mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Skálafjarðar læknadømi

Skálafjarðar læknadømi

0 comments

Í 1988 bygdu Runavíkar- og Nes kommuna í felag Heilsumiðstøðina í Runavík. Hon var fyrst og fremst ætlað til læknarnar, sum frammanundan hildu til á Toftum og í Doktarahúsunum í Heiðunum. Hetta var mikið frambrot fyri nærum 40 árum síðan. Síðan er talið  av borgarum í økinum vaksið munandi – og tørvurin á kommunulæknatænastu tilsvarandi.

Í 2014 var Skálafjarðar læknadømi skipað sum eitt samstarv millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu og Heilsumálaráðið. Semjan var, at eftir at akandi varð undir Saltnesgrynnuni, skuldi allur læknaførleikin savnast á tí, sum nú varð umrøtt sum Heilsudepilin í Runavík.

Nú er avgerð tikin um, at 5 kommunulæknar skulu virka í Skálafjarðar læknadømi, og samsvarandi hesum verður nú farið undir at umbyggja Heilsudepilin soleiðis, at rúm verður fyri øllum kommunulæknunum í einum og sama húsi. TN-Bygging á Glyvrum skal gera arbeiðið, og í gjár skrivaðu borgarstjórarnir í Nes- og Runavíkar kommunu saman við Torben Nielsen undir sáttmála um umvæling og nýbygging í niðaru hæddini í hølunum, har ið tríggir kommunulæknar virka á ovaru hæddini.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í mai-juni mánaða 2026.

Kelda & myndir: runavik.fo – 11. desember 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira