Home Author
Author

Lagt út ÓML

Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá kl. 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.

Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar 3 vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.

Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótti. Tað verður tí spennandi at eftirmeta gongdina, tá komið verður inn í desember, sigur borgarstjórin at enda.

www.itrott.fo

Kelda & myndir: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar og hava fingið tillutað 3.000 tons. Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað 1.800 tons. Hetta skrivar Fiskimálaráðið.

    

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli í 2023

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli í 2023

Í kunngerðunum um fiskiskap eftir ávikavist norðhavssild og makreli í 2023 eru kvotur settar av til vinnuligar fiskiroyndir. Av norðhavssild eru 3.000 tons sett av og av makreli eru 1.800 tons sett av.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotunum var mánadagin 3. juli. 2023. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk sjey umsóknir um kvotur av norðhavssild, har tilsamans varð søkt um 5.900 tons. Viðvíkjandi makreli komu seks umsóknir; har varð tilsamans søkt um 4.200 tons.

Umsóknirnar eru viðgjørdar innanhýsis í Fiskivinnu- og samferðslumála­ráðnum og saman við Havstovuni.

Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.000 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, ið vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknirnar, ið eru gingnar á møti, snúgva seg um at avreiða til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka ávikavist sildina og makrelin á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2024.

Feløgini, sum hava fingið játtað kvotur, eru:

Norðhavssild
FelagNøgd/Tons
Jupiter (samstarv við Pelagos)700
P/F Kósin1.200
Sp/f DNV undir stovnan150
Sp/f Tavan950
Makrelur
FelagNøgd/Tons
Sp/f Tavan650
Sp/f DNV undir stovnan150
P/F Kósin1.000
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya Sjómannadag, sum aftur er á skrá í døgunum 16. – 20. august.

Fyrr í summar var eg á Oyggjaleikum, umboðandi Klaksvíkar kommunu. Fleiri íðkarar úr kommununi luttóku, eitt nú í badminton, kurvabólti, svimjing og frælsum ítrótti. Tað var ein ótrúliga góð ferð, har okkara umboð stóðu seg ómetaliga væl.

Vit búðu á einari lítlari oyggj beint uttanfyri Guernsey, so fyri at síggja leikirnar máttu vit sigla 20 minuttir, men tað var sera ómakaleyst. Lokalsamfelagið á hesi lítlu oyggj hevði í eitt stutt tíðarskeið veruliga spílað seg út til at kunna hýsa fleiri 100 ítróttarfólkum og rúgvuvís av gestum.

Hetta fekk meg at hugsa um tað sermerkta, sum ofta er við smáplássum. Samanhald og samstarv! Nakað, sum eisini eyðkennir okkara lítla bý.

Seinastu vikurnar hava vit fagnað okkara ótrúligu rógvarum, sum á Ólavsøku settu føroyskt met við at vinna heili 5 FM. Nakað, sum onki annað kappróðrarfelag í Føroyum áður hevur megnað. Og fyri ikki at tala um úrslitini hjá besta mansliðnum hjá KÍ í summar. Ítróttarbrøgd, sum kring allan heim eru blivin lýst sum ein sensatión, ein stórhending.

Fyri tveimum vikum síðan var býurin á tremur við glaðum festivalgestum. Fyriskipararnir av Summarfestivalinum megnaðu fyri 20. ferð at seta Klaksvík á føroyakortið sum plássið, har tónleikur, hugni og handilslív ganga hond í hond.

Onki av hesum hevði verið møguligt uttan tað sterka samanhald og góða samstarv, sum er millum tey, ið búgva og virka í hesum økinum. Kappróður, fótbóltur og Summarfestivalur høvdu ongantíð nátt slíkum hæddum, um tað ikki var fyri allar hesar skapandi kreftirnar og øll tey ótroyttiligu, dugnaligu hjálparfólkini, sum búgva í sama øki.

Føroya Sjómannadagur

Sjómannadagurin er enn eitt dømi um, hvat myndar okkara bý, tá fyriskiparar, vinnulív, handilslív og borgarar standa saman um tiltøk, ið samansjóða lokalsamfelagið.

Síðan 2005, tá fyrsti Sjómannadagur varð hildin, er Føroya Sjómannadagur bara vaksin og hevur ment seg so nógv, at tað er blivið siðvenja hjá 1000 tals føroyingum at leita sær til Klaksvíkar hendan dagin.

Føroya Sjómannadagur er eisini øðrvísi enn flestu onnur summartiltøk, stevnur og festivalar á tann hátt, at øll tiltøk – ja, enntá eisini máltíðirnar – verða latin ókeypis. Hetta ger, at familjurnar óræddar kunnu gera sær ein túr til Klaksvíkar á sjómannadag uttan at stúra fyri kostnaðinum.

Á henda fólksliga og hugaliga hátt setur Sjómannadagurin sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuna, og tað, sum hevur tilknýti til hana. Tað er altíð stuttligt at síggja børn og vaksin í vatnkríggi, fylgja øðrvísi kappingum millum sjómenn og onnur, fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja fiskar í kørum og annars vera við til ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað er, vit í stóran mun liva av sum fólk og tjóð.

Tørvurin á Føroya Sjómannadegi er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti. Tað er so umráðandi, at vit sum eitt fólk og ein tjóð verða mint á týdningin av og virðið í høvuðsvinnu okkara, og tí vil eg takka fyrireikarunum og stuðlunum hjá Føroya Sjómannadegi fyri tykkara fantastiska arbeiði og áhaldni øll hesi ár og somuleiðis ynskja øllum hjartaliga vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2023.

Karl Johansen
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Byggifelagið Norðhús og Seve eru í ferð við at byggja 7 íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

Talan er um bygging í einari hædd, og sum verður bygd í einari lon. Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk í 2024.

Tekning av íbúðunum sæst her

Kelda & mynd: sunda.fo 15.08.2023

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í løtuni er ikki møguligt at gera flytingar gjøgnum netbankan tí appin virkar ikki, bankin sigur at tey arbeiða við at loysa trupulleikan.

Tað kemur javnan fyri at flytingar ikki kunnu gerast og er óskiljandi at føroyska bankakervið hevur brúkt einar 500 milliónir krónur, hetta er mín meting til at menna eina sera vánaliga danska netbankaloysn. Danir er serfrøðingar í at gera vanaligar kt loysnir tey seinastu mongu árini.

Óli M. Lassen siviløkonomur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Uttan øll hesi, sum geva sítt íkast til arbeiði í eitt nú samkomum, innan ítrótt, mentan, hjálpararbeiði, innan felagslív og politikk, var neyvan liviligt her á landi. Vit í Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum bólki, og síggja vit tríggir hetta herðaklappið, sum vit her fáa í dag, sum eina viðurkenning av arbeiðnum hjá okkum øllum.

Tá teir tríggir Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy, í gjár vórðu heiðraðir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag, takkaði Heini Eysturoy fyri heiðurin vegna teir tríggjar.

– Satt at siga so var mín fyristi tanki at takka nei til hesa viðurkennnig – og eg hugsi at somu hugsan høvði Jens og Edvard – men eftir stutta umhugsunartið kom eg eftir, at hendan viðurkenning ikki bert er ein viðurkenning av tí, sum vit tríggir hava avrikað í Havnar Bjargingarfelag.

– Fyri meg er hetta eisini ein viðurkenning av tí arbeiði, sum tey, sum undan eru farin, hava avrikað, síðani Havnar Bjargingarfelag varð sett á stovn í 1957 – og síðani hava myndað felagið, eitt nú Guttorm Eysturoy og nógv onnur, ikki minst tey, sum eru virkin í dag.

– Sjálvboðið ella ósjálvsøki arbeiði innan so at siga øll øki, er sannlíkt límið, sum heldur okkara samfelag saman.

– Uttan øll hesi, sum geva sítt íkast til arbeiði í eitt nú samkomum, innan ítrótt, mentan, hjálpararbeiði, innan felagslív og politikk, var neyvan liviligt her á landi. Uttan øll hesi túsundir av óløntum og sjálvbodnum, ósjálvsøknum fólkum, sum nýta part av síni frítíð, uttan at gáa um, hvat liggur eftir fíggjarliga, høvdu vit neyvan havt hetta góða samfelagið.

Tað byrjaði við íslendskum kvinnum

– Vit í Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum bólki, og síggja vit tríggir hetta herðaklappið, sum vit her fáa í dag, sum eina viðurkenning av arbeiðnum hjá okkum øllum.

– Tað er nokk so áhugavert, at tað í botn og grund vóru kvinnur, íslendskar kvinnur, sum løgdu lunnar undir møguleikarnar hjá Havnar Bjargingarfelag at veita hjálp til sjófólk í havsneyð.

– Hetta var eftir at Godanes fór á land á Flesjunum í 1957 at hesar kvinnur savnaðu inn pening til at úvega bjargingarútgerð at senda til Føroyar. Hendan bjargingarúgerð kom til Føroyar í nøkrum trækistum, sum enn eru í felagnum.

– Nøkur av teimum fyrstu minnunum, eg havi úr Havnar Bjargingarfelag – helst fyrst í sjeytiárunum – eru frá aðalfundum í hølunum í Havnar Bjargingarfelag, har bátagelagið nú er, rundan um kistunar úr Íslandi.

– Tá var nokk ikki so nógv virksemi sum í dag. Men eg minnist frá hesi tíðini onkrar hendingar, sum til dømis yvirsvimjing av altjóða skótalegu í Havnadali, har vit brúktu ein gummibát at bjarga skótum og útgerð yvir um ánna.

– Eg minnist eisini eldsbrunan hjá Mikkjali Helmsdal, har vit hjálptu sløkkiliðnum/løgregluni, m.a. við avsperring, spreingivanlukkuna á Dalavegnum, druknivanlukku í Vágsbotni, ódnarveðrið í 1984 – eg giti at tað var tá, at Edvard og Jens komu upp í felagið. Og so vóru nógvar leitingar á landi og sjógvi.

Eitt sera virkið felag

– ”This is our finest hour” segði Winston Churchill í bretska parlamentinum í 1940, tá ið harðast leikaði á, svartast sá út og roknað varð við innrás frá týskinum. Við hesum vildi Winston Churshill vissa bretska fólkið og parlamentið um, at vónin var enn at vinna kríggið.

– Havnar Bjargingarfelag, sum í dag er eitt sera virkið felag, hevur eisini veri har, at tað mundi doyð út. Tá vóru tað teir báðir, Jens og Edvard, sum bjargaðu útgerð, sum kundi brúkast, nógv fór í garasjuna hjá mammu Edvard, er mær sagt. Eisini kisturnar úr Íslandi vórðu bjargaðar.

– Tað skal vera mín vón, at vit ikki aftur koma í ta støðu, at vit enda á gøtuni, og at virksemið hjá Havnar Bjargingarfelag fer fyri bakka.

– Pláss er fyri øllum í Havnar Bjargingarfelag, ungum sum gomlum, høgum sum lágum, kvinnum og monnum. Í dag eru tvær kvinnur í nevndini og forkvinnan. Her eru vit øll luttakandi á jøvnum føti, at hjálpa øðrum, ið hava tørv á tí.

Tá Bumman fekk nýggja mjødn

– Ein av okkara eldru limum var Brynjálvur Jepsen sáli, eisini nevndur Bumman. Hann mundi vera virkin í felagnum alt sítt lív, og gjørdist eisini heiðurslimur.

– Eg má líka nevna eina góða, sum eg havi upplivað saman við Brynjolvi. Fyri nøkrum árum síðan hjálptu vit til at skipa ferðsluna í sambandi við Tórshavn Marathon. Eg ringdi til Brynjolv at spyrja, um hann vildi vera við aftur.

– Í skemti helt eg fyri, at eg hugsaði at fáa hann at renna frammanfyri. Tá svaraði hann: ”Eg havi akkurát fingið nýggja mjødn, so tað liggur ikki fyri, men eg kann hjápa til við onkrum øðrum”. Ja, hann kundi svara fyri seg.

Fjøltáttað virksemi

– Tórshavnar kommuna hevur í dag eitt sera væl virkandi sløkkilið, har eisini ein partur eru sjálvbodnir brandmenn og -kvinnur, sum eisini hava bundið seg til at vera tøk dag sum nátt.

– Vit í Havnar Bjargingarfelag eru sera errin av at kunna veita eina hjálpandi hond til tykkum í kommununi, tá ið á stendur, og eru sera takksom fyri tykkara hjálpsemi og hjálp, eitt nú við útkalliskipanini.

– Útkalliskipanin ger, at vit hava eina sera góða responstíð í sambandi við eitt nú úkall til leiting & bjarging, sleip – og ikki minst til sjúkraflutning úr Nólsoy, har tað onkuntíð stendur um lív. Oftast er tað soleiðis, at báturin Rescue Lív, er klárur at loysa, áðrenn sjúkraflutningstænastan er komin umborð. So verður tað ikki betur.

– Virksemið hjá Havnar Bjargingarfelag er í dag ser fjøltáttað:

– Fjallabjargararnir eru eitt servant lið at hjálpa fólki – og onkuntíð fæi – sum eru komin illa fyri í fjøllunum og í bjørgunum. Hesi hava serútbúgving á altjóða støði og eru limir í altjóða felagssskapi. Væntast og vónast kann, at teirra førleikar verða brúktir meiri kring alt landið; sannlíkt eisini uttanlands. Eisini her eru eldsálir, sum dríva verkið. Takk til tykkum fyri tað.

– Dronuverkætlanin, har Jens eisini er primus motor, hevur serútgjørda dronu við eitt nú hitasøkjandi kamera, til at leita eftir fólki. Og í sambandi við eldsbrunar og hendingar, har tørvur er at skapa yvirblikk, t.d saman við løgregluni. Til hesa dronuna er eisini ein serinnrættaður bilur – okkara NASA – har til ber at sita inn og stýra og fylgja við. Til ber at senda myndir beinleiðis til eitt nú løgregluna. Nógvir limir í HBF hava tikið dronuskipara-útbúgving.

– Radioverkætlanin er eitt samstarv við Radioamatørarnar. Upprunaliga komu ein rúgva av radiotólum úr Hollandi, har Poliite – tað eitur tað í Hollandi – skuldi skifta út sína radioskipan. Heldur enn at senda hesi radiotól til Afrika, har vandi var fyri at tey fóru at verða brúkt til lógarbrot og kríggj, fekk Jens sannført teir um at senda tólini til Føroyar. Í dag kunna allir innsatsir gera brúk av hesum, tá ið annað ikki virkar, ella hendingarnar eru avsíðis.

– Rescue Lív, sum Jens og Edvard eisini sjósettu fyri nógvum árum síðani, og sum í dag er undir trygga veingjabreiðinum hjá eldsálunum Michael og Magna, er saman við Rescue SARU, Eyð og Jens eitt risa stórt aktiv, tá ið umræður sjóbjarging, sleiping, sjúkraflutning og eisini eldsløkking, bæði á sjógvi og landi. Lív fer seinni í mánaðinum til Svøríkis at verða dagførd, fáa eitt nú nýggjar motorar, eins og brúgvin verður innrættað av nýggjum.

Tøkkir  

– Her at enda skal eg enn eina ferð takka Tórshavnar kommunu fyri stuðulin til Havnar Bjargingarfelag, sum er grundarlagið undir virkseminum, og harvið trygdini hjá okkum øllum.

– Ein bólkur, sum onkuntíð verðu gloymdur, eru tit makar, sum sita heima við familjuni, tá ið vit onnur eru úti til uppgávur og venjing. Uttan tykkara stuðul var hetta okkara arbeiði ikki gjørligt, so ein stór tøkk til tykkum.

– Enn einaferð takka fyri heiðurin og takk fyri viðurkenningina av okkum øllum, segði Heini Eysturoy at enda.

Eftir hátíðarhaldið á Ráðhúsinum fóru teir tríggir oman á Bursatanga, har alt, sum kundi krúpa og ganga úr Bjargingarfelagnum, varð komið saman at heiðra teir tríggjar.

Kelda & myndir: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Ingigerð á Trøðni varð heiðrað fyri sítt virksemi innan ferðavinnu, Ólavur Jøkladal fyri slóðbrótandi virksemi innan tónleik, og Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy vórðu heiðraðir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag í mong ár.

Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs er heiðurstekin, ið verður latið starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 og 40 ár, umframt borgarum, ið hava sýnt serligt hegni ella hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini. Borgari, sum hevur gjørt eitthvørt serstakt kommununi at gagni, kann fáa gullheiðurstekin, og heiðursbræv, sum lýsir, hví viðkomandi fær heiðursteknið.

Tað er ein nevnd, sum er sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, sum eftir skrivligum tilmælum ger av, hvør borgari skal hava heiðurstekin. Í skrivliga tilmælinum skal í stuttum greiðast frá lívssøguni hjá borgaranum, og grundgevast skal fyri, hví mett verður, at borgarin skal hava heiðurstekin.

Nevndin hevur á seinasta fundi gjørt av, at fylgjandi persónar skulu fáa heiðurstekin Tórshavnar býráðs:

Jens Hansen

Jens Hansen hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðan síðst í sjeytiárunum og er enn virkin í felagnum. Jens varðar av dronutoyminum.

Samanumtikið hevur Jens Hansen í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Jens Hansen heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Edvard Kjeld

Edvard Kjeld hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðani síðst í sjeytiárunum og er meira ella minni virkin enn. Edvard hjálpir til, tá tørvur er á tí.

Samanumtikið hevur Edvard Kjeld í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Edvard Kjeld heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Heini Eysturoy

Heini Eysturoy hevur verið virkin í Havnar bjargingarfelag, síðani hann var tannáringur. Hann tók millum annað lut í at bjarga smábátum eftir ódnina í 1984 og hevur verið virkin í felagnum síðani – undantikið lestrarárini í Danmark.

Heini Eysturoy er framvegis skipari á Rescue Lív.

Samanumtikið hevur Heini Eysturoy í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Heini Eysturoy heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Ólavur Jøkladal

Ólavur Jøkladal hevur alt sítt lív verið virkin innan tónleikalívið í Havn. Serliga á kórpallinum hevur hann verið slóðbrótandi og ein fyrimynd fyri mong.

Sum kórleiðari hevur Ólavur Jøkladal umboðað Havnina og Føroyar væl og virðiliga, innan- sum uttanlands. Hann var kórleiðari hjá Ebenezerkórinum í útvið 30 ár, og hevur eisini stovnað Tórshavnar Kamarkór og kórið Aurora Borealis, har hann var kórleiðari.

Harumframt hevur Ólavur verið organistur í fleiri ár, bæði í brøðrasamkomuni og í fólkakirkjuni, og hevur eisini verið við til at menna føroysku palllistina.

Sum tónaskald hevur hann framleitt fleiri verk, smíðað song- og sálmaløg, gjørt útsetingar, o.s.fr. Ólavur hevur nýtt sínar gávur til at tæna fólksligu mentanini, bæði í Føroyum, og ikki minst í Havn, har mong hava fingið gagn av tónlistarligu gávum hansara, og hava notið væl av hansara stóru vitan um tónleik og sang.

Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Ólavur Jøkladal heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Ingigerð á Trøðni

Ingigerð á Trøðni er ein av teimum, sum sá ferðavinnuna, tá hon næstan ikki var har og hevur sanniliga gjørt sítt til, at ferðavinnan í Føroyum fór at spíra og til at høvuðsstaðarkommunan í dag hevur eitt fjølbroytt úrval av ferðavinnutilboðum, sum bæði føroyingar og útlendingar njóta væl av.

Ingigerð á Trøðni var leiðari á Kunningarstovuni í 26 ár, til hon í 2011 fór frá vegna aldur, og var eitt av undangongufólkunum í Gongufelagnum í Havn og felagnum Tórshavn.

Henni dámdi væl at greiða ferðafólkunum frá møguleikunum í Tórshavnar kommunu, og mong eru tey, sum gjøgnum ár og dag hava fingið eitt gott ferðaminni heim við sær.

Umframt hevur hon eisini virkað við til, at miðbýurin var livandi við tiltøkum sum t.d. Mentanarnáttini og Jól í Miðbýnum.

Fyri sítt drúgva og trúgva íkast til at menna ferðavinnuna og miðbýin í Tórshavnar kommunu verður Ingigerð á Trøðni heiðrað við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Annika Olsen et al. posing for a photo

Annika Olsen et al. holding a plaque

Annika Olsen et al. holding a plaque

Annika Olsen et al. holding a plaque

a group of people sitting around a table

Kelda & myndir: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More