Átta sløkkiliðsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu.
Tann 4 mai varð hátíðarløta í skúlanum í Kvívík. Har vóru átta sløkkiliðsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu, har eisini familja og sløkkiliðsfelagar vóru til staðar. Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, bjóðaði vælkomin og Petur Müller, sløkkiliðsleiðari, helt røðu fyri sløkkiliðnum, áðrenn heiðursteknini vórðu handað.
Fýra fingu heiðurstekn fyri 25 ára trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Ein fyri 20 ára og tríggir fyri 10 ára trúgva tænastu.
Sum borgarstjórin segði í síni røðu, so hava teir verið longri í tænastu enn heiðursteknini siga, men soleiðis er ofta við slíkum handanum. Tær hava lyndi til at draga út. Tað góða er, at so verður styttri tíð, til tit fáa næstu heiðursteknini.
Ludvík Christiansen, Jens Mikkelsen, Frederik Isaksen og Rói Joensen fingu “Hæderstegn for god tjeneste i 25 år i brandvæsenet.” Hesir fýra hava verið partur av sløkkiliðnum í meira enn 30 ár.
Petur Müller, sløkkliðsleiðari, fekk “Anciennitetstegn for 20 års god tjeneste i brandvæsenet.”
Edvard Müller, Gunnleiv í Gerðinum og Tomas Davidsen fingu “Anciennitetstegn for 10 års god tjeneste i brandvæsenet.”
Sløkkiliðið er ein sera týdningarmikil stovnur hjá einari kommunu og ikki minst hjá borgarunum. Og soleiðis er tað eisini hjá okkum í Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin takkaði vegna okkum øll í Kvívíkar kommunu fyri stóra arbeiðið, sum sløkkiliðið ger. Tað seta vit stóran prís uppá, og tit gera, at vit øll kunnu sova róligari um næturnar. Vit vita, at skuldi okkurt hent, so eru tit klár at rykkja út. Tá vakttelefonin ringir – tað veri seg á nátt ella degi – leypa tit avstað fyri at hjálpa.
Sum sløkkiliðsleiðarin segði í sínari røðu. “Mann skal kanska vera eitt sindur spesiellur sum sløkkiliðsfólk.”
Og somuleiðis segði hann, at í øllum førum skal mann ofta ganga ímóti streyminum og vindinum. Tá eldur er í, og fólk renna út úr húsinum, tá fara vit inn. Og tá stormarnir herja, og fólk royna at halda seg innandura, tá leypa vit beint út í ódnarveðrið. Sløkkiliðsfólk skulu vera bæði rólig og kvik. Tú skalt kunna halda høvdið kalt og arbeiða róliga, tá ið harðast leikar á. Men tú mást sjálvandi bera skjótt at, tá ið alarmurin kallar.
Eisini segði hann, “Eg eri sjálvur eftirhondini eisini gamal í garði í sløkkiliðnum, og eg má siga, at eg eri bæði errin og takksamur fyri at vera partur av einum so góðum liði sum hesum. Tit eru sera dugnalig, profesjonell og gera tykkum stóran ómak at røkja hesa uppgávuna í sløkkiliðnum. Vit hava gjøgnum árini havt nógvar uppgávur í sløkkiliðnum – sløkt stórar eldar, umvælt stormskaðar, tikið okkum av ferðsluvanlukkum, leitað eftir fólki, vaktarhald á vegunum í kavaveðri og so framvegis”.
Kvívíkar kommuna vil her við ynskja tykkum hjartaliga til lukku við heiðurstekninum og takka fyri trúgva tænasta og blíðan byr framyvir.
Kelda og myndir kvivik.fo tann 04 05 2023