lørdag, september 12, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Svartkjaftur til vinnuligar fiskiroyndir í 2026

Svartkjaftur til vinnuligar fiskiroyndir í 2026

0 comments

Nú ber til at søkja um svartkjaftakvotu til vinnuligar fiskiroyndir í 2026. Hetta skrivar Uttanríkis- og Fiskimálaráðið

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at gera royndir í 2026 og fáa lut í kvotuni, skulu senda Uttanríkis- og fiskimálaráðnum umsókn.

Tá umsóknirnar verða viðgjørdar, verður serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir. Í umsóknini skal upplýsast, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi.

Umsóknarfreistin er á middegi fríggjadagin 25. september 2026.

Umsóknarblaðið er her.

Kelda & mynd: ufmr.fo 9 sept 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira