torsdag, juni 11, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Høgt avreiðingarvirði í 2025
Savnsmynd 24.FO

Høgt avreiðingarvirði í 2025

0 comments

Samlaða avreiðingarnøgdin í 2025 var 603 túsund tons og avreiðingarvirðið góðar 4,6 milliardir. Hetta skrivar Hagstovan

Avreiðingar er landað nøgd hjá føroyskum skipum og bátum av fiski, sum meir ella minni er virkað umborð – eitt nú frá køldum kruvdum fiski til fryst flak. 

Í hagtalsgrunninum eru nú fleiri upplýsingar um avreiðingarnar, bæði í nøgd og virði og skift á fiskaslag, veiðiøki, virking, viðgerð, reiðskap, og skipastødd. Avreiðingar verða gjørdar upp mánaðarliga. Kelda til avreiðingarnar er veiða sambært avreiðingarseðlum latnir Vørn. 

Í 2025 vóru avreidd góð 600 túsund tons, eitt vet minni enn í 2024 tá tonsini vóru góð 640 túsund tons. 

Les meira her

Kelda: Hagstovan – savnsmynd 24.fo framsídu

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira