mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Innflutningurin úr ES vaksin nærum 480 milliónir krónur

Innflutningurin úr ES vaksin nærum 480 milliónir krónur

0 comments

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá februar 2025 til januar 2026. Tað eru knappar 750 milliónir krónur, ella 7,4 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár. Hetta skrivar Hagstovan

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum “brennievni og aðrar oljur” og “ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni”, vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 126 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 377 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 februar – januarmunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans10.176,310.925,7749,47,4
0 – Matvørur og livandi djór2.304,92.430,8125,95,5
1 – Drykkjuvørur og tubbak147,2147,1-0,1-0,1
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni288,6359,671,024,6
3 – Brennievni og aðrar oljur1.536,41.427,7-108,7-7,1
4 – Djóra- og plantuoljur152,1529,6377,5248,2
5 – Evnafrøðiligt tilfar959,71.068,2108,511,3
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.367,31.318,7-48,6-3,6
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør2.476,22.684,9208,78,4
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur943,4959,015,61,7
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,40,1-0,3-68,9

Kelda:Hagstova Føroya

Innflutningur skiftur á lond

Meira er innflutt úr øllum heimspørtum uttan Afrika. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 480 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við nærum 240 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við góðum 145 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 februar – januarmunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans9.602,010.393,2791,38,2
ES (27_2020)4.868,55.348,4479,99,9
Evropa annars2.874,02.892,418,40,6
Norðurafrika25,220,4-4,8-19,2
Afrika annars17,415,6-1,8-10,4
Norðuramerika178,3323,5145,281,5
Miðamerika og Karibia17,518,61,16,3
Suðuramerika165,8209,343,526,2
Miðeystur7,69,72,127,1
Asia annars1.020,01.100,180,17,9
Avstralia og Nýsæland23,530,77,230,7
Oseania og Póløkini annars0,10,10,1126,0
Ógreinað og ókent404,0424,420,45,1

Kelda:Hagstova Føroya

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónir krónur um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira