NAFO ársfundir 2022

by Lagt út ÓML

Toskakvotan á Flemish Cap fyri 2023 er ásett til 6.100 tons í rundari vekt.

Hetta varð avgjørt á NAFO ársfundinum í dag. Tann føroyska kvotan verður sostatt 1.363,4 tons í 2023. Fiskiskapur eftir toski verður ikki loyvdur í tíðarskeiðnum januar-mars 2023.

Samanumtikið hava Føroyar staðið rættiliga einsamallar við sínum kravi um, at kvotan skuldi vera minst 8.000 tons í 2023. ES var tað einasta landið, sum arbeiddi fyri at einari kvotu, sum var hægri enn tað vísindaliga tilmælið. Tó var ES sera varið í sínum útmeldingum og kundi bert góðtaka eina kvotu, sum í mesta lagi var 6.200 tons.

Kanada, USA, Stóra Bretland, Noreg arbeiddu hinvegin fyri einari kvotu, sum var lægri enn tað vísindaliga tilmælið. Hesi lond vildu hava eina kvotu, sum var umleið 5.000 tons. Vísindaliga ráðið mælti til eina kvotu, sum ikki skuldi vera hægri enn 5.791 tons. Fleiri lond høvdu onga greiða støðu til hendan spurning, og tí var ivasamt, hvussu tey høvdu atkvøtt, um eitt uppskot kom til atkvøðugreiðslu.

Føroyska støðan var, at kvotan kundi vera gott og væl 8.000 tons, og hetta veiðitrýstið lýkur øll krøv í Precautionary Approach Framework hjá NAFO. Eingin stuðul var tó fyri hesum uppskoti. Bert ES gjørdi greitt, at tey kundu góðtaka eina kvotu, sum var hægri enn 5.781 tons.

You may also like

Leave a Comment