mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Framvegis stór avlop á handilsjavnanum

Framvegis stór avlop á handilsjavnanum

0 comments

Tað hevur verið avlop á handilsjavnanum seinastu 15 árini við einstøkum undantøkum. Í 2025 var avlopið á handilsjavnanum 2,6 mia. kr., samanborið við slakar 2 mia. kr. í 2024. Hetta skrivar Hagstovan

Handilsjavnin vísir munin millum útflutning og innflutning, sí mynd 1. Í 2025 var avlopið á handilsjavnanum 2,6 mia. kr., samanborið við slakar 2 mia. kr. í 2024, og tað var áleið 3 mia. kr., um innflutningurin av skipum og øðrum stórum flutningstólum ikki verður tikin við.

Innflutningurin er vaksin við áleið 700 mió kr. í 2025 samanborið við 2024. Størsta økingin er í innflutninginum av djóra- og plantuoljum til framleiðslu av fiskafóðri, meðan innflutningsvirðið av skipum og matvøru eisini er vaksið nakað.

Les meira her

Mynd: 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira