ein merktan fisk, boða Havstovuni frá og lata Havstovuni fiskin til víðari kanningar. Mann fær góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har mann er við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Túrfrágreiðing frá merkingartúrinum sæst her.

Les meira um merkir, hvussu tú gert við ein merktan fisk, og síggj eitt ferðingarkort, sum byggir á merkingarúrslit.

Myndir frá merkingartúrinum.

Petur Steingrund, Fiskifrøðingur, Dr. Philos

Lise Helen Ofstad, Ph.D, Fiskifrøðingur

Kelda & myndir: hav.fo 15 okt 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira