Home Author
Author

Lagt út ÓML

Fyrr í dag fóru fleiri Politibussar og sjúkrabilar vestur til Sørvágs

Talan er um væl vápna løgreglufólk og fólk eru biðin um at halda seg innandura. Talan er um eina politi uppgávu í einum ávísum økið í Sørvági. Vit vilja ikki órógva virksemið hjá løgregluni og tí kunnu vit ikki siga meir um hvat fyriferst beint nú.

24.FO – 20 okt-2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í gjár var hátíðarhald á Brandstøðini við Oyggjarvegin, har føðingardagur var og fleiri heiðurstekin vórðu handað í sambandi við starvsdagar.

Borgarstjórin handaði heiðursteknini og nevndi, at sum altíð var hugnaligt at koma at vitja sløkkiliðið og hugaligt eisini, at so mong fáa heiðurstekin hesaferð.

– Hvørja ferð vit hátíðarhalda starvsfólk hjá Brandstøðini fær tað meg at hugsa um, at tað bara er hálvonnur øld síðan, at amtmaðurin svaraði donskum myndugleikum, at  havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging, tíansheldur hava nøkur sløkkiliðsfólk.

– Í søguni um kongaliga fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg frá 1874 sæst, at tá fyrsta sproytan kom, vórðu settir nakrir menn at passa hana – millum annað ein sproytumeistari, ein strálumeistari og ein hjálparmaður.

– Og tíbetur varð útgerðin hjá Kongaliga Einahandlinum latin býnum, so vit fingu grundarlag at skipa fyrsta sløkkiliðið. Og í dag hátíðarhalda vit merkisdagar hjá útivið 20 starvsfólkum.

– Eg havi sagt tað so mangan fyrr og kann endurtaka, at vit eru errin av okkara sløkkiliði. Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag eru fús at seta bæði heilsu og lív í vága fyri at verja okkum øll og gera okkara umhvørvi tryggari.

– Og hóast eldur ikki er í nakrastaðni, so kann býurin als ikki liva uttan tykkara fjølbroyttu tænastur á so mongum øðrum økjum.

– Bæði umsiting og politikkarar í Tórshavnar kommunu hava ein serligan tokka til Brandstøðina. Vit eru góð við tykkum og vilja, at tit skulu hava best hugsandi umstøður. Og at tit trívast.

– Og starvsdagar eru um ikki annað so tekin um, at fólk trívast í starvinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri. 18 fólk vóru á listanum, og niðanfyri sæst yvirlitið.

Heiðurstekin oktober 2022

Kollafjørður

  1. Signar Rasmussen 20 árs tekin
  2. Ragnar Petur Joensen 10 árs tekin
  3. Áki Hellisdal 10 árs tekin
  4. Mortan A.M. Poulsen 10 árs tekin

Koltur

  1. Bjørn Patursson 10 árs tekin

Kirkjubøur

  1. Jóannes Patursson 10 árs tekin
  2. Teitur Heindriksson 10 árs tekin

Hestur

  1. Tróndur Lyngvej 10 árs tekin

Nólsoy

  1. Beinir Poulsen 10 árs tekin
  2. Bjørn Elisson 10 árs tekin
  3. Høgni Niclasen 10 árs tekin
  4. Hjalmar N. Jacobsen 10 árs tekin
  5. Jákup av Skarði 10 árs tekin

Kaldbak

  1. Brian Rasmussen 10 árs tekin
  2. Gudny Rasmussen 10 árs tekin
  3. Hans Petur B. Nolsøe 10 árs tekin

Tórshavn:

  1. Tróndur S. Rodmarsson 20 árs tekin
  2. Andras Hammer 10 árs tekin

Kelda og myndir: torshavn.fo 19. okt. 2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eitt samt Løgting hevur nú samtykt uppskotið um oljuískoyti, og familjurnar, sum eru fíggjarliga ringast fyri, fara sostatt at fáa ein fíggjarligan styrk.

Oljuískoyti er ein fíggjarligur stuðul á 10.000 kr., sum verður veittur húskjum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi. Ein treyt fyri at fáa oljuískoyti er, at húskið ikki hevur ognir fyri meira enn 50.000 kr. Um tað eru trý ella fleiri vaksin í húskinum kann ognin vera upp til 70.000 kr. Tað er bert innistandandi peningur og virðisbrøv, ið telur sum ogn.

Almannaverkið er longu farið undir fyrireikingarnar og verður ein av komandi døgunum til reiðar at móttaka umsóknir um oljuískoyti. Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina í seinasta lagi 30. november í ár.

Kelda: Almannaráðið 20 okt 2020

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinastu dagarnar hava fleiri útróðrarbátar veri til fiskiskap og er fiskiskapurin brúkiligur.

Útróðrarbáturin LÍÐHAMAR úr Klaksvík hevur fiska millum 6.000 til 8.000 pund seinastu túrarnar, veiðan er mest hýsa og nakað av toski. Hetta má sigast at verða brúkiligur ella miðal góður fiskiskapur hesa árstíðina. Við LÍÐHAMAR eru 3 mans og 2 mans eru í skúrðinum sum heimamenn og umframt teir eru tað fleiri mans sum egna akkord.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur fyri tíðarskeiðið 1.10.2022-30.09.2025 sett nýggja Miðlastuðulsnevnd við hesum limum:

  • Bjørk Maria Kunoy, forkvinna., cand.jur., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya – Dánjal Høgjaard, cand.jur., er varaformaður.
  • John Johannesen, tíðindafólk, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk –  Sigrún Brend, tíðindafólk, er varalimur.
  • Hallbera West, ph.d., cand. scient pol., eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya – Martin N. Simonsen, cand.mag., er varalimur.

Á fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum 19.10.2022 heilsaði landsstýrismaðurin upp á nevndina og greiddi frá arbeiðsuppgávunum. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 2 mió. kr. settar av til ávikavist lønir og verkætlanir. Landsstýrismaðurin hevur í fíggjarlógaruppskotinum hækkað játtanina við 0,5 mió. kr. upp í 2,5 mió. kr. í 2023.

Nevndin fer alt fyri eitt at viðgera umsóknirnar um stuðul, sum komu inn til freistina 17. oktobur.

Miðlastuðulsnevndin verður sett sbrt. løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul. Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.

Mynd: John Johannessen, Bjørk Maria Kunoy, Jenis av Rana, Hallbera West, Sigrún Brend, Martin N. Simonsen. Dánjal Højgaard vantar á myndini.

Kelda og mynd: Uttanríkis- og Mentamálaráðið

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava gjørt av, at broyta mánaðarliga hámarksgjaldið fyri persónbilar úr 25 túrum til 15 túrar. Hetta merkir, at tey sum hava hald í mesta lagi fara at gjalda fyri 15 túrar um mánaðin í sama tunli við sama bili. Sostatt verður einki gjald fyri túr 16 og fylgjandi túrar, og mesta gjald verður kr. 300 um mánaðin.

Viðvíkjandi leigubilum, hýruvognum, vøruvognum o.l., verður hámarksgjaldið framhaldandi 25 túrar ella kr. 500 um mánaðin.

Skipanin kemur at galda frá 1. november 2022 og fer serliga at gagna pendlarum og fólki sum koyra ofta.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

19.10.2022

Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Páls Høll – inn til ein varandi grøn loysn er funnin. 

Tað eru fleiri veitarar sum arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni.

Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs Kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Páls Høll, tá eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen.

Væntandi verður Páls Høll opin aftur í komandi viku. Lýst verður nærri her á heimasíðuni og á Facebook síðuni hjá Páls Høll. 

Kelda Vágs kommuna – myndir 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

written by OML 25. juni 2022 á 24fo.net

Nevndararbeiðið

24 juni 2022 skrivar Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, at hann hevur valt at skifta stýrið í Bústøðum út.

Orsøkin sigst verða vantandi stev og arbeiðslag.

Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen. Allir í Tórshavnar Kommunu.

Á pappírinum sær hetta út til at verða ein valkvalifisera nevnd, og har landsstýrismaðurin hevur gjørt sær ómak við at seta ein nevnd við kendum fólkum innan vinnu og jura v.m. . Vónandi hava tey í hesi nevnd størri virðing fyri nevndararbeiði enn leiðsla og starvsfólk í einum stórum felag í kommunurnar eiga.

Tó undrar tað, at tað í Fólkafloksháborgini norðanfjørðs, ikki finnast fólk ið verða mett egna at verða í nevndini hjá Bústøðum. Hetta ber boð um, at “musikala støðið” í høvuðsstaðnum man verða so sum so. Tó er at vóna at nevndin brennir fyri at menna bústaðarmarknaðin.

Í Norðoyggjum er verulig fer á alternativum íbúðarbygging og komandi árin verða útvið 300 fleiri alternativar íbúðir í Norðoyggjum. Fleiri privatar verkætlanir eru í gongd og eisini saman við Bústøðum. Sum nevnt so eru fleiri á veg og vísur hetta, at vit eisini her eru i front.

Óli M. Lassen, stjóri

siviløkonomur

Grein flutt inn her 20 okt 2022
0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Brúkaraprístalið er vaksið 8,8 prosent seinasta árið. Tað er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum síðani fyrst í áttatiárunum. Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent. Sostatt er talan um størsta árliga prísvøkstur í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Kelda: Hagstova Føroya%-broytingBrúkaraprístaliðProsentbroyting síðan sama ársfjórðing árið fyri1 árfj 021 árfj 031 árfj 041 árfj 051 árfj 061 árfj 071 árfj 081 árfj 091 árfj 101 árfj 111 árfj 121 árfj 131 árfj 141 árfj 151 árfj 161 árfj 171 árfj 181 árfj 191 árfj 201 árfj 211 árfj 222005201020152020-505108,8 %

Prísvøkstur í øllum vøru- og tænastubólkum seinasta árið

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august mánað 2022. Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum bólkum. Árligi prosentvøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, ið fyllir mest í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir við tíggju prosentum. Lakastur hevur prísvøksturin verið á bólkunum ‘heilsa’ og ‘rúsdrekka og tubbak’.

Brúkaraprístalið skift á høvuðsbólkar

aug 2021 – aug 2022

 augustmunur
 20212022vísital%
Brúkaraprístalið124,9135,911,08,8
Matur og alkoholfríar drykkjuvørur133,0146,213,210,0
Rúsdrekka og tubbak153,6155,61,91,3
Klædnavørur og fótbúnaður100,6106,96,36,3
Býli116,3138,121,818,7
Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð92,7103,310,611,4
Heilsa123,2123,90,70,5
Flutningur145,1156,511,47,9
Samskifti77,788,711,014,2
Frítíð og mentan113,9118,74,84,2
Útbúgving119,0123,24,23,5
Hotel og matveitarar159,9167,98,05,0
Ymiskar vørur og tænastur146,3149,43,12,1

Kelda:Hagstova Føroya

Prísvøksturin á matvørum ávirkar prístalið mest

Prísvøkstur á mati er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð. Prísirnir á matvørum eru hækkaðir næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í mai mánaða 2022. Tað er ein vøkstur á stívliga tíggju prosent síðan sama mánað árið fyri.Kelda: Hagstova FøroyaIndeks, februar 2001 = 100Brúkaraprístalið – MaturJul ’01Jan ’02Jul ’02Jan ’03Jul ’03Jan ’04Jul ’04Jan ’05Jul ’05Jan ’06Jul ’06Jan ’07Jul ’07Jan ’08Jul ’08Jan ’09Jul ’09Jan ’10Jul ’10Jan ’11Jul ’11Jan ’12Jul ’12Jan ’13Jul ’13Jan ’14Jul ’14Jan ’15Jul ’15Jan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ‘22200520102015202010075125150147,0

Verður hugt nærri at, hvørjir matvørubólkarnir eru, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri, sæst at prísirnir á smøri, margarini og matarolju eru hækkaðir við 25 prosentum. Mjólk, ostur og egg er vorðið 15 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á vørum sum breyði og kornvørum, frukt, grønmeti og kjøti.

Prísbroyting á mati

aug 2021 – aug 2022

 augustmunur
 20212022vísital%
01.1 Matur133,4147,013,610,2
01.1.1 breyð og kornvørur143,3158,715,310,7
01.1.2 kjøt136,2149,012,89,4
01.1.3 fiskur133,0142,69,67,2
01.1.4 mjólk, ostur og egg135,2154,819,614,5
01.1.5 oljur og fitievni162,6203,340,725,0
01.1.6 frukt110,7123,512,811,5
01.1.7 grønmeti124,6136,211,59,3
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.133,0137,84,93,7
01.1.9 aðrar matvørur118,1126,28,06,8

Kelda:Hagstova Føroya

Mest sum allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti hava havt ein lakan vøkstur á 3,7 prosent. Sostatt er tað vorðið lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti enn frukt og grønt seinasta árið.

Býlisútreiðslurnar hækkaðar útvið 20 prosentum seinasta árið

Hóast prísirnir í høvuðsbólkinum ‘býli’ eru næstan 20 prosent hægri nú enn fyri ári síðani, so er vøksturin síðani seinastu uppgerð í mai einans knappliga eitt prosent. Stóri vøksturin í hesum vørubólki er sostatt komin í uppgerðunum undan hesari.Kelda: Hagstova FøroyaIndeks, februar 2001 = 100Brúkaraprístalið – BýliJul ’01Jan ’02Jul ’02Jan ’03Jul ’03Jan ’04Jul ’04Jan ’05Jul ’05Jan ’06Jul ’06Jan ’07Jul ’07Jan ’08Jul ’08Jan ’09Jul ’09Jan ’10Jul ’10Jan ’11Jul ’11Jan ’12Jul ’12Jan ’13Jul ’13Jan ’14Jul ’14Jan ’15Jul ’15Jan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ‘22200520102015202010075125150138,1

Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin ‘býli’ næststørstur, og er uppgjørdur til áleið ein fimting av húsarhaldsnýtsluni. Tað er serliga prísurin á húsaleigu og brennievni til at hita býli, ið ávirka býlisútreiðslurnar.

Prísirnir á brennievni á næstan sama stigi sum í mai

Stóri prísvøksturin, sum seinasta árið hevur verið á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, ávirkar framvegis árligu broytingina í brúkaraprístalinum, men miðalprísirnir fyri brennievni í august eru ikki øktir síðani seinastu uppgerðini undan hesari, sum var í mai. Prísvøkstur á brennievni hevur havt størst íkast til samlaðu broytingina í prístalinum í seinastu uppgerðini, eins og við uppgerðini undan henni.Kelda: Hagstova FøroyaÁrlig prosentbroytingÁrlig prísbroyting á brennievni til akførBrenni- og smyrjievni til akfør (vøra 07.2.2)FøroyarDanmarkÍslandApr ’18Jul ’18Okt ’18Jan ’19Apr ’19Jul ’19Okt ’19Jan ’20Apr ’20Jul ’20Okt ’20Jan ’21Apr ’21Jul ’21Okt ’21Jan ’22Apr ’22Jul ‘222019202020212022-5005010038,7 %28,4 %33,9 %

Árligi prísvøksturin í Føroyum á brennievni til akfør er áleið tann sami sum miðalvøksturin í Danmark og Íslandi. 

Stórur prísvøkstur er eisini aðrastaðni

Brúkaraprístalið í Føroyum verður gjørt upp fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november – tí ber til at samanbera prísbroytingar við mánaðarligar uppgerðir hjá øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við.

Tá koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa nú metstóran vøkstur. Í mun til onnur lond, ið vit vanliga sammeta okkum við, so er árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent áleið á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum.Kelda: Hagstova Føroya%-broytingBrúkaraprístalið, árlig prosentbroytingaugust 2022FøroyarDanmarkES-lond (27​lond frá 2020)FinnlandÍslandNoregSvøríki051015

Í august var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9 prosent. Prísvøksturin í Íslandi og í Svøríki var nakað hægri á ávikavist 9,7 og 9,8 prosent. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5 prosent, sum er nakað lægri enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars. HICP-indeksið (Harmonised Indices of Consumer Prices) hjá ES-londunum var 10,1 prosent í august.

Kelda & mynd: Hagstova Føroya 19 okt 2022

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Granskingarúrslit hjá Fiskaaling eru útgivin í altjóða tíðarritinum Frontiers in Animal Science, ið hevur eina serútgávu við heitinum: “Biology Meets Technology: Aquatic Animals in Novel and New Aquaculture Production Systems”. Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið er høvuðsrithøvundur á greinini.

Greinin greiðir frá kanningararbeiði, sum granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri, har kannað verður, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin. Nitrit stavar frá ótørvum, ið laksurin hevur latið í vatnið.

Laksur upptekur nitrit úr vatninum umvegis nakrar kyknur í táknunum, sum vanliga upptaka klorid sølt. Um innihaldið av nitirit verður ov høgt skal laksurin brúka orku uppá at útskilja upptikið nitrit. Verður laksurin útsettur fyri ov høgum nitritinnihaldi í vatninum yvir longri tíð, kann hetta ávirka fysiologisku javnvágina hjá laksinum, og nitrit byrjar at upphópast í blóðnum. Hetta kann føra til klorid mangul, sum so aftur viðførir, at súrevnið ikki verður upptikið og flutt rætt í blóðnum. Ov høgt innihald av nitrit í blóðnum kann eisini føra til ov høgt innihald av kalium í blóðinum – ein støða sum verður nevnd hyperkalemi.

Av tí at nitrit verður upptikið umvegis kyknurnar, sum upptaka klorid, ber til at tilseta nakað av salti í vatni, soleiðis at fiskurin upptekur klorid í staðin fyri nitrit. Fiskaaling kannaði, hvussu væl laksurin kláraði at halda nitritjavnvágina aftaná 22 mánaðir í kørum á eini smoltstøð, ið ikki tilsetti salt í vatni, og har innihaldið av nitrit var lutfalsliga lágt.

Kanningin vísti, at aftaná 22 mánaðir hevði fiskurin eitt nitritinnihald í blóðinum, sum var 8-16 ferðir hægri enn innihaldið í vatninum. Eisini vóru tekin um at fiskurin hevði ov nógv kalium í blóðinum.

Granskingarúrslitini vísa, at laksurin hevur trupult við at halda fysiologisku javnvágina í feskvatni yvir longri tíð, tá nitritinnihaldi í vatninum er ov høgt, og at hetta kann viðføra at fiskurin fær hyperkalemia.

Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri kanningunum og er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat Heidi hava Elin Jacobsen og Amanda Vang frá Fiskaaling verið partur av arbeiðinum umframt Jelena Kolarevic granskari á Norska Universitetinum The Norwegian College of Fishery Science.

Úrslitini í greinini eru liður í granskingararbeiðnum hjá Fiskaaling, ið hevur til endamáls at røkka visjónini hjá Fiskaaling, sum er vitan til varandi aling.

Vísindagreinin við drúgva heitinum “Exposing Atlantic Salmon Post-Smolts to Fluctuating Sublethal Nitrite Concentrations in a Commercial Recirculating Aquaculture System (RAS) May Have Negative Consequences, kann lesast í fullari longd her. 

Kelda: Fiskaaling.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail