24
Tað er 0,1 prosentstig hægri enn í september mánað í fjør. Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í september, sum svaraði til 256 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 210 fulltíðararbeiðsleysum. Skrivar Hagstovan.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
les meira her hjá Hagstovu Føroya
Kelda: hagstova.fo 25 okt. 2024