mandag, januar 19, 2026
Home Tænastuvinna Rentumarginalurin 3,75% í september 2025

Rentumarginalurin 3,75% í september 2025

0 comments

Miðal útlánsrentan hjá føroysku privat- og vinnukundunum í føroysku bankunum var 4,40% í september 2025, ímeðan miðal innlánsrentan var 0,65%. Rentumarginalurin er munurin millum innláns- og útlánsrentuna og hann var tí 3,75%.

Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks. Rentumarginalurin er síðani lækkaður eitt vet aftur, sí mynd 1.

Rentuinntøkurnar hjá føroysku bankunum av útlánum til føroyskar kundar vóru um 80 mió. kr. lægri fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2025 samanborið við fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2024. Rentuútreiðslurnar hjá føroysku bankunum fyri innlán hjá føroyskum kundum, eru í sama tíðarskeiði lækkaðar nærum 30 mió. kr.   

Mynd 1. Rentumarginalurin er minkaður

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

Kelda: landsbankin.fo 14 nov.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira